Brævið er eitt svar uppa eitt uppdiktað bræv frá Paulus, um at verða førdur inn í skipanina sum misjonerur.

Harra Paulus.

Vit hava júst móttikið eina umsøkn frá tær um tænastu í okkara misjónssamband. Tað er okkara ynski, at vit ganga fram á ein so erligan hátt sum tilber, og eru jalig og opin fyri teimum umsøknum, sum koma inn. Vit hava kannað gjølla, hvør tú ert, og vit undrast yvir, at tú í heila tikið er ein misjonerur fra fyrr av.

Heldur tú, at tað sømir seg fyri ein misjoner at arbeiða hálva tíð, og at hava vanligt arbeiði við síðunar av? Vit hava nemmliga hoyrt, at tú seymar tjøld, samstundis sum tú misjonerar. Í einum brævi til samkomuna í Filippi fortelur tú, at hesi vóru tey einastu av øllum, sum undirhildu teg økonomiskt. Vit undrast hví.

Er tað satt, at tú hevur sitið í fongsli? Nakrir brøður siga eisini, at tú sat 2 ár í fongsli í Kesarea og harumframt eisini eina tíð í Róm.

Tú uppførdi teg eisini sera býtt at og var til nógv høvuðbrýggj og trupulleikar stóust av tær í Efesus, at tey sóu teg sum tann, ið villeiddi allan heimin. Fólk, ið høvdu fingist við gand, sum var teirra livibreyð, fekst tú steðgað, við at tey kastaðu sínar bøkur á bálið. Virði var áljóðandi 50.000 silvurpengar. Sensasjónsmenniskju í misjónssambandinum vilja vit ikki hava nakað við at gera. Vit fata ei heldur, at nakað sum at ” verða sígdur niður í kurv gjøgnum glugga á múrinum” í Damaskus, kann lata seg gera. Vit undrast eisini yvir tann manglandi mátan hjá tær at vinna menniskju. Fer man diplomatiskt fram, so verður man ikki steinaður, drigin út á gøtuna ella álopin av ránsmannaflokkum. Hevur tú ongantíð hugsað um, at við vælvaldum og góðum orðum, kundi tú vunnið tær fleiri vinir. Allastaðnis tú ert komin, hava trupulleikar stungið seg upp. Í Berøa setti tú teg upp móti einari kvinnu, sum er høgt í metum. Móti høvuðsprestinum av tínum egna fólkið segði tú: ”Gud skal sláa teg, kálkaði veggur tín!” Um eitt menniskja ikki kann sameinast við sítt egna fólk, hvussu kann hann so sendast út til fremmand og vera evangelium Guds at frama?

Vit hava eisini latið okkum fortalt, at tú var ein sokallaður orma-gyklari, sum á Malta tók ein orm upp í hendurnar. Tað sigst, at ormurin beit teg í hondina, men at tú fekst einki mein av hesum. Nonsens.

Sjálvur sigur tú, at í tí sváru tíðini í Róm, vart tú forlátin av øllum. Góð menniskju vera ikki forlátin, men hava nógvar vinir. Tríggir góðir brøður við navni Demetrius, Demas og koparsmiðjur Alexandur, hava borið tær tann vitnisburð, at tú vart als ikki til at arbeiða saman við. Teirra metodir vunnu ikki tín tokka. Vit vita eisini at tú hevði hvast orðastríð við eina annan misjoner við navni Barnabas. Hvøss orðastríð fremja ikki tann góða boðskapin.

Tú brúkar eisini alt ov nógva orku at tosa um ta sváru endatíð og Jesu afturkomu. Næstan alt títt bræv til Tessalonika umfataði hetta evnið. Halt teg til tað týdningarmesta og lat tað sum skal koma fyrst, koma fyrst.

Títt misjónsvirki er eftir okkara tykki alt ov lítið samanhangandi, til at nakað skal kunna eydnast. Fyrst í Lítla Asia, so í Makedonia, síðani í Grikkalandið, so í Italia, og nú ætlar tú tær til Spania. Tú burdi konsentrera teg meiri og ikki spjatt kreftir tínar yvir mong lond. Tú kanst ikki vinna øll. Tú ert bara ein lítil Paulus.

Tað er svárt fyri okkum at skula siga tær, bróðir Paulus, at ongantíð í mínari 25-ára erfaring, havi eg upplivað ein mann, sum er so í mótsøgn til tað, sum vit eru von við, og vit vilja hava og trúgva uppá í okkara misjónsarbeiði. Vit hava tí tikið ta støðu, at tú verður ikki okkara tænastumaður.

Við allari virðing J.Flavius.