“Men stinnur stendur hann har við boga sínum, og hendur og armar hansara eru styrkt av hondum hins veldiga í Jákupi, av Honum, sum er hirðin, kletti Ísraels,”1.Mós.49.24.

Táið krútið varð uppfunnið, varð øll hernaðarstrategi umløgd. Men áðrenn tað og gjøgnum túsundir av árum, var pílurin og bogin tað vandamiklasta vápnið. Oftani vóru tað bogamenninir, sum avgjørdu slagið, og hundraðtúsundavís endaðu sínar dagar fyri einum væl siktaðum bogaskoti.

Tað hevði nógv at siga, at bogin var sterkur og spenstigur. Táið hann ikki var í nýtslu, varð hann settur út av spenn, so at hann kundi varðveita sína styrki og slagkraft, sum gjørdi, at táið maðurin skuldi í hernað aftur, so hevði pílurin eina góða treffsikkurheit á langari leið. Sum trúgvandi, treingja vit eisini millum bardagarnar at koma avsíðis og hvíla okkum eina stund, fyri síðani at fara út aftur og vinna sigrar.

Tað kravdi stóra styrki at spenna teir sterku bogarnar. Vit minnast Einar Tambarskjøldur, sum dró boga kongsins í tvey.
Tað nevnda skriftstaðið er frá, táið Jákup gamli signar Jósef. Jákup kendi tað ómenniskjaligu og royndarfullu søgu og sigur: “Bogamenn gera seg inn á hann, teir skjóta eftir honum og gera álop á hann.”v.23. Men einki kundi fella Jósef; fastur stóð hann har við sínum boga. Mong lata mótgang og royndir avvápna seg, men ikki Jósef. Og uttan vápn gerst tú eitt lætt offur fyri fíggindan. Um tú skalt “standa eftir at hava vunnið sigur á øllum” mást tú læra teg rætta bogateknikkin. Eftir deyða Sauls og Jónatans, lærdi Dávid og beyð, at øll skuldu læra “Bogan”. Job upplivdi mitt í krígnum “heiður mín verður altíð nýggjur, og bogi mín skal yngjast upp aftur í hond míni!“ Hann gav ikki eftir fyri fíggindans álopum.

Bíblian talar ikki bert um menn, sum kláraðu lívið og tænastuna við boga í hond, og sum stóðu stinnir. Sálomo byrjaði í Andans kraft og vísdómi, men hann varð eitt offur fyri holdligari lyst og heidnum kvinnum, sum drógu hjarta hansara frá Harranum.
Kaleb harafturímóti var ein av teimum sum stóðu fastir við boganum í hondini. 85 ára gamal er hann fullur av kampmóti og steinsikkur í anda sínum at vinna á teimum stóru Anakittunum og so rópar hann út: “Eg eri líka raskur enn, sum eg var, tann dagin ið Móses sendi meg avstað; eg orki tað sama nú sum tá, bæði í bardaga og til at ganga út og inn. Gev mær tí nú hetta fjallaland…” Josva.14.11-12.

Hinir 10 njósnararnir góvu uppat í stríðnum og saman við sínum óbrúkligu bogum, gingu teir burtur í arabisku oyðimørkini saman við ællum sínum ættarliði. Josva og Kaleb sóu allar sínar javnaldrar doyggja í vantrúgv. Men sjálvir stóðu teir fastir við boganum í sínum sterku hondum.

Loyndardómurin til tað sera sterka úthaldni hjá Jósef, sum bogaskjútti Harrans, var at hann bardist ikki einsamallur. Harrin legði hond
Sína á bogan, pílin og bogastreingin saman við Jósef “hendur og armar hansara eru styrkt av hondum hins veldiga í Jákupi, av Honum, sum er hirðin, kletti Ísraels.” Harrin spenti bogan við sínari veldigu styrki og siktaði við Sínari treffsikkurheit.

Vit lesa eisini at profeturin Elisa segði við Ísraelskong, at hann skuldi fara eftir einum boga og nøkrum pílum. Kongurin fór og so segði profeturin: “: Tá segði hann við ísraelskong: „Legg hondina á bogan!“ Og hann legði hondina á hann. Nú legði Elisa hendur sínar á hendur kongsins. So segði hann: „Lat upp vindeygað móti eystri!“ Táið hann hevði latið tað upp, segði Elisa: „Skjót!“ Hann skeyt. Tá segði Elisa: „Sigurspílur frá HARRANUM, sigurspílur móti Áram.” Síggj tann gamla profetin. Enntá á sínari sjúkralegu, hevði hann ikki mist trúnna á bogans styrki og sigur yvir fíggindan. Frá sínari sjúkrasong undirvísur hann ovastu samkomu-leiðslu um trúarinnar bardaga og nýtslu av vápni Harrans. Eg síggi fyri mær,

hvussu eyguni á profetinum enn einaferð gløða av eldi Harrans, fullur av trúgv, í tí hann leggur sínar gomlu og slitnu hendur á ungu hendurnar hjá konginum.
Lat hondina hins veldiga í Jákup røra við tínar hendur. Tá kanst tú spenna streingin við fullari styrki og draga pílin heilt aftur til píloddurin rørir við bogan og skjóta við slíkari megi, at einki kann standa seg móti honum. Eingin fíggindi skal kunna ræða teg.