Vit skulu lesa frá Ápostlasøguni:

Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.” Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias. Og teir bóðu soleiðis: “Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra! – Vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!” So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum. Kap.1.21-26.

Frammanundan hesum teksti, hevur Pætur tosað um Judas og hansara tíð og tænastu. Hann sigur millum annað um Judas: «Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.» Men Judas sveik Jesus og seldi sína egnu sál fyri 30 seklar av silvuri. Tað var alt, Judas trakseraði sína sál fyri. Og lýsingin av deyða hansara er sera brutal. Hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju. Togið, sum hann sikkurt hevur keypt ella stolið, var allarhelst gamalt og rotið og helt ikki í deyðastund. Selur ein sannleikan, so er prísurin sera høgur.

Judas: vit lesa um hann: “Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.Matt.10,4. Tá fór ein av hinum tólv. Hann, ið æt Judas Iskariot, til høvuðsprestarnar.Matt.26.14. Í tí sama, meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og elstu. Mark.14,43. Men Satan fór í Judas, sum kallaðist Iskariot og var ein av hinum tólv. Luk.22,3. Men Jesus segði við hann: Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi! Luk.22,48. Við tað at Judas hevði pungin undir hond…Jóh.13,29.

Øll hesi omanfyri nevndu skriftstøð kendu ápostlarnir ikki til, meðan Judas livdi. Teir vóru allarhelst ikki varðir við, at millum teirra var ein svíkjari og hvør hann var. Skriftin sigur jú í Matt.26,20-22: «Táið nú kvøldið var komið, settist Hann til borðs við hinum tólv. Meðan teir ótu, segði Hann: Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg! Tá vórðu teir ógvuliga tungir og byrjaðu at siga við Hann, hvør eftir annan: Tað er tó ikki eg, Harri?» Eingin segði: Tað er sólarklárt, at tað er Judas. Nei, allir søgdu: Tað er tó ikki eg, Harri. Og Jóhannes sigur tað soleiðis: «Og eftir at hann hevði fingið bitan, fór Satan í hann. Jesus segði tá við hann: Tað, sum tú gert – ger tað skjótt! Men eingin av teimum, ið sótu til borðs, skilti, hví Hann segði hetta við hann. Við tað at Judas hevði pungin undir hond, hugsaðu summir, at tað, sum Jesus segði við hann, var: Keyp tað, ið okkum nýtist til høgtíðina! – ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað. Kap.13,27-29.

Tí sigur Pætur, aftaná 3 ½ árs erfaring: «Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra!» Jesus, Tú má vísa, hvønn av hesum báðum hevur eitt hjarta, sum er fult og heilt við tína lið. Sum ikki svíkur Teg, táið á stendur. Sum ikki letur, sum um tey fátæku liggja einum á hjarta. Vit, ápostlar tóku loddrætt feil um Judas. Hetta rennur okkum í tanka, nú vit biðja: «Hví var henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum! Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt.» Jóh.12,5-6. Harri, hesin, sum varð roknaður millum okkara, var ein tjóvur. Kleptomani-andin búði í honum. Hann var ongantíð loystur. Tænastan var nærmast baserað uppá hvussu nógv kom inn í offur.

Harri, her standa tveir frammanfyri mær, Jósef og Mattias. Báðir hava verið vitni um uppreisn tína, men er hjarta við? Eitt er, at eyga hevur sæð, men hvat hevur hjarta sæð? Eitt er at holdið og følilsir kunnu rívast við, táið tú gjørdi undur og tekin og kraftargerðir, men er hjarta brennandi?

Harri, Tú kennir tankarnar, hvør sum vil alboga seg fram og blíva ápostul, og hvør, sum veruliga hevur eitt guddómmiligt kall omanifrá liggjandi á sær. Tú kennir hjørtuni harri. Tú veit Jesus, um øll demokrati val, sum hava verið upp gjøgnum tíðirnar, um hvør, sum skuldi vera elsti, sjálvt um einki elsta kall lá á teimum. Tú veit um øll fyristøðupar, sjálvt um einki av hesum finnist í skriftini. Tú veit um øll hesi pør, sum vóru til job-samtalu og skuldu leggja fram sínar visiónir, um hvussu samkoman skuldi økjast, promoverast og passa inn í okkara tíð. Harri, vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt. Ikki hvønn menniskja hevur valt, ikki nøkur nevnd ella stýrið, men ein og aleina Tú hevur valt. Er tað ikki ein hjartasak, so verður tað, sum Jesus segði frá: «Men tann, ið leigaður er og ikki er hirði – sum ikki eigur seyðin – sær úlvin koma og rýmir frá seyðinum og flýggjar;… Eg havi sæð slíkt í okkara tíð. Eg havi sæð, at pappírini og CV og Doktor Theo eru av høgum karakteri, men at hjarta og kall er av lágum karakteri.

Vís okkum Jesus innfyri endatíðina, hvønn Tú hevur valt at geva mat í rættari tíð. Hvønn húshaldara Tú hevur valt, og samstundir hvønn Tú hevur vrakað!

Táið teir komu, og hann sá Eliab, hugsaði hann: “Vissuliga stendur har hin salvaði HARRANS fyri Honum!” Men HARRIN segði við Sámuel: “Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.” So rópti Ísai Abinadab og læt hann ganga fram fyri Sámuel; men hann segði: “Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!” Ísai læt nú Samma ganga fram; men hann segði: “Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!” Soleiðis læt Ísai sjey synir ganga fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: “HARRIN hevur ongan av hesum útvalt!” Sámuel spurdi nú Ísai: “Vóru hetta allir dreingirnir, ið tú hevur?” Hann svaraði: “Enn er hin yngsti eftir; hann situr hjá smáfænum.” Tá segði Sámuel við Ísai: “Send boð eftir honum! Vit seta okkum ikki til borðs, fyrrenn hann kemur! So sendi hann boð eftir honum. Hann var reyðdæmdur, hevði vøkur eygu og var vakur í útsjónd. Tá segði HARRIN: “Reis teg og salva hann, tí hann er tað!” Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.

Fyrra sámuel. kap.16 6-13.

Hallur Sørensen