Vit lesa ein vakran beratning úr 1.Kong.17.11-15:” Táið hon nú fór eftir tí, rópti hann aftan á henni: ”Tak eisini breyðbita við til mín!” Men hon svaraði: ” So satt sum HARRIN Gud tín livir – eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðakvistar, og so ætli eg at fara aftir til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!” Tá segði Elias við hana:” Óttast ikki! Far heim og ger tað til, sum tú sigur! Ger mær bert fyrst eitt lítið breyð av tí og kom út til mín við tí! Síðani kanst tú gera tær og syni tínum nakað til. Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels:” Mjølkrukkan skal ikki verða tóm, og oljan skal ikki verða uppi í krússinum, líka til tann dag, ið HARRIN gevur regn á jørðini!” Hon fór nú og gjørdi, sum Elias hevði sagt; og tey høvdu mat, bæði hon sjálv og hann og hús hennara, langa tíð.”

Einkjur og, sum skriftin sigur:” Men tann, ið veruliga er einkja og stendur eina, hevur sett vón sína til Gud og heldur á við bøn og ákallan nátt og dag.”(1.Tim.3.5) hava verið gjøgnum kirkju og vekingarsøguna ein av størstu supportarum av fría ráði Guds. Gud er fríur og tí vil Hann, at hansara arbeiði eisini skal vera frítt. Ikki stýrt av organisatión, nevnd ella menniskjavaldum stýri á nakran hátt. Við at leggja seg inn undir slíkt, so drepur tú alt arbeiðið Guds. Fyrsta veruliga álop á Guds samkomu var læra Nikola’itanna. Hetta byrjaði í allari óskyldigheit fyrst sum verk, sum so endaði sum ein læra. Jóh.Opinb.2.6 og 15. Niko merkir makt og laus merkir fólk. Also so fekk man eina læru, sum Harrin hatar, har tað var eitt fólk, sum tók makt á hinum. Í allari organisation og religiøsum óbíbilskum bygnaði finst Nikola’itanna læra, har tað eru nakrir menn, sum gjøgnum klæðir, krusifiksir, makt, pengar meina seg at kunna hava vald á menniskjum. Tak bert ein lítlan rundtúr gjøgnum katólsku og protestantisku kirkjuna, hvussu prestar, kardinalar, biskoppar hava við sínum draktum lyft seg sjálvar eitt og tvey niveau uppum øll onnur. Alt sokallað opinberilsi skal síggjast og vigast fyrst gjøgnum teirra meining.

Hesin Elias var fríur. Útvalt reiðskap av Harranum. Og Harrin tók sær av honum. So kemur hungursneyð og Harrin skúgvar allar meteologar til viks við at steingja himmalin fyri regni í 42 mðr. So sendir Harrin Elias til einkjuna í Sarepta. Harrin hevur altíð til allar tíðir eina einkju í Sarepta at breyðføða Guds tænara!

Einkju? Var tað einki betur, sum Harrin kundi spanderað uppá Elias? Eg skal siga tykkum ein ting, at veruliga Harrans tænarir, ganga ikki uppí alskyns tímilig sortiment, men um hjálpin, einkjan, er stýrd av Gudi Ísraels. Tað kann síggja so fátæksligt og ynkiligt út, men sum Lukas refererar í sínum fjóðra kapittul, um henda beratning: ” til onga teirra (einkjur í Ísrael) varð Elias sendur, men bert til eina einkju í Sarepta við Sidon.” Hvat er tað Lukas vil hava fram: Útveljingina av hesi einkju! Tað var tað, ið lá á profetsins hjarta: hon er útvald!

So kemur Elias til hana og biðjur um breyð. Hví kundi hann tað? V.9 sigur: ” Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg.” Henda einkja átti einki, men sjálvt um hon einki átti, so var eingin mótvilji ella vantrúgv ella uppreistur í hennara úttalilsum móti profetinum, tí ” Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg.” Gud hevði frammanundan arbeitt uppá hennara hjarta. Gud syrgir fyri sínum, við at hava arbeitt uppá hjørtuni og slætta sjógvin, so táið tú kemur, so liggur hjálpin har. Ikki sparka eina hurð upp, sum Harrin hevur opnað!

So kemur tað flotta. Hennara borð er rabundus fiasko. Og hon sær deyðan fyri sær. Men við at taka ímóti boðskapinum frá profetinum, so flutti Harrin hana og sonin, ið hon átti, frá sínum borði yvir á Harrans borð. Guds borð og matur bleiv nú hennara borð og matur. Tak við trúgv móti hesum, og tú fert at sanna, at tað, ið tú ikki fær at røkka til, fært tú at røkka til, táið tú setur Harran og profetorði í fremstu røð. Henda borðflyting var ein fysisk og andalig uppgradering.  Harrin ynskir at vísa tær, at Hann er trúfastur, táið tú handlar í trúgv og álit á hansara orð. Hann svíkur ei, ánei, ánei!

Hví varð Elias/Jesus sendur inní títt hús og heim og føra teg frá tínum borði inná Hansara feitu og margfullu rættir? Tí tú ert æviga útvald/ur!

Hallur Sørensen