Aftursvar til “Jesus á fest” í Dimmu tann 26. september.

Í grein síni skrivar leiðarin fyri ein av hvítusunnusamkomunum í Føroyum, at niðurstøðan er “torfør, fyri ikki at siga vónleys, at koma til” og “heilt við síðunar av”,
at siga, at Jesus og Móses vóru av sama Anda, og tí høvdu takklað fráfallið á
sama hátt. Hetta grundgevur skrivarin heilt ótruliga tunt, og við t.d. at misnýta
skriftina í Jóh 2,17, har hann sigur, at hinir hava slíkt íðni, sum etur upp Harran. Tað er ikki tað David profeterar í Sálm 69.10. Skrivarin vil eisini gera Móses til ein vreiðifullan mann, sum hevur mist tamarhaldið á sær sjálvum, og tí noyðist ein eyka túr upp á fjallið. Eg vil siga tað, at tað er eitt stórt djup fest millum tað, at vera illsintur og at hava guddómliga vreiði. “Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg,…”(Efes.4.30) Er tá talan um ein anda, sum svevar eina ella aðrastaðnis uppi í luftini? Nei, tað kann tað ikki vera, tí “Vita tit ikki, at tit eru tempul hins livandi Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?” Tá ið so Andi Guds verður voldur sorg, og Hann er í Mósesi, skuldi ikki verið undarligt at Móses fyltist av Heilaga vreiði.

Í greinini verður ein hending drigin fram frá Jóh.2, har Jesus reinsar templið fyri nýmótans gudstænastu. Eg kundi hugsað mær at sagt eitt sindur um hesa hending og víst á, at guddómliga sinnalag og atburður Jesusar, ikki er ólíkur Mósesar.

“Jesus fór nú inn í tempul Guds og rak út allar, sum seldu og keyptu í
templinum; borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur, koyrdi Hann umkoll. Og Hann segði við teir: „Skrivað er: „Hús Mítt skal kallast bønhús.“ Men tit gera tað til ránsmannabøli!“ Matt. 21.12-13.
Á, hvør ein munur er á, hvussu lívið í templinum verður lýst her, ímun til tað
vit finna, tá ið templið verður innvígt í 2.Krøn.7: Prestarnir fingu ikki farið
inn í hús HARRANS, tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS.
Nú var húsið fylt av fráfallið og vorðið eitt ránsmannabøli. Nýggj ting høvdu fingið pláss í templinum, ið ikki vóru við í ætlanum Harrans viðvíkjandi templinum. Ting, ið Gud ikki vísti Dávid, tá Hann opinberaði honum um templið. Vit kunnu undrast yvir hesi nýggju tingini, men skilja vit tó Jesu harðrenda atburð og íðni, tá Hann rekur hesar nýggju “tænasturnar” á dyr? Teir, ið
vekslaðu pening og selgdu dúvur, vóru hóast alt bert har fyri at lætta um tempultænastuna og offurtænastuna. Hetta var jú ein ”tænasta”, ið øll áttu at virðismett og verði glað fyri – rætt og slætt ein framgongd.
Men Harrin Jesus – Harri tempulsins – sá annarleiðis uppá hetta nýggja. Hansara

atburður virkar ræðandi, sjálvt í dag. Útgjørdur við einum koyrili og einum brennandi íðni, rekur Hann hetta nýggja tænastu tilboðið út. Frásøgnin útilukkar allan iva um, hvat Jesus meinar. Eingin, hvørki “pinsavinur” ella onnur, kann koma uttan um hetta.

Hetta nýggja var í sær sjálvum ikki so stórt ella vandamikið. Tað hoyrdi bara
ikki heima í templi Harrans. Vit kunnu læra av hesum, at tað eru ikki altíð tey stóru tingini, ið gera templið um til eitt ránsmannabøli.
Men júst orsaka av at Jesus so radikalt gekk móti hesum nýggja og vildi hava tað úr gudstænastuni, royndi høvuðsprestarnir og teir skriftlærdi at beina fyri
Honum, Mark.11,18. Tá ið Jesus ruddar upp, uppstanda ofta konfrontatiónir. Jesus gjørdist eitt órógvandi element í teirra gudstænastu. Hann var ov konservativur

og ov lítið framburðarvinarligur. Hann gekk ov høgt upp í detaljirnar í
skriftini, og var alt ov gamaldags sinnaður. Hann minti alt ov nógv um gamla
Móses. Ein tílíkur neyvur Jesus kann vera tungur at hava við at gera, eisini í
dagsins samkomum. Tí leggjast upp nýggj ráð at fáa rudda Hann av vegnum. Tílíkar forðingar fyri “okkara” gudstænastur mugu burtur, fyri ikki at steðga samkomuvøkstrinum.
Harrans hús “skal kallast bønhús”, og einki annað. Í Jóh.2, 16. sigur Jesus
“gerið ikki hús Faðirs Míns til handil!” Templið eigur ikki at vera eitt stað,
har man søkir menniskjaligan vinning, men eitt stað, har man søkir Gud í bøn og yvirgevan av sjálvlívinum.
Ein kann av røttum seta spurningin, um ikki øll handilsvirksomheitin í
samkomunum ídag avspegla støðuna. Víst eru nýggir hættir og ótald tilboð, sum
fáa fólk at ofra meir. Men man Harranum toknast hesi “offur”?
Mær kemur í hug hvøssu og átalandi orð Harrans til Saul, tá hann bar fram eitt
rekord offur til Harran: Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta
eftir er meiri vert enn veðrafiti!
Móses verður í greinini lýstur sum eitt illsinnavætti, sum handlaði frá sínum
egna illsinni og tí helst gjørdi ein brølara? Lesa vit samanhangin í 2.Mós.32
síggja vit at Móses fór í forbøn fyri fólkið, tá Gud í vreiði Síni ætlaði at
gera enda á teimum. Maðurin, sum greinskrivarin lýsur sum eitt illsinnaðvætti,
ið handlaði í øði, verður í skriftini lýstur sum spakførasta menniskja á jørð(4.Mós.12,3).

Víst hava vit – sum greinskrivarin sigur – “sætt frælsi” í Jesusi. Hetta frælsið, vit hava í Jesusi er ikki eitt frælsi, sum leiðir okkum til at líkjast heiminum, og: “halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Minni enn so!”(Róm.6.1-2) Frælsið í Jesusi, er eitt frælsi, ið skilir okkum út frá heiminum, og far okkum til at : “reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í

gudsótta!”(2. Kor.7.1)
Um frælsið vit kenna fær okkum og okkara gudsdyrkan at líkjast heiminum, so ivist eg í at tað er frælsið í Jesusi talan er um. Um okkum tørvar at skipa fyri gospelfestivalum eftir verðsligum mynstri, fyri at koma í samband við menniskju, ið tørva Jesus, hava vit flutt okkum rættuliga langt frá tí, sum Móses og Jesus stóðu fyri. So stendur spurningurin eftir: Hvør er tað, sum hevur flutt
samkomuna og gudstænastuna har – eru tað vit, ella er tað Jesus, sum: “er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.”(Hebr.13.8)

Hallur Sørensen.