Men um midnátt!

Men um midnátt hoyrdist róp: „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“ Matt.25.6.

Hesin álvarsami beratningur tekur okkum inní eina tíð, sum ikki liggur so langt framman fyri okkum, og hann nærkast við stórum stevum. Hetta er endatíðarinnar lýsing, beint áðrenn brúðgómurin opinberast fyri sínari brúður, og tekur hana burt, og Sálmur 27.5 uppfyllist: “Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg.” Hin óndi dagurin smb mongum øðrum skriftstøðum er, táið trongdartíðin byrjar. Tá er brúður Krist tikin burtur og Hann fjalir hana.

Sæð út frá hesum conteksti, so er tað ein sovandi tíð, sum vit liva í. Men fjøldin heldur tvørturímóti. Spyrst tú so karismatikarar, so eru teir tó óeinigir á máli um vekingin er byrjað ella ikki. Summir tvíhalda uppá at hon er, og hoyrir tú Lindina, so siga tey, at hon er líka um hornið. Tað er blivið profeterað í navni Harrans í mong ár, at nú kemur “the latter rain” frá Jóel 2.23. Men tó, so síggi eg bert, at tað sum ápostil Jóhannes fær opinberað á oynni Patmos staðfestis alt meiri. Har stendur: “Tú sigur jú: „Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!“ – og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!” Jóh.opinb.3.17.
Tað er mangan blivið talað um hesar moyggjar. Og ofta lagt út á tann hátt at øll svóvu. Men so er ikki. Tað var nemmliga ein bólkur sum ikki svav. Og tað vóru tær sum róptu. Tað er ikki so, at øll í endatíðini sova. Tað eru nøkur, sum hava “varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt”, sigur Jesus. Eisini stendur í Matt.24.45. “Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?” Norska Bíblian sigur: “Hvem er da” da/tá ið endatíðini. Tí tað er tað Jesus talar um allan vegin gjøgnum í kap.24 og 25. Also er tað ein trúgv og skilagóð tænasta í endatíðini, ið verður staðfest av Harranum á tann hátt, at fólkið etur matin, ið tænarin borðreiður við, og tey verða styrkt av honum, so tey ikki sovna, men eru vakin og edrú og rópa um hansara komu. Tey liva í upprykkingini allatíð og vænta hansara parusia. Tann dagin Jesus opinberast, verður ikki tíð at siga “Brúðgómurin kemur”. 1.Kor.15.51- 52 sigur: “Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast, og tað í einum nú, í einum eygnabragdi” – tað hendir knappliga, uttan ávaring. Men hesi sum róptu, søgdu, at Hann kemur skjótt,

Hann er í sínari komu. Bileam segði: “Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær.”
Aftur til vekingina. Hetta er tann einasta veking, sum verður í endatíðini áðrenn Jesus kemur. Og hoyr nú her: ikki lat teg forføra at milliónir og heil kontegentir skulu frelsast. At man næstan skal koma at leita við korti og kumpassi eftir einum, ið ikki hevur tikið ímóti frelsuni. Tað passar ikki. Hendan vekingin av teimum sum svóvu viðførdi, at táið rópið ljóðaði, og tær vaknaðu, so reduseraðist flokkurin niður í eina helvt. Helmingurin tók ímóti boðskapinum og gjørdi seg kláran at fara inní brúdleypið og hin helmingurin stóð eftir.

Tað kemur meiri og meiri til sjóndar, sum dagurin stundar til, hvørji sum eru ektaði, og hvørji sum ikki eru. Og tað sum fær tað fram og og skilnaðin er boðskapurin hjá tí klóka tænaranum. Áðrenn Jesus kom fyrstu ferð var ein klókur tænari, hvørs navn var Jóhannes við tilnavninum Doyparin. Og hann segði um jesus at “Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, og Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveiti Sína inn í løðuna; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.“Matt.3.12. Jesus hevur í hesari tíð sínar útvaldu tænarar, sum hann hevur latið Kastiskuplu sína í hendur teirra. Og teir kasta hveitina upp í veðrið og vindurin skilir hveitina frá dumbuni. Tað er so týdningarmikið at tað er eitt skilji í evangeliiunum, sum reinsar burt tað óektaða frá tí ektaða. Jeramias fekk at vita, at “… skilir tú hitt dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, skalt tú vera sum muður Mín…”Legg ikki oyra títt til alt, men legg til merkis, hvørjar tænarar Harrin eigur, og sum eru undir Hansara uppdragilsi og eru keyptir frá menniskjum til Hansara. Sum ikki lata seg keypa fyri pening fyri frið skyld, og ikki gera sum fólkið sigur, men sum Harrin talar.

Harrin er nær og Hann nýtir sítt útvalda embætið at siga frá um endatíðina, at hon er ein villeiðandi tíð, tí fjøldin sigur, at fyrst má vekingin koma, áðrenn Jesus kemur aftur. At Hann kann ikki koma, áðrenn Hann hevur latið globala veking koma yvir øll. Bíblian við sínum ektaðu tænarum sigur, at fyrst má fráfallið koma – og tað verður stórt. Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur. Ert tú vís/ur í hesi myrku tíð og hevur tú ljós yvir endatíðina? Hvønn húsbónda og hvønn tænara tú ert undir fer at avdúka tað ta stund! Midnáttsrópið ljóðar skjótt.

Hallur Sørensen