Eg læs greinina «Farið út frá henni, fólk Mítt», eftir Hardi Bech. Ein góð grein og væl undirbygd frá skriftini, og eisini vísandi til, hvussu útviklingurin frá tíð ápostlanna og fram til ídag er. Hardi og eg eru vinir, men vit deila ikki somu meiningar í øllum. Her er ein grein, sum vísir, at vit eru ósamdir.

Men tað er eftir mínum tykki nakað vesentligt sum manglar í greinini. Og tað er: hvar skal hetta «fólk Mítt» fara, um tey fara út úr Bábylons systemið? Tað kemur ikki fram í greinini. Tað er als ikki nokk at siga: «Farið út frá henni,…» Tú má hava eina Bíbilska opnaða hurð at bjóðað «fólk Mítt» at fara inní.

Táið Pætur á hvítusunnudegi talaði «Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.» So er tað tí, at hann í v. 40 sigur: “Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og segði: Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu(perversu) ætt! Pætur undirbygdi frelsunarveg við at siga : kom út úr rangvørgu (jødadóminum) og hennara læru og vendi við til Jesus. Og so kemur svarið, hvar henda læran um Jesus hoyrdi heima og var at finna: «Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.» Tað var ein samkoma, sum føddist á hvítusunnu og hon er enn tann dag ídag at finna. Jesus sigur í Matteus kap. 16 um at Samkoman, sum Hann byggir, skulu portur deyðaríkisins ikki fáa vald á. Og eg trúgvi og læri, at Samkoman, sum Jesus er høvdið fyri ídag í Føroyum, er samkoman Nardus, og tað er Bíblian, sum avgerð tað. Bíblian avgerð, hvat sum er samkoman.

Bíblian tosar nógv um samkomuna. Samkoma er eitt heim, ein barnaskari við foreldrum. Tað er ábyrgd, viðlíkahald, taka sær av øðrum. Tað er sorg og tað er gleði. Tað er lív og tað er deyði. Viðgongd og mótgongd. Arbeiðið og hvíld. Skiltur og misskiltur. Alt hetta indikerar, at samkoman er ikki leysgangarir, sum reika frá einum plássi til annað. Tí er umráðandi, at verður tað rópt út: «Farið út frá henni, fólk Mítt» so mugu hesi, sum koma út, fáa eitt heim, men bara nógv betri heim. Tí hesi, sum koma út, koma frá einum heimi, veri tað seg vertsligt ella religiøst. Hesi sum koma út, mugu fáa andaliga fasta føði og vatn, mjólk, fløta. Tey mugu fáa dagliga umsorgan. Tey mugu fáa andalig klæði og andalig vápn. Mugu fáa innlit í, hvat fyri tíð tey liva í.

Tað er andaligt yvirgrep at fáa tey út, og so ikki hava nakað andaligt heim at bjóða, men taka tey við á eina ferð, sum skuldu tey verið sigøjnarir. Frá einum møti í annað og frá einum lærdómi í annað, og einki fast stað ella trygt heim at farið í. Hardi, tú var í Vón fyri nøkrum døgum síðani. Og har var ein peruvellingur av religiøsum fólki. Og høvuðsperan var falski profeturin Jan Hanevold. Er tað nakað at bjóða fólki, sum skulu koma út og finna nakað, sum stemmar við Guds orð? Petur Poulsen var eisini har á møtinum við upplyftum hondum. Hann er sjálvur doyptur, men gongur í heimamissiónini, sum lærir barnadóp og praktiserar konfirmatión. Hvar er andaligi logikkurin. Ansa tær, at tú ikki far fólk út úr einum skøkjulevnaði, fyri síðani at føra tey inní eitt annað reiður, sum skøkjan eisini eigur. Hesi síggja tína leið og kunna siga frá tínum fótasporum.

Eg kann rópa: ««Farið út frá henni, fólk Mítt» tí, eg eri ikki ein samanblandingur millum rátt og rotið. Og eg kann bjóða teimum eitt andaligt heim. Eg kann bjóða teimum eina læru og eitt lív, sum stemmar við Guds orð. Tað merkir tó ikki, at vit hava sæð alt, men tað, sum Gud í síni náði hevur víst okkum, kann eingin mótprógva er skeivt. Tað stemmar 100% við Guds orð. Millum okkum hava vit ápostul, vit hava profet, vit hava evangelist. Vit hava lærarar og hirðar. Samkoman er likam Kristusar, og likam Kristusar blandar seg ikki við skøkjulimir.

Hallur Sørensen