Vit skulu lesa saman í 1.Mós.21.10-12: Tá segði hon við Ábraham: «Rek hesa trælkvinnuna og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!» Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt – fyri sonar hansara skuld. Men Gud segði við Ábraham: «Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.» Og í Galatiabrævinum stendur: «Sigið mær, tit, sum vilja vera undir lógini, hoyra tit ikki lógina? Skrivað er jú, at Ábraham átti tveir synir, ein við trælkvinnuni og ein við hini frælsu kvinnuni. Sonur trælkvinnuna er føddur eftir holdinum, sonur hina frælsu kvinnuna harímóti eftir lyftinum…So eru vit, brøður, ikki børn trælkvinnunar, men hinnar frælsu kvinnu.» Gal.4.21-23.31.

Gjørdi ógvuliga ilt. Hebr, raw-ah’: oyðilagdur, sundurbrotin, skaddur, ilt, irreteraður.

Hetta var, sum orðið lýsir, ógvuliga tungt og álvarsamt fyri Ábraham. Og aftaná slík boð frá konu síni, sum eru so knallandi radikal, so er tað bara ein, sum kann koma við linna og troyst og fáa ein at skilja hesa fløkju: Gud! Einki menniskja kann aftaná slíkt «sker inná bein og merg» forkynnilsi koma og troysta á nakran hátt. Bara Gud! Eingin kann við væl talandi orðum náa inn til Ábraham. Bara Gud! Tað finst eingin maður við empati ella sympati, sum skilur Ábraham. Bara Gud!

Hetta eru hørð boð at fáa slongd inná seg. Sum ein stór alda, ið hvølvur bátin. Sum ein tsunami, ið stoytir umkoll hús og heim. Sum ein tungur hamari ella sleggja, ið slær beint á andlitið. Hoyr útsøgnina umaftur: «Rek…burt…ikki arva…» Hetta vóru ikki kríatúr. Ikki fíggindar. Ikki ókend fólk. Men Ábrahamsa kona og sonur. Maðurin hevði sterk følilsir til konu og barn.

So lyftir Paulus henda tekst inní nýtestamentligt høpi og dregur eina andaliga paralell. Og nú kennir tú teg aftur og hvat fyri prís, ið tú hevur goldið, at hoyra til lyftissonin Ísak Jesus. «Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.» Tað hevur altíð verið ein «Sára», ið má til og sum má korigerað og hava tað knallandi radikala forkynnilsi, fyri at fáa avkomið fram. Sára? Kann hon brúkast? Skal tað ikki vera nakað meiri kollveltandi? Nakað meiri Bíbliuskúlakent? Okkurt meiri doktor Theo innanfyri Gudfrøði? Onkrir verðinskendir ápostlar? Nei, Gud velur sær altíð tað, sum einki er, fyri at gera teir vísu til skammar. Hann fyllir hesi einklu menniskju við síni sterku kraft og gevur teimum andans autoritet. Og hesi balla ikki tekst ella orð inní religiøsar vatnrondellir, og mjúka kjálkarnar hjá áhoyrarum. Tey siga sum Sára: «Rek…burt…ikki arva…»

Tú hevur kent týdningin av Hebr, raw-ah’: «oyðilagdur, sundurbrotin, skaddur, ilt, irreteraður.» skriftin sigur at «holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum…» Tað er ein bardagi. Eisini stendur: «Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað;» Eisini sigur skriftin: «Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.» Hetta eru sterk orð og munnu mangan skapa eina tvístøðu og eitt val, sum oyðileggur fyri hin partin, ger ein sjálvan sundurbrotnan, ger ilt og ikki minst irreterar. Vegirnir skiljast, fyri síðani ongantíð aftur at sameinast. Eitt brot, sum ikki er til at lappa saman aftur. Hugsa teg einaferð um og prøva og tel eftir alt tú misti, táið «Sára» vísti tær vegin. Alt tað sosiala, familju, vinir, arbeiðið, traditiónir, vanar og prioriteringar. Jú víst varð nógv oyðilagt, sundurbrotið, skatt og gav ilt av sær.

Lógin. Hon hevði og hevur til dags dato alt ov sterkar og grípandi røtur inni í tjaldinum hjá Sáru og Ábraham. Sára bardist við hetta lógarkraftverk og tað ger hennara avkom enn, hennara lyftisavkom. Tað drepur ondslívið, um tað ikki verður rivið upp við rót og kasta út. Frelsan er ikki ein samanblandingur millum lóg og náði. Ein samanblandingur millum Guds suverenu ævigu útveljing og mína rættvísu av at halda lógina til punkt og prikk. Tað er ikki ein samanblandingur, tí einki menniskja verður rættvísgjørt av lógverkum. Var tað so, so doyði Jesus til fánýtis. Og hetta, at vit ikki eiga ein lítlan part í verkinum, um tað so bara er, at vit kunnu fáa æruna fyri, at tað vóru vit sum søgdu «ja», so irreterar hetta mong. Tað oyðileggur alt konseptið, at eg ikki fái æruna fyri at produsera eitt sindur sjálvur. Eg havi líkasum ikki hug, at Ísak skal fara við øllum miraklinum, men at Ismael er framkomin av mær og mínum holdi.

Nei Ábraham, skal Ísak fram, miraklið fram, so mást tú innsíggja at tú eigur ongan part, og tí skal tað út. Út við holdinum fyri at fáa lut í Andanum.

Tú hevur kent nógv uppgerð í tínum lívi. Tað eru mong tung tøk tikin og mangar svárar avgerðir tiknar. Tær svárastu og sum skera inná bein, veitst tú best sjálv/ur Men lít afturumbak og kenn eftir: tú hevur varðveitt títt Andans lív. Hjarta títt bankar fyri evangeliiunum. Tú ert klár/ur at møta Ísak Jesus í skýnum. Tú skalt skjótt sita til borðs við Ábraham, Ísak og Jákup og syngja Mósesar og Lambsins song. Har skalt tú møta profetar og stórar Gudsmenn. Og tit hava øll eitt til felags, táið tit standa frammanfyri trónuni ein dag, øll sum ein: «børn hinnar frælsu kvinnu», men tað var sanniliga eitt raw-ah’ á leiðini.

Hallur Sørensen