Tá segði Hann við teir: ”Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!” Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar. Mark.6.31-32.

Tíðin vit liva ídag, gevur okkum ikki tíð at liva – ídag. Hvør dagur er programeraður frá ljósa morgni til myrka kvøld. Programpostarnir eru nógvir í tali, bæði í arbeiðslívinum og eftir arbeiðstíð. Tey tómrúmini av minuttum ella tímum, sum tú ikki klárar at fylla upp sjálv/ur klára onnur at fylla upp fyri teg. Ein plága, sum hongur á tær og er klistrað á lumma, tasku ella tínar tíggju fingrar er Iphon’in ella Smartphon’in. Tá tú kemur innum tína heimagátt, so tendrast antin útvarpið ella sjónvarpið. Leygardagarnir og sunnudagarnir eru líka fult bukkaðir av øllum vertsins sløgum. Alt frá familjuhugna til sveittan á onkrum skeiðvølli. Er so alt hetta neyðugt? Ja vilja tey flestu siga. Men eg sigi ”als ikki!”

Er tað nakað, ið Satan vil, so er tað akkurát tað, ið eg havi nevnt omanfyri. Hann vil nemmliga ikki, at nøkur tí skal innvígast til Jesus. Hann vil ikki, at tú skal ”keypa hina lagaligu tíð”. At tú skal innfríða tíðina til Jesus. Men at tú allatíð skal standa í skuld til hansara program. Og tað, ið eg nevni nú hevur tú allarhelst royndir í: Tá ið tú setti tær fyri í hjartanum, at nú skal henda tíð tilskilast Jesus, so breyt helviti leyst. Satan kom inn uttan at biðja um loyvi. Kom inn gjøgnum læstar dyr og heilar veggir og skapti eina óúthaldliga atmosferu. Kjaftasligt og barnagrát. Orð lupu av munni. Og eftir eina løtu, so veit eingin at siga, hví og hvat og hvar hetta kom frá. Men eg kann siga tær, hvat fyrigekk. ”Tjóvurin kom inn at stjala, drepa og forkoma, og slapp sær burtur”. Eftir sita tú og tíni, og eru andaliga og psykiskt niðurbrotin.

Eitt annað, ið Satan allatíð vil, er at skapa larm. Og hetta er til at hindra at samvitska tín ikki skal fáa stundir at tala. Tað er larmur allastaðnis. Tónleikur hoyrist allatíð, heima, arbeiðsplássinum, bensinstøðum, handlum, venjingarhølum og ikki minst á religiøsum møtum. Har fyllir tónleikurin 95% av møtinum. Tú sær vaksin og ung fólk ganga túr, og tú skal leita leingi at síggja ein íðkara, sum ikki gongur við onkrum oyrabúffum og allarhelst larmandi tónleiki. Tað er vandamikið at hava frið, tí hvat nú um samvitskan byrjar at seta spurningar: ” Er tað ein Gud, ið er áhugaður í mær?”

Í tekstinum frá Markus evang. er ”larmur”, og Jesus vil inn í tøgnina og vil hava Sínar við Sær. Hugsa tær til: einsamallur við Jesus. Er tað nakað, sum er størri og kann geva hjartagleði og frið?! Hvíla saman við Honum og hoyra, at Hann tosar við teg, at Hann leiðir teg so langt frá øllum, at Hann faktiskt kann koma tær so nær við munninum at Hann teskar og opinberar tær Sínar djúpastu loyndardómar útfrá skriftini. Higartil hevur verið so nógv res, at tú hevur ikki fingið stundir at ”eta” Guds orð. Men nú kanst tú liggja við Hansara kvøldmáltið og eta og kenna Hansara heitu rødd siga: ”Mær hevur hjartaliga longst at eta hetta páskalamb við tykkum…”

”oyðið” stað. Hetta er eitt stað, sum bert passar fyri eina hungrandi brúðarsál, sum hungrar og tystir bert eftir Jesus – tí har er einki annað. Har er einki tilboð til fysiskan komfort, har er einki tilboð til tað menniskjasliga. Ongar strendur, parasolir ella sólstólar. Ongar Tempur sengur við flottum hotellum. Eingin tænari, ið gongur tær til handa. Einki menniskja skapt fenomen. Púra oyðið, bara Jesus er har. Eingin annar. Tú kennir á tær, at hetta býður holdinum ímóti, men hetta brennur í hjartanum. Jesus velur sær slík støð við einum fyri eygað: at sálda tey menniskju burtur, sum ikki hava nok við at bara Hann er har. Ert tú ein slík brúðarsál sum sigur: ”Eg var ikki meir enn farin frá teimum, tá fann eg hann, ið sál mín elskar;…”

Hallur Sørensen