Orsøkin til hesa grein og teir tankar eg hugsaði at nema við, kom meðan eg sat í bíðirúminum hjá kommunulæknanum. Eg skuldi endurnýggja koyrikortið og tí eisini gjøgnum eina heilsukanning.

Sýnstest: Jú, eg kláraði tað. Men so kemur spurningurin: Hevði eg klárað eina andaliga sýnstest? Spyr teg sjálva/n. Um nú læknin Jesus bað teg seta teg á ein stól og Hann skuldi kjekka eyguni, høvdu tey komu ígjøgnum kanningina við einum “Beint hevur tú sæð;…”Jer.1.12. Ella høvdu eygu tíni avslørað tín blindleika? Fysisku eygu míni eru ikki optimal. Teir smáu bókstavirnir eru kámir, og tí ganga teir smáu bókstavs-detaljurnar mangan í eitt, so eitt “P” verður til eitt “F” og “B” verður til eitt “R” og visa versa. Høvdu tíni andaligu eygu klárað smáu detaljurnar í skriftini, og tú sást klárt og ikki kámt? Jesus møtti einum blindum við Betsaida. Jesus nam fyrst einaferð við eygu hansara og spurdi henda mann, um hann sá nakað. Hann svaraði :” Eg síggi menniskju; tí eg síggi tey ganga um, eins og trø.” Tá mátti Jesus nema við eygu hansara einaferð afturat, og vit Lesa:” ,…og nú sá hann klárt og var grøddur og kundi síggja alt skilliga. Mark.8.22-25. Um eygu tíni síggja kámt og andaliga sjónin er ótýðulig, so tørvar tær eina andaliga vitjan av Jesus og hansara hondum og spýtti.

Um Jesus spurdi teg: “Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?” Og Hann síðani spurdi teg: “Hvønn sigur tú Meg vera?” Matt.16.13-16. Hvat vildi títt svar verið? Svarið, ið tú kemur við, avslørar hvat tú hevur sæð! Skriftin sigur: “hesin er hin sanni Gud og ævigt lív”. Jesus Kristus. 1.Jóh.5.20.

Dópurin, ið tú ert doypt/ur við, avslørar tíni andaligu eygu. Sært tú tær týdningarmiklu detaljurnar, sært tú, at dópurin skal og eigur at verða útførdur í navninum Jesus Kristus. Í Ápostl.8.12 lesa vit: “ Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur.” Eg eri glaður um, at eg eri doyptur inní tað ríkið, har Jesus er kongur og Gud. Sært tú eisini tað?

So varð eg kannaður fyri heilsuna. Um eg hevði havt nakra niðurfalssjúku, sum kastaði meg niður á vegin. At beinini og balancan ikki vóru inntakt. Hjarta og æðrasjúku. Pulsmátingar. Slær hjarta og pulsur kraftigt og støðugt ella eru hjartaflimran at hóma?

Hetta eru álvarsamir spurningar, ið ein átti at stilla sær sjálvum, táið tað viðvíkur andaligu heilsuna. Hevði Jesus sagt gott fyri tína heilsukanning? Hevði Hann góðkent tína støðu? Hevði tú viljað, at Jesus setti leidningar og elektrodir og blóðtrýstmataran á teg? Summi kunnu siga við Jesus uttan at smæðast og verða óttafull: “ Harri, royn meg. Hjarta mítt brennir fyri evangeliiunum. Eldurin er á altarinum. Andi mín er frískur. Andi mín er fúsur. Andaligu bein míni eru sterk at bera meg gjøgnum endatíðina. Eg komi ikki at detta og liggja sum eitt skipsvrak. Eg havi andaliga styrki og musklatur. Eri ikki befongdur við andaligum diskus. Andaligi temperatururin er ikki kølnaður.

Reaktiónstest: Tað skuldi eg eisini ígjøgnum. Hvussu long tíð gekk, áðrenn eg gav feedback. Men eitt vigtigari er: andaliga reaktiónin.

Eg havi mangan upplivað á møtum, at vit byrja við nøkrum sangum, so bøn og innleiðan. So vitnisburðar, ein felagssang afturat og so tala. Og táið møtið endar, og sagt verður:” Nú verður nátturði og kaffi”, tá reagera fólk og munnurin er sum pennur snarskrivarans. Also gingu tveir heilir tímar við andaligum, endurføddum, salvaðum sangi, vitnisburðar frá hjørtum, sum elska Jesus og opinberilsis prædiku, uttan eitt einasta andaligt feedback. Ein ella onnur blokada er á reaktiónini. Onkur tøppur situr og blokerar. Átti man ikki at undrast?

Vit lesa í Sálma.42.8: “Djúp rópar á djúp, táið fossar Tínir duna;” Táið fossurin ella fossafallið slær niður á vatnið, so er dun. Og tann kraftin og tildragingarmegin, sum fallið gevur, resulterar í, at vatnið fer niður á dýpið. Og tað “rópar” á næsta fall og næsta fall og næsta fall. So er tað eitt róp harniðri á dýpinum, sum bert er tilætlað teimum, sum kenna fossakraft-fallið og dunið. Og er tað eitt “róp” frá evangeliiunum, so eiga tey, sum eru vunnin fyri evangeliið at “rópa” aftur. Eitt andaligt feedback. Eg øtist mangan, táið man ikki hoyrir eitt andaligt djúp róp sum “Abba Faðir, Halleluja, Takk Frelsari mín, Likamsins endurloysari.”

Dagurin kemur, táið “ Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini;…” 1.Tess.4.16. Hesi, sum talan eru um, sum eru deyð, doyðu í Kristusi, sum merkir salvilsi. Tey doyðu í salvilsinum. Og tann salvan er ikki burtur, men kemur til sjóndar ein dag, táið Jesus skal rópa á tey úr grøvunum og jarðardjúpinum. Tey fara at hoyra hetta róp og tey fara at svara hesum rópi. Tey fara at reagera í somu stund – tí soleiðis livdu tey. Tey høvdu ikki langa tíð at reagera við andaligum feedback, men táið tey kendu kraftina og salvilsi, so vóru tey tendraði.

Og so eru tað vit, sum skulu liva, táið Jesus kemur. Fert tú at reagera, táið rópið ljóðar? Ljóðið er nærri, enn tú trýrt.

Eg ynski at vera sum tey fyrstu kristnu í Korint, sum elskaðu Jesus, og tey søgdu: “Marana ta’! Kom Harri okkara!

Hallur Sørensen