Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum. 1.Jóh.2.24.

Kærleiksápostulin minnir okkum á hetta týdningarmikla: at verða verandi í tí, sum var frá upphavi. Tekini um, at man er ein kærleiksápostul, profetur, evangelistur, hirði og lærari, er at man fortelur sannleikan: hvat sigur orðið? At man sær týdningin at føra Guds fólk til byrjanina, hvussu alt var frá fyrstu tíð, táið grundvøllurin var lagdur. Í Ezekiel 47 stendur: ”Nú fór hann við mær aftur til inngongd hússins;…” Tað er nakað, sum eitur Nú fór hann við mær aftur til… Hetta burdu øll menniskju spurt sínar elstubrøður og sínar evangelistar um: Før meg aftur til upprunan, upphavið, til byrjanina, soleiðis sum alt var frá fyrstu tíð av. Hví so fá reisa seg í okkara munkalandið og rista støvið av sínum fótum eins og teir í skriftini gjørdu og vilja koma aftur til upprunan, er mær ein gáta. Men svarið liggur kanska í tí, at prædikumenninir í okkara munkalandið eru slett aldeilis ikki førir fyri at føra fólkið aftur til upprunan. Skriftin sigur jú: ”So kemur tá trúgvin av tí, ið prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orðið Kristusar(salvilsi). So tá prædikumenninir ikki hava salvilsi og andans kapasitet og styrki at føra fólkið til inngongd hússins, so verður man verandi í tí, sum Føroya land okkara hevur fult av: læru og evangeliið, sum als ikki var frá upphavi!

Hatta orðið ”upphavi” merkir ikki frá ”tíðarinnar morgun”. Vit kunnu taka dømir um hetta frá Ápostl.11.15-16: ”Táið eg so var farin at tala, fall Heilagi Andin á tey eins og á okkum í upphavi. Tá runnu mær orð Harrans í hug, hvussu Hann segði: ”Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum.”” Her er ”upphavi” bara eitt stutt áramál frammanundan.

Vit lesa eisini í Ápostl.26.5: “Teir kenna meg frammanundan, líka frá upphavi – um teir bert vilja vitna – at eg livdi sum Fariseari eftir hinum strangasta partinum av gudsdýrkan okkara.” Eingin av hesum jødum kendu Paulus frá upphavi av, men teir kendu Paulus frá ungum árum av við Gamaliels føtur, hvussu hann livdi og var, líka frá byrjanini.

Hvat meinar so ápostulin Jóhannes við? Frá Hvítusunnudegi av! Táið samkoma hins livandi Guds varð fødd og etablerað og heidningarnir fingu náði til ævigt lív við trúgv gjøgnum Paulusar evangelium. Læran var krystallklár. Jesus er: Gud komin í hold! Í 5. Mós.6.4 stendur: ”Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara,” Ja, eg hoyri. Og hvat hevur Hann at siga?: ”HARRIN er ein.”

Dópurin skal útførast í Jesu Kristi navni. Tú kanst ikki biðja teg inní Jesu navn ella hoppa, dansa, fasta, lesa o.s.fr. Tað er bert ein máti at koma ínn í Jesu navn og tað er við at vera doyptur og ílæta seg Jesu navn! Hvussu var byrjanin í dópinum? Hann var, tí at lyklamaðurin saman við hinum ellivu høvdu skilt Jesu orð og høvdu fingið undirvísing í 40 dagar um tað, ið hoyrir ríki Guds til at hann skuldi útførast í Jesu NAVNI. Er tað ikki sera, sera tydningarmikið at verða doyptur til ein dóp og eitt navn, ið ríkið Guds er knýtt at! Vit lesa: ”Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fåa gávu Heilaga Andans.” Í Ápostl.8.12 stendur: ”Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur.”

Tey, sum blivu doypt á hvítusunnudegi, blivu doypt við anda sannleikans. Tað er upphavsins dópur. At tey skuldu inn í sannleikan. Vit lesa: ”Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú. Men táið Hann, Andi sannleikans kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan.”Jóh.evang.16.13. So lesa vit: ”Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum. Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir. Eg komi til tykkara.” Jóh.evang.14.17-18. Jesus kom aftur til teirra. hann var teirra faðir og Jesus er sannleikin. Faðirsins Andi er sannleikans Andi. Tað var tann útgávan og funktiónin, ið kom á hvítusunnudegi. So lesa vit: ”men Talsmaðurin , Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.” Jóh.evang.14.26. Sendi Jesus 3.persón í Guddóminum? Sjálvsagt ikki! Hann kom sjálvur í Heilaga Andans útgávu. Minst til: Gud er EIN! Gud er heilagur og Gud er Andi. Tað er Jesus sum kom í Heilaga Andans útgávu. Hann segði: Eg (Jesus) skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir. Tað var Jesus sum kom á hvítusunnudegi!

Eitt annað, ið tey frá “upphavi” upplivdu var: at alt eigarafornemmilsi og egosentriski radius runt seg sjálvan hvarv. Hann doyði í kraft og Heilaga Andans úthelling. Vilt tú aftur til byrjanina? Tað stendur: ”Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi; ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.” Sjálvsagt seldu tey ikki alt og stóðu á berum. Men tey seldu tað, ið var meiri enn tey høvdu tørv á og vóru við til at hjálpa og geva øðrum, sum trongdu til hjálp. Og táið tey góvu frá sær sjálvum, so var tað ikki við andlitisbrái, ið segði segði verbalt ella úttryksmessiga: Hetta unni eg tær ikki, men tú fær tað atlíkavæl…hetta skuldi tú havt klárað sjálv/ur…hetta fært tú og hetta skalt tú klára teg við. Einki ljótt ella negativt tónalag. Men tey vóru, sum Josefus Flavius skrivaði um tey fyrstu Kristnu: Hygg, hvussu tey elska hvønn annan!

Upphavi hjá teimum flestu ídag er frá øðrum og triðja árhundraði. Táið katólska kirkjan tók til og mentist. Har er allur djevulskapur og gruggut og kloak keldan at finna. Har finnur man tríeinigheitslæruna. Har finnur man tríeinigheitsdópin. Har finnur man organisatiónina/læru nikolaittanna. Har finnur man massagravirnar av øllum teimum sonnu heilagu, ið trúðu á sanna evangeliið. Har finnur man allar milliardirnar av pesetas sum ljóðaðu, táið avlátshandilin og hetta helvetis ræðandi falska hóttanar evangelium kom fram. Tað bleiv sagt: Når pengene i kisten klinger, sjelen ut av skjærsilden springer.” Frá hesari katólsku læruni við øllum sínum grumsi, finnur tú hennara døtir. Tú hevur læruni mitt í Føroya landi. Tú hevur samkomur, kirkjur og meinigheits hús, ið stuðla og læra frá hesari ”byrjan”.

So lósu vit: so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum. Hetta orðið ”og” er eitt sambindingarorð. Og grundtekstorðið eitur ”kai”. Kai merkir: sum er, eisini, nemliga. Og tað er tað, ið hetta merkir: Syninum sum er, eisini, nemliga í Faðirinum. Vit lesa í v.23: ”tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin.” Hetta er óatskilligt. Jesus sigur eisini í Jóh.evang 14.8-10: ”Filip segði við Hann: ”Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!” Jesus svaraði honum: ”So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: ”Vís okkum Faðirin!” Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær?”

Vit lesa eitt annað skriftbrot úr Gal.1.3: “Náði veri við tykkum og friður frá Gudi Faðir og Harra okkara Jesusi Kristi.” Har stendur og/”kai”. So tað skal ljóða: “Náði veri við tykkum og friður frá Gudi Faðir sum er Harra okkara Jesusi Kristi.”

Og hesar rollur, Faðirin og Sonurin munna út í: Og vit vita, at Sonur Guds er komin, og Hann hevur givið okkum vit til at kenna hin sanna – og vit eru í hinum sanna, í Syni Hansara, Jesusi Kristi; hesin er hin sanni Gud og ævigt lív. 1.Jóh.5.20.

Lat hetta ”upphavi” hvør Jesus er, verða verandi í tykkum! Lat ongan ræna og blinda týdningarmesta sannleikan í skriftini um hvør Jesus er! ”Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.”

Hallur Sørensen