Mong í dag kennast ikki við henda álvarsama og altavgerandi spurningin: Ert tú føddur av nýggjum? Fyrr varð nógvur dentur lagdur á prædikuna, um ein var føddur av nýggjum. Men síðani prædikurnar eru blivnar meira jovialar og rundar og ikki hava eitt stikk í hjarta, so verður tað eisini óaktuelt at stilla henda lívsneyðuga spurningin. Skriftin sigur eisini: So kemur tá trúgvin av tí, ið prædikað verður; síðani slíkt ikki verður prædikað, so verður heldur eingin varugur við hetta.

Eftir at Jesus hevði grundiga forklárað Nikodemus um frelsuna, og at verða føddur av nýggjum, svarar Nikodemus Honum: Hvussu kann hetta verða? Nikodemus var ikki hvør sum helst. Hann var fariseari, og ráðharri, hoyrdi til Sanhedrinska felagsskapin. Kendi til lógina og profetarnar. Kundi alla lektiuna sovandi. Kendi til alla skriftina frá Alfa til Omega. Men hóast hetta – tú kann veruliga ógvast við – so vitsti hann ikki, hvat tað var, at verða føddur av nýggjum. Hann spyr enntá henda barnaktiga og serstakliga fjákuta spurning, táið hugsað verður, hvat og hvønn stilning hann hevur í Ísrael: …Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur! Men henda søgan og henda hending er meiri aktuel ídag enn nakrantíð. Trúgvi, at hetta kundi endurtikið seg í øllum kirkjum og samkomum ídag. Leiðarar, elstar, tænarir, prædikumenn, fólk, ið tala í tungum og týða, profetera, prestar í messa og doypa smábørn, slík sum hava eitt sokallað “høgt embæti í Ísrael” vita heldur ikki, hvat tað er at verða føddur av nýggjum, og høvdu stilla Jesus sama spurning, eftir at Hann hevði forklárað um Andans vind og kraft frá hæddini til eitt umbroytandi lív í Soninum: Hvussu kann nakar verða føddur av nýggjum, táið hann er gamal!

Talarastólurin er vorðin eitt trivnaðarstað fyri gamla Ádam og religiøsitet. Ófrelst standa og vitna um Jesus og tey, ið líða á eru líka órørd í Andanum, sum tey, ið vitna. Óendurfødd standa við hvør sínari mikrofon og syngja óendurføddar sangir, og tey religiøsu dáma hetta, meðan tann eldra generatiónin, ið minnist vekingarsangirnar frá Åge Samuelsen, T.B.Barrat, Fanny Crosby, o.ø. kenna seg fremmand og minnast “sangirnar frá Zions landi”. Men nú eru hørpurnar hongdar á trøini og man kann ikki syngja Zions sangir í “fremmandum landi.”

Fyrr var heilt óhugsandi, at óendurfødd blivu doypt. Hetta er heilt viskað út. ídag verða nógv fleiri doypt, enn tey, ið eru fødd av nýggjum. Man doypir fyri eitt gott orð, tí onkur hevur sagt tvey ella trí orð í tungum. Man doypir, tí at nú hevur viðkomandi víst eina forbetring. Hetta er totalt skakkoyrt og er óbíbilskt!

Summi halda, at tað at verða føddur av nýggjum er ein justering av gamla Ádam. Justering í viljislívinum, justering í tonkunum, ein justering í prioriteringum. Men tað er tað als ikki. Skriftin sigur: um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt. Ikki ein reviderað útgáva, men nýtt!

Ísrael livdi í gomlu pakt undir lógini. Tey vóru vegna hesa lóg høgt hevaði yvir allar aðrar tjóðir. Eitt nógv hægri niveau enn øll onnur fólkasløg á jørðini. Tey fingu syndanna fyrigving, táið tey ofraðu fyri sínar syndir. Men brutu tey lógina, so mátti enn eitt nýtt dýr missa lívið. So teirra fyrigeving náddi bert til samvitskuna og var bert galdani við afturvirkandi kraft. Men toppniveau á rættvísi og at uppliva frelsunar reinsandi kraft frá teimum syndum ein hevur gjørt og teimum ein mátti komið at gjørt lesa vit í skriftini soleiðis: Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.

Eingin kann gera seg verdigan til at fáa syndanna fyrigeving. Skriftin sigur: So stendur tað ikki til tann, ið vil, ei heldur til tann, ið rennur, men til Gud, sum miskunnar. Hvussu kann ein blíva frelstur? Skriftin sigur: Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann. Fyrst má ein kenna eina dragingarkraft í Andanum. Henda dragingar kraft má ikki verða leysrivin frá skriftini, so betingilsi er, at kraftin kemur, táið eitt salvað vitni, ið Jesus hevur útvalt at bera boðskapin fram talar Guds orð, drivin av Heilaga Andanum – trúgvin kemur av tí, ið prædikað verður. Harrans vitni má vera ein brennandi tornarunnur, ið heintar alla kraft frá Harranum og ikki sær sjálvum. So má viðkomandi talað direkta og ikki dekka út yvir syndina, man føra syndina til eitt uppgerð við Gud, og so føra náðinnar balsam til syndaran.

Religiøsu føðistovirnar eru uttan grát, pínu og sorg, meðan verkirnar standa uppá. Men Bíbilska føðistovan er trong og ber angur, grát og sorg yvir sín fortapta stilning yvirfyri Gudi. Orð sum angur, syndaneyð og hjálparloysi eru burtur, og man ferð flennandi og jollandi og dettandi á gólvið saman við pinsakarismatikarunum, og táið teir halda, at ein hevur ligið leingi nokk, so knipsa teir við fingunum fyri at fáa teg aftur á føtur, og “knipsið” var tín frelsa. Vinur, hetta er ein spott móti tí Jesus, ið skriftin stillar fram. Veitst tú, hvussu Jesus takstseraði teg? Við einum verdígi út frá Golgata! Uttan Golgata ert tú virðisleysur! Hansara blóð, Hansara ævigi kærleiki og æviga lív streymaði til tín, táið Hann rópti: Tað er fullgjørt! Ert tú føddur av nýggjum?

 

Gå på evangelisk møte var for meg utenkelig

Be til Gud og bli en kristen var det ingen mening i.

Tenk å ligge der på kne og rope høyt: Halleluja!

Nei, en sådan læresetning vil jeg holde meg ifra.

 

Jeg er døpt som ganske liten i en kirke pen og stor

Og jeg tror på Gud i himlen, jeg som alle andre tror.

Jeg gjør godt mot alle menn´sker er så pen og pyntelig,

Så å bli no´ bedre enn meg, det syntes jeg var vanskelig.

 

Men en kveld jeg satt alene fikk jeg plutselig slik trang

Til at gå på pinsemøte for at høre spill og sang.

Og jeg gjorde som jeg tenkte, jeg tok plass på siste benk

Mens de talte og de sang, så ble jeg mer og mer fortenkt.

 

Predikanten gjentok gang på gang: Du fødes må på ny!

Ingen kommer ind i himlen på sitt gode navn og ry.

Egen gjerning duger intet, ei litt vann av prestens hånd

Skal du frelses, må du fødes ved den gode Hellig ånd.

 

Denne tale gikk som piler like til mitt hjerte inn

Og jeg kjente hvordan Herren bøyde ned mitt stive sinn.

Aldri før jeg hadde sett at jeg så stor en synder var

Før enn jeg fikk skue Jesus Kristus, morgenstjernen klar.

 

Det som før var meg en gåte, ble for meg en virklighet

Alt mitt eget ble fordrevet av Guds store kjærlighet.

Og jeg kjente jeg ble løst og fri fra tvilens sterke bånd

Mens mitt hjerte strømmet over, og det jublet i min ånd.

 

Og av nåde fikk jeg følge Frelseren i dåpens grav

Siden fikk jeg selve pantet, da han åndens dåp meg gav.

Derfor priser jeg min Herre, roper høyt: Halleluja!

Og den læren jeg nu har, den vil jeg aldri gå ifra.

Hallur Sørensen