Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú mást ikki dríva hor.“ Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. Matt.5.27-28.

Fyri eitt prevelegium at sita og hoyra slíkt. Ella? Jú, sanniliga. Vit skulu ikki gloyma, at hetta hoyrir við til ”Øll skriftin” og ”innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm”. Matteus kap.5 byrjar við hesum orðum: ” Hann læt tá upp munnin, lærdi teir og segði”. Tvs. at tað liggur lærdómur aftanfyri hesi vers, sum koma eftir. Øll, ið hava fingið eina skriftliga fatan av, hvat Gud meinar við hor og lættsindiga lívsførslu vita, at slíkt býður Gudi ímóti. Eisini millum vantrúgvandi menniskju, er tað mangan ein høgur etikkur og moralur, ið sigur frá, at tað at dríva hor, er als ikki frá tí góða.

Jesus sigur ikki, at tað er ein maður ella ein kvinna, ið hyggur at eini kvinnu. Man kann kanska trúgva, at sjálvandi er hetta ein maður, ið hyggur at eini kvinnu, men tá vildi tað ikki verið tann stóri lærdómur í ørindinum, frá tí vit vita frammanundan. Men kann tað vera møguligt, eins og vit lesa í Bíbliuni, at tey, ið eru fødd av nýggjum – maður og kona – ið smb. orðinum verða nevnd við heitum s.s. brúðurin, samkoman, systir mín, elskaða mín, dúva mín, tú hin reina mín, skal ikki hava hug á hinari konuni, sum er skøkjan!?
Í Bíbliuni eru tað tvær kvinnur. Tann reina, ið er leyskeypt við blóði Jesusar frá Golgata, og er doypt í Jesu Kristi navni. Hon er ílætin Jesu rættvísis búnað. Tey hava Ábraham til faðir og Sáru sum sína móðir. Tey eru keypt frá menniskjunum – frumgróður Guds og lambsins. Tey hava staðin við teim føstu grundvøllum í væntu og bíða til Harrin Jesus skal opinberast í skýnum.
Hin kvinnan lesa vit um í Opinb.kap.17 og 18. Hon representerar tað politiska og religiøsa stýrið. Hon ríðir á einum dýri. Kongar jarðarinnar dríva hor við henni. Kvinnan er drukkin av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Kvinnan er klædd í purpur og skarlak og skínur av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevur hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns. Á pannu hennara er skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.”
Vit síggja, at hesar báðar eru heilt ymiskar og standa so langt frá hvørjum øðrum, sum eystur er frá vestur. Tær hava tvær heilt ymiskar nátturðir. Men spurningurin er til tín, sum er kallaður við Jesu navni: Hevur tú hug á hinari kvinnuni og tað, ið hon borgar fyri og kann framvísa? Vilt tú hava hana? Tað eru tveir mátar at síggja hesa kvinnu. Nr.1: síggja hana, sum Bíblian lærir, at hon er undir Guds dómi, og at Gud skal skjótt tendra eina flammu, og við Anda munns Síns seta alt Bábylon sum eina skjótiskivu fyri Sín flammikastara. Nr.2: hyggja at henni, at tú verður fangaður av hennara upptrakkan, til seinast at hava hug á henni.
Gud, varðveit okkum frá at fáa hug á hennara andaliga virki her á jørð við følskum messiasum og følskum profetum, tá teir í fleng profetera, at teir seinastu dagarnir skulu verða ein heimsumfatandi vekingartíð og ikki fráfallstíð. Gud, varðveit okkum frá, at vit fáa hug á hennara dópi í trimum titlum og trúnna á tríeinigheitina, fyri at eftirlíka menniskjum og passa inn í tann religiøsa samanhangin. Gud, varðveit okkum frá hugin til hennara dóp í andanum, tungutalu og profetiir samstundis, at hesi ynskja at verða eitt undir pávastýrinum frá Vatikaninum. Gud, varðveit okkum frá hennara vakra andlitsbráið, ið enntá kann vera við at fella tann mest salvaða nasirearan Samson og stinga út eygu hansara.
Henda kvinna er ímóti Gudi. Hon er inntikin av anda antikrist. Tí, mín vinur, um tú hevur hug á henni og livir við henni, ert tú undir hesum dómi: Ímóti Gud. Tað er sera

álvarsamt. Tí er at vakna upp, rista støvið av fótunum og flýggja fyri lívi. Boðskapurin er krystall klárur frá tí ektaðu samkomuni: Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: „Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara! Opinb.18.4.

Hallur Sørensen