Torkild Terkelsen helt fyri nøkrum árum síðani eina talu um hetta evnið: Tann bundni Jesus. Eg minnist ymiskt og vil skriva eitt sindur um hetta.

Vit lesa úr Jóh. Evang. 18.12-13: Vaktin, herhøvdingin og tænarar Jødanna tóku nú Jesus og bundu Hann. Og teir fóru fyrst til Annas við Honum; hann var verfaðir Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið. V.24: Annas sendi Hann nú bundnan til Kaifas høvuðsprest.

Hetta enorma dramaði, ið vit lesa um her, fyrigongur seg um náttina. Tað eru sterkar kreftir, ið finna hvønn annan í myrkrinum, fyri at gera av við sannleikan. Tá, eins og ídag, so ganga eisini religiøsu kreftirnar hond í hond við politisku kreftirnar. Vit lesa í Opinb. Kap.17 og 18 um prísin, sum kvinnan, ið sat á dýrinum mátti gjalda, táið hon setti seg á dýrið. Prísurin var, at har vóru eingir teymar at stýra við. Kvinnan misti kontrollið og mátti gera, sum dýrinum listi. Soleiðis hava allar samkomur og kirkjur mist kontrollið, táið tey opnaðu seg fyri statinum og lótu óendurfødd menniskju koma inn, har tey als ikki áttu at sleppa inn. Prísurin var, at tey máttu finna seg í, at dýrið tók ræðið og tað endaði við at dýrið og kvinnan hugsaðu eins, og tað munnaði út í hesum, sum Jóhannes sá: Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar…Opinb.17.6

Religiøsu og politisku kreftirnar vilja taka lívið av Jesus og Hansara samkomu, sum Hann er høvdið fyri!

So taka teir Jesus og binda Hann. Í útgangspunktinum sær tað út til, at teir binda profetorðið, salvilsið, kraftina. Men vit eru vælvitandi um, at slíkt kann als ikki bindast. Eingin kann binda Jehova!

Men her verður Hann bundin, fyri at Hann skal uppfylla profetorðið og fyri at tað skal henda, sum Hann var tilætlaður frá ævini av.

Samson var salvaður nasireari. Hann varð bundin, men reiv seg leysan ferð aftaná ferð. Og tú kanst blíva bundin, og eisini ríva teg leysan. Men tekur tú ikki eitt durabilt uppgerð og sleppur tær burt frá tínari Dalilu, sum hevur ein “krók” festan fastan í tínum hjarta, so kemur dagurin, har tú missir tíni eygu. Spæl ikki russiska roulette og spæl ikki hazard spøl við tína dýrabaru sál!

Profetorðið í endatíðini er krystallklárt. Tað eru ikki nakrar andaligar vakrar meteorologiskar veðurforsøgnir, ið liggja fyri framman. Men daprar útsagnir. Andaligt myrkur, kuldagýsningar, avtakandi kærleiki og eldur og kraft, og Satan skal fáa meiri og meiri rúm í menniskjum og samkomum. Men her eru slík profetorð eisini blivin “bundin”, og falskir profetar og falskir messiasar hava úttalað ljós, framgongd, veking, undur, tekin og mirakul. Men profetorðið kann ikki bindast. Útfallið kemur at verða 100% sum Jesus segði um endatíðina.

So lósu vit, at Jesus varð bundin og kom til Annas og at Annas síðani sendi Hann bundnan til Kaifas. Lat meg siga tað so sterkt sum eg kann: At hevur tú móttikið ein “bundnan Jesus”, so kemur tú, at geva víðari til onnur ein “bundnan Jesus”. Hevur tú móttikið eitt “bundið” evangelium, so kemur tú at geva víðari eitt “bundið” evangelium. Hevur tú móttikið ein “bundnan” andans dóp, so kemur tú við tínum dópi at “binda” onnur menniskju. Hevur tú móttikið eitt bundið “andans lív”, so kemur hetta bundna lívið at drena onnur menniskju. Hevur tú móttikið eitt “bundið” profetorð um endatíðina, so kemur tín útlegging at taka lívið av øðrum í endatíðini. Hevur tú móttikið eitt “bundið” salvilsi, kraft, gleði og hjartans entusiasmu, so førir tú hetta á onnur menniskju. Tú verður og ferð at gera eins og Annas. Tað, ið tú móttekur, gevur tú víðari. Hetta er sera álvarsamt. Vurdera hesar tankar inn fyri hin livandi Gud, og spyr, um hetta er tín andaliga diagnosa.

Hallur Sørensen