Jól og heiðinskapur

Vit nærkast nú jólatíðini. Henda tíðin er hásesong fyri religiøsitetinum og handilsvirkseminum kring landið, og alt, sum kann virka fram jólastemning kemur undan kavi. Allir møguligir handlar “kristnast” í nakrar hektiskar vikur. Tað lítla Jesu-barnið rótast fram frá skuffum og lagrið og verður síðani stillað fram millum Jósef, Mariu, 3 kongar, nakrar hirðar, seyðir, eina kúgv og eitt esil. Yvir høvdinum á Mariu og barninum eru gloriir, fyri at framheva tey og gera tey serstakliga andalig.

Á øllum útvarpsrásum verða spældir sangir, sum strekkja seg frá Sankta Claus til og við Jesus. Eisini á Lindini verður slíkt spælt. Har skuldi ein trú, at fólk, sum siga seg at kenna skriftina, áttu at vita, at jólini, sum verða so framhevað og gjørd til eina andaliga høgtíð, als ikki stemmar við Guds orð, men er ein heiðin høgtíð, sum er niðurarvaður frá Babylon.

Samkomurnar eykast í religiøsitetinum hesar dagar. Sangirnir, vitnisburðarnir og stakkals turri prædikumaðurin noyðast at gera eitt renn inn í Lukas kap.2 og siga eitt ella annað um Jesu barnið og einglar sum kvóðu.

Tann katólska kirkjan fekk traditiónina frá gamla Babylon. Hátíðar haldanin byrjaði fyrst í fjórða árhundraði e.Kr. Jólini vórðu ongantíð hildin sum ein kristin høgtíð, fyrrenn mong árhundraðir eftir, at samkoman við Pæturi á odda, varð sett á stovn á hvitusunnudegi. Við egnum intiativi adopteraðu kirkjufedrarnir ein heidnan skikk og innsiglaðu hann við kristindóms-stempli.

Minnið um Jesu føðing er tann almenna umberingin fyri a halda jól. Tíðspunktið fyri Jesu føðing skal sjálvsagt standa opið til kjak. Men táið vit vita hansara deyða, sum var hin 14.dagurin i Nisan – runt roknað 25.mars, og hann doyði 33 og 1⁄2 ára gamal, so skal tað 1⁄2 árið eisini takast í álvara. Og tað gevur runt rokna ein føðidato á 25.sept. Eitt annað, sum eisini skal havast í huga, er at í Mal.3.1. stendur: “Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna.” Tann jødiska tempul høgtíðin var uml.1-5.okt.

Síðani tað ikki var møguligt at fastseta eitt eksakt dato, varð tann 25.des. valdur sum tann almenni hátíðardagur. Táið hetta dato frammanundan var ein traditionellur festdagur hjá rómverjum, í og við, at vetrartíðin hevði nátt sítt hæddarpunkt, og man sá fram móti ljósari tíðum, varð hetta dato sjálvskrivað. Hesir dagar vardu langa tíð og vóru væl umtóktir. Í kjølvatninum sóu tey “kristnu” sær møguleikan, at hesin heidni skikkurin fekk eitt kristi ískoyti, og tí varð hesin heidni festurin hildin við líka. Hervið uppstóðu jólini við tí “kristna” klædninginum vit kenna hann ídag.

Tann 25.des var føðingardagurin hjá sólini, tríggir dagar eftir stytsta dag. Haldanin av hesum degi er kent frá Babylon. Har eru keldurnar til mangar “kristnar” traditiónir. Grundleggjarin av Babylon var Nimrod.(1.Mós.10) Vit vita, at hann giftist við sínari egnu móðir, Semiramis. Eftir deyða hansara uppstóð doktrinin um hansara æviga eksistens sum eitt andaligt vesin. Í fylgi legenduni, hevði tað uppá eina nátt voksið út eitt ævigt grønt træ, sum symbol uppá Nimrods nýggja lív… Hvørt ár á sínum føðingardegi kom Nimrod og vitjaði hetta træ og við sær hevði hann gávur…Føðingardagurin var hin 25.des. Hetta var upphavið til jólatræið og gevan av gávum, sum egentliga skuldi vera gávur frá tí æviga Nimrod ella “jólanissuni”. Hetta er sera komiskt, men eisini tragisk, tí religiøs menniskju hava ikki sans fyri , at slíkt kann ikki vera frá Gudi, tað kann ikki bera til. Men trúgv tí ella ei, men tey kopiera hetta vitloysi og kristna tað í navni Harrans.

Í hesari babyloniskari kult varð Semiramis nevnd “himlanna drotning” og Nimrod “sólarinnar sonur”. Hetta kenna vit aftur í okkara døgum, har móðir og barn av katolikkum verður dyrka og tilbiðið. Henda reindyrkaða falska madonna tilbiðjanin av jomfrú Mariu, sum er uttan synd, gjørd soni Guds líkan, er til at spýggja av.

Tann 25.des.trongdi seg ígjøgnum og varð hátíðarhildin sum tann guddómligi føðingardagurin langt áðrenn okkara tíðarrokning, og hevur sostatt einki við Jesu føðing at gera..

Sjálvt um tað er eitt fakta, at jólini ikki eru ein kristin høgtíð, og at hetta er vælkent stoff fyri prestar, forstandarir, teologar og upplýst menniskju generelt, so velja teir atlíkavæl at servera hesa følsku skrønu og halda á at lýsa hana sum

kristna. Ja enntá folda teir saman hendur og takka Gudi fyri kirkjuárs størstu kristnu høgtíð.

Jólini hava ongantíð og koma heldur ongantíð at vera nøkur kristin høgtíð, men koma heldur at standa sum eitt dømi um, hvussu lætt tað er fyri Satan at snýta tey religiøsu. Táið hann fær tey at hoppa uppá slíkt, so er ikki undarligt at hann fær tey at gloypa barnadóp, konfirmatión, og hetta trøllið, sum øll, pinsar o.o hálsfevna, sum eitur tríeinigheit.

Lat teg ikki lúra! Hallur Sørensen