Tá segði Akab við Elias: ”Hevur tú funnið meg, fíggindi mín!” hann svaraði: “Ja, Eg havi funnið teg.”1.Kong.21.20

Eitt fantastiskt úttalilsi frá Akab til Elias. Akab var ikki í iva, hvar hann hevði Elias, og tí drálaði hann heldur ikki við sínum úttalilsi til Elias. Her møtast tveir mótpolar. Her møtast tveir, sum als ikki representera tað sama á nøkrum punktum. Teir vóru ikki einigir um nakað viðvíkjandi frelsu, Guds timing, kall, embæti, regn, turkur, og hvør sum hevði skyldina viðvíkjandi dómin yvir Ísraels land. Teir vóru fíggindar!

Tíanverri finst slíkt úttalilsi ikki ídag. Eingin betraktar nakran sum fígginda. Øll reyvast uppi í hvørjum øðrum og slikka hvønn annan upp eftir rygginum, sjálvt um Akab – religiøsa statsmaktin við hegnisligari hjálp frá skøkjuni Jesabel – hevur dripið hendan elskuliga mannin Nabot, sum ikki vildi selja sín víngarð og selja sín fedraarv. Tað er eitt blóð sum talar. «Men Hann segði: Hvat er tað, ið tú (Káin) hevur gjørt! Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.» 1.Mós.4.10. Tað eru mangir Ábel og Nabot, sum hava ligið deyðan fyri sína trúgv, og sum ikki vildu geva seg undir trýstinum frá yvirvøldini, men við hjálp frá skøkjuni og hennara andans dópi, henni, sum er trúleys móti orðinum, so blivu Nabot og Káin eitt offur. Men blóð teirra, kemur Harrin í hug, og Hann sendir Elias. Hann er óræddur og hann er fíggindi hjá Akab og Jesabel. Akab og Jesabel hata hansara hvassa boðskap, tí boðskapurin er avslørandi. Hann var soljóðandi: «Men orð HARRANS kom til Elias Tisbit; Hann segði: So sigur HARRIN: Hevur tú nú bæði myrt og tikið í ogn! Sig framvegis við hann: So sigur HARRIN: Á sama staði sum hundarnir leptu blóð Nabots, skulu hundarnir eisini leppa blóð títt!»

Tað hvílir ein dómur yvir hvørja samansvørjing móti útvalda Harrans Nabot. Harrin fylgir við hvørji detalju. Hann fylgdi við, hvar Nabot var dripin, hvørja ogn hann átti. Hvøjir steinar vóru kastaðir á Nabot. Hvør sum steinaði eftir boði frá Jesabel. Brævið, sum Jesabel skrivaði. Níðingarnir, sum blivu tiknir við í kvettið móti Nabot, og hvar teir skuldu sita, og hvat teir skuldu vitna í anda lyginnar móti Nabot. Harrin fylgdi við innsiglinum á brævinum og innsiglingsringin hjá Akab, og at brævið bleiv sent til hinar elstu og fremstu menninar, sum Nabot búði ímillum, og býin. Og hesa Satans føstu, sum bleiv sett í verk. Ein føsta, sum ikki hevði sín uppruna frá HARRANUM. Einki sum helst við innvígan til Harran, men ein innvígan til ónd verk móti Nabot.

Hoyr hesa útsøgn: «“Ja, Eg havi funnið teg.” Elias sigur ikki: Ja, eg havi funnið teg. Elias nevnir «Eg» við stórum E. Tað var HARRIN, sum hevði funnið Akab. Akab var fíggindi Guds, og tískil var Akab eisini fíggindi Elias. Øll tey, sum representera HARRAN, koma at uppliva fíggindaskap við vertsliga og religiøsa heimin.

Og dómin gloymdi Harrin ikki. Harrin gloymdi ikki at taka hevnd yvir tað brotsgerð, sum var framd móti Nabot og tann trúskap, ið hann vísti móti fedrunum. Hann kom, og vit lesa um deyða Akabs í 1.Kong22.38: «Táið teir skolaðu vagnin við tjørnina í Samaria, leptu hundarnir blóð hansara, meðan skøkjurnar baðaðu sær har – eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað.”

Elias talaði eisini dómsorð yvir Jesabel. Hann segði um hana: ”Eisini um Jesabel hevur HARRIN talað – hesi orð: Hundarnir skulu eta Jesabel við múr Jizre´els.” 1.Kong.21.23. Og dómin lesa vit í 2.Kong.9.34: ”Síðani fór hann inn; og táið hann hevði fingið sær at eta og drekka, segði hann: Hyggið eftir henni, hasi bannaðu, og jarðið hana! Hon var kortini kongadóttir. Men tá ið teir fóru út at jarða hana, funnu teir einki annað av henni enn skallan, føturnar og hendurnar. Teir komu so aftur og søgdu honum hetta. Tá segði hann: Nú komst á orðið, í Harrin talaði við tænara Sínum Eliasi Tisbiti, tá ið Hann segði: Á markini í Jizre´el skulu hundarnir eta kjøt Jesabelar; og lík Jesabelar skal liggja á markini í Jizre´el sum tøð í veltu, so eingin skal kunna siga, at tað er Jesabel!» Jehu ætlaði Jesabel eina verdiga jarðarfer, tí hon var kongadóttir, men profetorðið hevði talað, og hestarnir vóru programmeraðir eftir orðið HARRANS at traðka á Jesabel og tí endaði hon sum hundaføði. Eftir tað endaði hon sum hundalortur og taðaði veltuna. Eingin kundi siga, at tað var Jesabel. Totalt útsletta. Men minni um Nabot livir, og hann skulu vit ein dag síggja frammanfyri Kristi dómstól. Jesabel og Akab koma vit ongantíð at síggja. Tey koma at standa frammanfyri hvíta hásæti í himli í Opinb.19.11.

Hallur Sørensen