Ævig útveljing

Hesin ógvuliga týdningarmikli sannleiki finnist í Bíbliuni. Hann gongur sum ein reyður tráður gjøgnum allar 66 bøkurnar. Hóast henda dýrabara sannleika, so finnast mong, ið hvassliga nokta hann. Mangir trúarrætningar trúgva á æviga frelsu – tvs. at táið ein kemur til trúgv, so fær hann æviga frelsu. At frá sama sekundi ein játtar Jesus sum Harra, so ert tú garanteraður ævigt lív. Men skriftin lærir, at frammanundan hesum frelsu degi, áðrenn tú segði ja, so vart tú ævigt útvaldur, og tá timingin var inni fyri tín stóra dag, so tókst tú ímóti frelsuni!

Lesur tú orðið uttan religiøsar brillur og indoktrinering frá tínum forstandara um frelsu, so sært tú, at læran um æviga útveljing og forútvitan Guds gongur gjøgnum skriftina. Latið okkum fara at hyggja eftir skriftstøðum frá Bíbliuni hesum viðvíkjandi:

Í Efes. 1.4-11: “ eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns – náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða…eftir fría ráði Sínum, sum Hann hevði tikið hjá sær sjálvum…Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns.”

Sum vit lesa, so var útveljingin av einum fólki longu avgjørt, áðrenn heimurin varð grundaður. Og hetta ráð kemur týðiligani fram, at tað tók og avgjørdi Hann sjálvur.

So kemur tað fram í v.7, at tíðin er inni, fyri at tað ráðið, sum Hann tók hjá Sær sjálvum frá ævinum av skuldi koma fram. Og vit lesa: “Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,…”

Í 1.Pæt.1.18 stendur: “ Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum. Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi – Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld,…”

Her kemur týðiligani fram, at frelsan og æviga lívið í Kristusi var longu ornað og vegurin var opin, áðrenn tað kom fram í tíð. Fyri okkara skuld varð tað opinberað, tað, sum varð avgjørt í himli.

Í opinb.13.8 stendur: “Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað(dýrið), hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.” Nær varð so títt navn skrivað í lívsbók lambsins? Tann dagin tú segði ja til Jesus? Nei als ikki. Skriftin segði: lívsbók lambsins, ið dripið er. Nær varð lambið dripið? lambi – Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður. Títt navn varð skrivað í hansara bók frá ævinum av.

Í Róm.8.29-30 verður tann gylti Guds vegur vilji lýstur soleiðis: “Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.”

Nógv verður prædikað um verkið á Golgata. So kemur spurningurin: var Golgata ein sigur ella ein falliterklæring? Tað velst um man sær útveljingina ella ikki. Trýr man at øll kunnu verða frelst og at øll kunnu taka ímóti, um bert tey vilja, so er Golgata ein falliterklæring. Tí tað er bert ein brøkpartur, sum hava tikið við evangeliiunum. Also, so megnaði Jesus ikki at frelsa øll – “tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.” 2.Pæt.3.9. Also kláraði Jesus ikki at gjøgnumføra Sín vilja og umvenda øll. Sjálvsagt skal versið og Golgata ikki skiljast á tann hátt. Golgata var ein suverenur sigur, og Hann sigur í Jóh.Evang.10.29: “ og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.” Og í kap.18.9. stendur: “Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær. Og í kap.17,12 stendur: “Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist – … Tað, sum er loyndardómurin í hesum er, at øll tey, sum vóru skrivað í lívsbók lambsins, áðrenn heimurin varð grundaður, doyði Jesus fyri. Og hesi eru dýrt keypt og Hansara ogn frá ævinum av. Henda skara hevur Hann vart og Hann misti ongan av teimum og eingin fortaptist ella kemur at fortapast. Hann doyði ikki fyri øll, men einans tey, ið hava sítt navn í lambsins bók.

Í Efesus kap. 5. 23 stendur:”…Hann, sum er frelsari likams Síns” og í v.25: “ …Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,…

Her kemur fram, at Jesus er frelsari likams síns og hetta likam doyði hann fyri. Doyði Jesus fyri øll likam? Nei, sítt egna; og ert tú limur á hansara likamið, so er hann tín frelsari.

Í 2.Tim.1.9 lesa vit: “sum frelsti okkum og kallaði okkum við heiløgum kalli,…” Vit steðga har fyrst. Tey flestu religiøsu vildu sagt umvent og orðað tað soleiðis: sum kallaði okkum og frelsti okkum. Men her sigur ápostul Paulus at frelsan var frá ævinum av og tá tímin kom, so ljóðaði tað effektiva kallið og tú tók ímóti frelsuni, sum tú vart

ætlaður til frá forðum. Víðari lesa vit: ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, men nú er vorðin opinber við Frelsara okkara Jesu Krists,…”

Í Róm.9.11. stendur: “Tí tá ið teir enn vóru óføddir og hvørki høvdu gjørt gott ella ilt, varð – fyri at ráð Guds eftir útveljingini skuldi standa fast, ikki av verkum, men av Honum, ið kallar – sagt við hana: “ Hin eldri skal tæna hinum yngra”. Paulus tosar her um útveljingarráð, ið skuldi standa fast – frelsuætlan Guds. og so sigur hann aftaná: men av Honum, ið kallar. Sjálvsagt visti Gud frammanundan um Jákup og Esau og hvønn Hann hevði ætlan við, men kallið kom í tíð og varð so við og við staðfest.

Í Hebrearabrævinum 11 stendur um trúnna hjá Ábel og Káin. Sjálvsagt kemur týðiligt fram um útveljingina viðvíkjandi teimum báðum. Hvat fyri forútsetningar høvdu teir viðvíkjandi altar, offur og hvat, sum toknaðist Gudi? Ongar! Teir vistu als einki. Hvønn skuldu teir spyrja á síni tíð, um hvat var rætt og ikki? Men Gud útvaldi Ábel og legði í anda hansara um ofringina av teimum frumbornu í fylgi hansara. Gud sá, at tað Hann virkaði í anda Ábels gav respons og tað toknaðist Gudi og tað stendur í Hebr.11: “ Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin,… Hvar fekk Ábel hesa opinbering frá og hví? Svarið er eittans: Gud útvaldi Ábel!

Í G.T. valdi Gud út ein mann, Ábraham. Av øllum milliónum menniskjum, so var tað ein sum hoyrdi Guds talu. Var tað tí at Ábraham var meiri intellegentur ella hevði oyru sum parabolar ella sá betur, meiri vísur? Einki av slíkum. Men tað stendur í Hebr.11.8.:” Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður,… Ábraham var útvaldur frá ævinum av, men tá ið kallið kom, so responderaði hann og var lýðin.

Í G.T. lesa vit um ørkina. Hetta var tað einasta sokallaða Golgata í G.T. Tað var tað einasta staðið á jørð, at Gud var og búði. Øll sum høvdu syndað og síðani fingu fyrigeving, máttu koma til ørkina. Hetta fólk valdi Gud sær. Øll hini rundan um, sum var ein óteljandi skarði, fingu ongantíð syndafyrigeving. Tey doyðu uttan Gud og uttan vón.

Jesus kom inn í henda heim at frelsa og hann megnaði eisini at frelsa Paulus, tí hann var útvaldur. Paulus sigur um seg sjálvan: ”Men tá ið Gudi líkaði – sum úr móðurlívið hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni,…” Tað er ein veldig náði, at vera forútbestemtur at arva frelsu. Ein tryggheit uttan líka.

Heldur tú, at nakar verður frelstur, sum ikki Harrin veit um? At knappliga, so yvirgevur ein persónur seg, sum ikki stóð í Hansara bók og Harrin verður egentliga sjokkeraður? Sjálvsagt ikki! Hann veit um hvønn einasta ein og veit nær dagurin er inni fyri sítt fólk. Tað stendur í Sálm 87.6: “HARRIN skal telja soleiðis, tá ið fólkini verða uppskrivað: “Hesi eru fødd har.” – Sela.

Mangan verður sagt, at “hatta kvøldið varð Jesus ov sterkur fyri viðkomandi og tí mátti viðkomandi boyggja seg.” Implisit liggur tað í úttalilsunum, at hini kvøldini hevur viðkomandi verði sterkari enn kallið, men nú kláraði Jesus at vinna sálina. Fyri ein ynkilig mynd av Jesus. Tá ið útveljingartímin er inni, so er ikki kjansur fyri at standa ímóti. Paulus kláraði ikki at standa ímóti, hann, sum var fíggindi Jesusar og hataði alt, sum kallaðist Kristus og tey, sum vóru eftirfylgjarar Hansara.

Eisini trúgva mangir trúarrætningar, at yvirgevingin til Jesus, er baserað á, at um tú vilt, um tú sigur ja. Hetta er als ikki so. Skriftin sigur: “sum skrivað er:”eingin rættvísur er, ikki ein; skilafólk eru ikki til; eingin er, sum søkir Gud; øll eru farin av leið; øll somul eru spilt; eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein;” Hetta er eitt úrslit av

fallinum í Eden. Fallið var totalt. Eisini viljin at søkja Gud og koma Honum nær. Skriftin lærir eisini, at vit, sum eru uttan Gud, eru deyð. Kann ein deyður nakað sum helst? Kann hann siga “ja” og “nei”? kann hann reisa seg og ganga móti Gudi? Nei! Also er frelsan ikki tengd at tær, men 100% á Gud aleina. Tað er Hansara verk aleina frá A – O. Filippibr.2.13 sigur: “Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.”

Lasarus kundi ei heldur taka seg saman at vakna og koma út úr grøvini. Tað mátti ein Guddómlig kraft og Andans dragilsi til. Í líknandi støðu vóru tú og eg. Tað var Jesus sum rópti á teg og meg, og vit komu út úr deyðans fangatippi.

Enn einaferð, so er frelsan Hansara verk og ikki títt. Tú eigur einki rós og einki, sum tú kanst vísa til. Esaias sigur í kap.42.8: “Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt;Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína,…” og “Fyri Mína skuld, fyri Mína skuld geri Eg tað;…Og dýrd Mína gevi Eg ongum øðrum. Es.48.11.

Tey sum eru við í ráði Guds móttaka eitt effektivt kall við skapandi kraft og tey verða øll frelst. Og tey, sum hann frelsir, gevur hann ævigt lív og tey skulu í allar ævir ikki fortapast.(Jóh.10.28) Tey fáa eina fullkomna og æviga frelsu. (Hebr.5.9 og 7.25).

Hallur Sørensen