”Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes. Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! Tí hann hevur mangan styrkt meg og hevur ikki skammast við leinkjur mínar; nei, táið hann var í Róm, gjørdi hann sær nógvan ómak at leita eftir mær, og fann meg. Harrin gevi honum at finna miskunn hjá Harranum hin dag! Og hvussu nógva tænastu hann gjørdi í Efesus, veitst tú best.» 2.Tim.1.15-18.

Heilt einastandi at lesa um Onesiforus. Grípandi, og ikki sørt at eyguni gerast vát, tá hugsað verður um kærleikan hann vísti í verki móti ápostlinum(special messenger), sum sæt í fongsli. Jesus er ikki óvanur við fongsil og tað skulu vit ei heldur vera. Matt. 25 sigur: «Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín. Tá skulu hini rættvísu svara Honum: Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka! Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg! Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín! Kongurin skal svara teimum: Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!»

At nevna nøvn, vísir seg at hava gingið «ud på dato». Men Paulus fylgdi ikki hesari reglu. Hann var ikki bangin fyri at heiðra Onesiforus og siga frá, hvat hansara tænasta hevði at týða fyri seg. Men Paulus var heldur ikki bangin fyri at nevna nøvn, sum milliónir av menniskjum hava lisið um: Fýgelus og Hermogenes! Teir eru nevndir sum tveir, ið koma undir hetta heiti: hava vent sær frá mær.

Hví teir báðir vendu sær frá Paulus, kemur ikki fram so týðiligt. Men tað, at teir verða nevndir, er allarhelst tí, at tað høvdu hvørki Paulus ella Timoteus ella nakar annar í verki Harrans nakrantíð rokna við kundi lata seg gera. Hesir báðir. Hetta er næstan sum at lesa um Saul og Jónatan: «Á, at hetjurnar skuldu falla! Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur. Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í livinum…»2.Sám.1.19-27.

At onnur í Asia vendu sær, kann ein altíð rokna við. Tað hevur bíbilska søgan víst mangar ferðir. Men at Fýgelus og Hermogenes, tveir slíkir brennandi faklar, brandar, eldhugaðir menn. Hvat hendi á leiðini? Svarið er ikki til at trúgva, men tað kemur fram í tekstinum trúgvi eg. Paulus talar til Timoteus útfrá fongslinum. Og tilsýnilatandi hevur hetta skapt tvey ting í Timoteusar lívi: Mótloysi og skomm. Og paulus talar, ja kærleikshartar ektabarn sítt í trúnni og sigur: «Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.»2.Tim.1.7. Paulus sigur, at hetta er ein ondsmakt av mótloysi, sum er komin yvir Timoteus, tí hann hyggur, eins og vit gera ídag, at «er man tænari Harrans, so skal hann ikki vera í fangahúsi. Tað hoyrir ikki saman. Tænari Harrans skal hava viðgongd. Tað er tekini uppá, at man hevur við Gud at gera.»

Vers 8 byrjar soleiðis: «Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliinum í kraft Guds,…» Timoteus, ektabarnið í trúnni skammaðist við Paulus og vitnisburðin um Harran og evangeliið. Kennir tú teg aftur, tú ektabarn í trúnni? Kennir tú teg aftur, at tronga leiðin, brongluti vegurin, misskiljanin frá vinum og kenningum, Face Book kommentarir, útspillanin, baktalilsir, rangsnúgvanin av sannleikanum kann taka móti frá tær og tú skammast við Jesus og tænarar Hansara? Bið Satan sleppa sær til helvetis og rópa so til Harran og sig: ”Kveik aftur tað náðigavu Guds, sum í mær er!»

Allarhelst var tað høvuðsorsøkin hjá teimum flestu: Mótloysi og skommin at tilhoyra ápostlaembæti hjá Paulus.

«Styrkt meg». Onesiforus hevði mangan styrkt Paulus. Ápostulin trongdi til styrk, trongdi til uppmuntran og troyst. The Amplified Bible sigur, at Onesiforus sá til tørvin hjá Paulus, tí hann vitsti, at tað var fyri Kristusar skuld, at hann sat í leinkjum. Sama Bíblia sigur, at Onesiforus «bracing me like fresh air. Norska Bíblian sigur: Avkjølte, frisk pust. Onesiforus gjørdi tað soleiðis, at Paulus kundi anda lættari og draga til sín fríska luft frá fongsilsklivanum og vera við at opna himmalin fyri tænara Harrans.

Eg vil knýta ein kommentar til vers 17: Det krevde både iver og utholdenhet å finne Paulus, noe som viser, at apostelen ikke lenger var i det leide herberge som er nevnt i Ápostl.28.30. Den gangen kunne enhver fritt besøke ham. Nå var han i et fengsel, og det var vanskelig å oppspore ham. Rom var en stor by, og det var uten tvil mange og store fengsler her. Det var sikkert også forbundet med en viss risiko å spørre etter denne fangen. «Og fant meg» lyder som et utrop. Tenk at han virkelig fant meg! At han ikke gav opp letingen! Det var en gledelig overraskelse for Paulus da denne lojale broderen fant ham.

Vers 18: Paulus hevur ongan møguleika at endurgjalda vinmanninum Onesiforus. Men hann rópar úr fangarúminum á Harran og sigur, at «hin dag» tann stóra dag fyri Kristi dómstóli, táið lønin skal útdeilast, so má Dómarin vælsigna mannin og hansara hús. Living Bible sigur: «Má Harrin geva honum eina speciella signing!”

Miss ikki móti og skammast tú ei heldur. Dagurin er nær. Hold deg våken Zions datter. Fyll ditt tomme kar. Snart løftes vi og møter kongen, glemt er den sorg vi bar.

Hallur Sørensen