”Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til. Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi! Línklæði er rættvísiverk hinna heilagra.» Opinb.19.7-8.

«Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom nú til mín, talaði við meg og segði: Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins.» Opinb.21.9.

Hesin veldigi eingil Harrans hevði sjey skálir, fullar av plágum. Men eingin av hesum plágum og vreiði Harrans var ætlað brúðurini, sínari konu. Brúðurin er høgt elskað av Jesusi. Í 1.Tess.5.9-11 stendur: «Gud hevur jú ikki ætlað okkum (samkomuni) til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi, sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vakja ella sova, skulu liva saman við Honum. Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!»

Táið hesin eingilin kom til Jóhannes og talaði henda boðskap, so ivist eg ikki í, at Jóhannes sá seg sjálvan í andanum at tilhoyra brúðurina. Og eisini upplivdi Jóhannes, at sjálvt um tað vóru eini 35-40 ár síðani at hann sá Jesus fysiskt, so kundi hann enn, sum tá siga «Lærisveinurin, ið Jesus elskaði,…»Jóh.21.7. Jóhannes upplivir, at Jesu kærleiki til hansara er óbroytiligur. Høgt elskaður í allar ævir – eg eri kona lambsins.

Mangan í trúarlívi okkara, eru tíðir farnar til sorg og gremjan. Sangurin sigur tað soleiðis: «Hetta lívið gevur mótgongd. Satan freista okkum vil.» Men latið okkum ikki gloyma hetta sera týdningarmikla ”Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Vinur, brúdleyp lambsins stendur fyri framman og «brúður Hansara hevur gjørt seg til» Gleð teg og fegnast og vís, at tú ert tilreiðar at fara higani at vera saman við Honum.

Sig við teg sjálvan innfyri endatíðina: Eg vil hava allan klædning mín reinan og skínandi. Prædikarin sigur tað soleiðis: «Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki høvdi tínum fattast olju!» Kap.9.8. Eg vil hava alt mítt innara og uttara reint. Eg vil ikki dálka meg. Sálm.1: «Sælur er maður/kvinna, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,…» Reis teg og lat tín sess standa tóman. Tað eru ikki stundir til diskusjónir og debatt. Reis teg í guds kraft og fá alt, ið dálkar burtur frá tær!

Sig við teg sjálvan: Eg kann ikki sum kona lambsins, líkjast heiminum. Eg vil verða umskaptur og endurnýggjaður í sinn og tanka. Eg vil vera sum Mordokai og standa, táið onnur bukka seg. Eg vil vera sum Dániel og boyggja knø og biðja, táið onnur standa Heilaga Andanum ímóti.

Brúdleypsdagurin nærkast og brúðurin ger seg til. Hon hugsar um hetta. Hon droymir um hetta og hon livir í hesum. Hon hoyrir í sínum innara: «Eg komi skjótt!» og hon svarar : «Amen! Kom Harri Jesus»! Opinb.22.20. Kom, tí eg eri tilreiðar!

Hvussu sær brúðurin út? Hon er vøkur: «Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur.» Hás.1.15. Og luktar væl: «víntrøini blóma og breiða út anga sín; reis teg, elskaða mín, tú hin fagra, kom!» Hás.2.13. Brúðurin er sminkað, vaskað. Einki ývnað hár á høvdinum, men vakurt og slør. Klæðini eru í harmoni við stóra dagin og tey skína. Brúðurin hugsar: Hetta er líka áðrenn, nú stundar til dagin hin stóra. Hon er spent, glað, hjarta bankar. Og hon er fylt av Heilaga Andanum. «Andin og brúðurin siga :Kom!»

Her er ein sangur av eini brúðarsál:

Det lyder et rop over jorden i dag. Det er ei til alles behag. Se brudgommen kommer. Har alting gjort klart. Marana´ta, han kommer jo snart.

Kór: Vi skal rykkes i skyer med fart. Og møte guds hellige lam. Da blir det jubel og sang, i en evighet lang. Marana´ta han kommer jo snart.

Se skarer blir vekket av syndens søvn og iført en kledning skjønn. Lammets brud gjør seg rede til himmelfart. Marana´ta han kommer jo snart.

Kór: Hun har olje på lamper og kar. Hun pant på forløsningen har. Frimodig hun er, og budskapet bær. Marana´ta han kommer jo snart.

Når hans hjem være ferdig og hernede blir natt. Vil han hente sin kjære skatt. Hendes blikk ufravent imot himlen hun ser. Forløsningens time det er.

Kór: Se det mørkner nu til her på jord. Men hun har ingen angst derfor. Men har trøstenes ord, til hver den som tror. Marana´ta han kommer jo snart.

Hallur Sørensen.