Í Opinberingini kap.3.11 lesa vit: ”Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!

Jesu afturkoma er nærri enn ein heldur. Vit eru inni í tí fasuni, sum Matt.25 sigur: “Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.” Drálaði, tók sær tíð. Tær høvdu ivaleyst olju nokk til ta tíð og tað strekki, sum tær væntaðu, at tær komu at bíða. Men so drálaði brúðgómurin og tær sovnaðu allar. Men av náði Guds, høvdu tær klóku tikið ekstra olju við sær og fingu samstundis náði at vera við, táið brúðgómurin kom. Ert tú sovnað/ur?

Flestu føroyingar sova andaligt. Ein svøvn og líkagyldigheits andi frá Djevulinum hevur okkuperað flest øll. Tankarnir um eitt ríkt lív í Andanum eru burtur, tað glapp tær úr hondum. Prioriteringarnar um Harran, frelsuna og tað æviga er hildið uppat, tú misti grepi. At seta æru sína í at søkja sannleikan og samfelag við tey, ið hoyra til sannleikan er ikki at fast handartrykk longur. Tú veitst egentliga ikki av, at tú seint, men sikkurt rekur burtur, dregur avstað so líðandi. Ja, tú heldur kanska eg eri dømandi og nærgangandi. Men tú hevur í allar hægstu grad brúk fyri at onkur skumpar teg undir lið, tekur hart í tín arm og sum skriftin sigur: ” Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.” Orðt.27.6. Eg kundi altíð nýtt varrarnar við smikrandi orðum, men tænasta mín er mangfoldig og tískil ber hon við sær vinarsløg.

Øll, sum eiga eina riflu, skulu við jøvnum millumbili upp til skotroynd – eri eg egnað/ur? Eri eg treffsikkur ella ikki? Allir flogskiparar skulu uppgraderast og einar tvær ferðir um árið í ein simulator. Ein vekt, tað verið seg industrivekt ella apoteksvekt ella aðrar fínjusteringmetodir skulu eina til fleiri ferðir um árið til kalibreringar. Vektin má eftirkannast, um hon vigar rætt. Hetta verður gjørt við kalibreringsloddum. Jú, øll mugu til roynd, eftirhyggjast og vigast. Skriftin sigur í 2.Kor.13.5: ”Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit tykkum ikki sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina!” Lat orð Paulusar søkka inn í teg. Stilla teg so fram, rannsak teg og vita: livi eg í trúnni, er Kristus mítt lív, havi eg hjartabankan fyri evangeliiunum, eri eg gripin av køppum Dávids og av ápostlum Jesusar. Er frelsan og dópurin í Jesu navni nakað sum ger meg lukkuligan og sælan, eigi eg Andans innara vitnisburð, er Golgata álvarsamt? Ella er tað ikki? Stendur tú royndina?

”Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!” Hetta merkir: Gríp eitt ekstremt fast handartak! Set allar kreftir tú eigur í hetta, at eg skal ikki missa krúnuna! Slepp øllum, hvussu tað so enn sær út, sum reduserar kraftina í grepinum til krúnuna. Missir tú krúnuna, so missir tú alt. Krúnan er salvilsi, opinberilsi, autoriteturin, sprudlandi Andans lív og gleði, sannleikin. Ætlar tú at Laudikea lunkinheitin skal ræna tað? Ætlar tú at geva eftir fyri freistingunum ella ætlar tú at vinna sigurslønina og lívskransin?

Í síðsta kapitli í Bíbliuni sigur brúðurin triumferandi og sigrandi, sum vísir, at hon helt fast og misti ikki krúnuna: Andin og brúðurin siga:”Kom!” Kom Harri Jesus Marana, ta!

Var tað títt róp, sum Jóhannes hoyrdi?

Hallur Sørensen