Í Opinberingini 3.11 sigur Andin við Filadelfia samkomuna: “Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!” Tað kemur mær fyri, sum at endatíðin er ein tíð, har tú mást hava sterkar hendur og eitt fast handartrykk. At tú má kunna klemma við styrki, sum ein stórur hummari. Í kristinheitini eru alt ov nógvar slappar, ynkiligar og fesnar hendur. Alt ov nógv leys hondlið. Tú, ið lesur hetta, skuldi væl ikki verið ein slík/ur?! Táið vit lesa samanhangin, so kemur týðiligani fram, at tey, ið hava slíka andaliga handarmegi, hava ikki slept orðinum og navninum. Har stendur í v.8:” Tí tú hevur lítla kraft(kvantitet, mnskj styrki), og tó hevur tú varðveitt ORÐ mítt og ikki avnoktað NAVN mítt. Also, so liggur krúnan í ORÐINUM OG NAVNINUM! Og innfyri komu Harrans Jesusar, er ein lítil flokkur, ið ikki hevur slept, men hildið fast í krúnuni! Ert tú ein av teimum?

Táið vit lesa um Laudikea samkomuna, so er ikki ein hentýdningur til, at Jesus sigur við nakran av teimum:” Halt fast!” Men tvørturímóti um at sleppa sær av við tað sjálvbedra, at man heldur seg vera ríkan og mangla einki. Men fyri mær sær tað út til, at hesi eru ætlaði til tað, og tey hava sanniliga eisini fingið andaligar sterkar hendur til at halda fast við sítt.

Hvat heldur tú fast í? Orðið og Navnið ella Laudikea fráfallið? Tað sæst týðiliga á hondum tínum! Tað sæst á hondini, um tað eru arbeiðshendur ella ikki.

Vit lesa mangan í skriftini um hond Harrans. T.d. 2.Mós.17.16. 5.Mós.2.15. Josva 4.24. 1.Sám.5.9. Og Andi Harrans. Dóm.3.10. 6.34. 11.29. 13.25. 14.6. 14.19. 15.14. 1.Sám.10.6. 16.13. Og hetta eru tvey úttrykk fyri sama innihald. So kemur spurningurin: Hvat heldur andi tín fast við og hvat trívist hann í? Frøist og gleðist andi tín í tí óspiltað orðinum og elskuliga navninum? Heldur andi tín fast við, at einki skal leggjast afturat skriftini og at einki skal takast frá skriftini? Heldur andi tín fast við, at tann grundvøllur, sum Paulus legði er eitt trygt og gott andans fundament fyri at tú skalt náa málið ella skurrar tað og irreterast tú yvir, at Gud brúkti hann? Sigur andi tín “Amen” yvir dópin í Jesu Kristi navn ella irreterast hann? Sigur andi tín “Amen” yvir, at Gud er ein ella irreterast hann og vendir sær inni í tær?

Vit lesa: ” Men Elisa segði við hann:” Kom við boga og pílum!” Hann kom tá við boga og pílum til hansara. Tá segði hann við Ísraelskong:” Legg hondina á bogan!” Og hann legði hondina á hann. Nú legði Elisa hendur sínar á hendur kongsins. 2.Kong13.15-16. Les tekstin víðari.

Her síggja vit tvær týpir av hondum. Kongsins hendur og tær gomlu profet hendurnar, og munur er á teimum. Hesin ungi kongurin hevði uttan iva hildið í mongum hondum. Tí sum kongur heilsast ein nógv. Men hetta var fyrstu ferð, at kongurin hevði upplivað slíkt fast andans handargrep. Men kongurin lat ikki handaráleggingina frá profetinum fara inní anda sín og broyta seg, so at hann fekk somu kraft og hug og úthaldni til at basa fráfallinum í Ísrael. Og tað legði Elisa merki til. Elisa kendi beinanvegin, táið hann legði sínar gomlu, slitnu profethendur á hendur kongsins, at her er eingin gjøgnumgangandi kraft og yvirføring av eldi og anda Guds. kongurin “slepti” á hálvari leið. Profeturin fekk sorg í hjarta og gjørdist illur.v.19.

Tíðin er stutt og Harrin unnar tær enn sín Anda at leggja á teg og at tú skalt standa fast og halda fast saman við Elisa. Rætt honum tínar hendur ídag!

Hallur Sørensen