”So tit kunnu vita leiðina, ið tit skulu ganga; tí henda vegin hava tit ikki farið áður.” Josva 3.4. (Eg mæli til, at tú lesur allan kapittulin)

Tað kemur fram í tekstinum, at nú er ein nýggj leið, sum ongantíð er gingin áður. Og eyguni mugu fylgja væl við, hvar sáttmálaørkin fer undan við prestunum á odda. Men høvdu tey ikki gjørt tað í 40 ár? Kanst tú Josva siga við eitt fólk, sum ikki hevur gjørt annað enn at fylgt við, hvar sáttmálørkin er, at tey mugu: halda avstand, fylgja við prestunum, akta eftir sáttmálaørkini og fylgja Guds ordan og stýring? Vóru tað nøkur, sum høvdu erfaring í slíkari gongd, so vóru tað Ísraelsfólk. So vísir tað seg, at tað er heilt neyðugt at siga slíkt við fólk. Í 40 ár hevði Josva nemmliga erfarið, at hann var veruliga tann einasti, saman við Kaleb, sum livdi heilt innat Mósesi. Hann gjørdi sum Móses segði(2.Mós.17.10). Bardist saman við Móses(2.Mós.17.13) Lat bardagan blíva prentaðan í seg(2.Mós.17.14). Josva veik ikki frá tjaldinum, har skýstólpin stóð við tjalddurin(2.Mós.33.10-11). Josva gekk Móses til handa frá ungum árum(4.Mós.11.28). Móses sendi Josva at kanna landið(4.Mós.13.16). Josva fekk handaálegging frá Móses(4.Mós.27.18).

Lat ikki ein og hvønn leggja út fyri tær vegin ella skriftina. Lurta eftir teimum, sum hava verið tænarir hjá tænara Harrans – «Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar.» Josva.1.1.

Hetta var alneyðugt at skilja. Skilur tú álvarsemi, at leiðin, sum vit ganga ídag hevur eingin gingið áður? Hvørki Pætur, Paulus ella hinir hava gingið Laudikea leiðina. Teir profeteraðu um hesa leiðina, ávaraðu um hesa leiðina, talaðu um at hava eyguni fest á Guds orð, men teir gingu fyri sína tíð. Og tað, sum er ein mangil vøra ídag, eins og tá er 100% konsentrering. Tankarnir flúgva í allar rætningar um hvat hasin segði, og hvat tey søgdu og hvussu hesi læra. Og hvør einasti ein hevur sína theologiska meining um hvat er rætt. Og tá alt kemur til stykkis, so er tað bert Josva/Jesu orð, sum eru sonn! Hevur tú konsentratións evnir til at hugsavna teg um tað- aleina
? Orðið treingir til 100% uppmerksemi. Gud talar ikki til eitt fólk, sum ikki gevur øllum orðinum uppmerksemi. Sig við Harran nú, um tú meinar tað av øllum hjarta: «Tala – tænari Tín hoyrir!»1.Sám.3.10. Halt uppat at siga: «Hoyr Harri, tænari Tín talar»! Tað eru stundir, hvar tað er sera umráðandi at hoyra Guds orð. Og tað er tað ídag. Tað er ikki alneyðugt at læna eyguni til FB, Twitter, Snap Chat. Ikki alneyðugt at síggja allar møguligar seriur á Viaplay ella Net Flix. Hetta reduserar títt Andans lív meiri enn tú ánar!

Tað eru stundir, og kanska hetta er hon, at hesin tekstur geldur teg aleina. Tú tørvar ikki at addressera hetta til nakran annan. Tú hevur ikki tørv at hyggja til høgru ella vinstru. Hygg á teg sjálvan. Hetta geldur teg í Laudikea. Allarhelst er títt andans lív sterkt reduserað. Langt er ímillum tínar bønarstundir frammanfyri songarstokkin. Einsamallur saman við Harranum. Langt er ímillum tíni útbrot av «Halleluja» og «Abba Faðir» Hvar bleiv tað av?

Nú mást tú konsentrera teg! Eg veit um fólk sum hava upplivað at verið í havsneyð, tí eldur kyknaði umborð. Tá lurtar man væl, táið alamurin sigur frá í hátalaranum. Tá er tað eingin, sum sigur ímóti kapteins ordrum. Eingin tekur sær tíð til at diskutera við yvirmaktina umborð. Eingin lurtar eftir radio við eina oyranum og eftir kapteininum við hinum oyranum. Tá lurtar man eftir boðskapinum og ger, sum tað verður sagt. Ella umborð á flúgvaranum. Um hann nú kemur útfyri eitthvørt og súrstoffmaskurnar koma niður yvir títt høvur, so ert tú ikki upptikin av at lesa flogtíðindir í magasinblaðnum ella hyggja at vøkru stewardessunum. Tá lurtar tú 100% hvat flogskiparin sigur. Og tað sum HARRIN sigur, er nógv týdningarmiklari enn tað Navigatørurin ella flogskiparin sigur. Ert tú konsentreraður at lurta eftir, hvat orð kemur til tín frá Josva?

So sigur skriftin: «Og Josva segði við fólkið: Halgið tykkum!» Josva kap.3.5. Halga teg innfyri hesi ókendu leið, sum tú ikki kanst ganga uppá gamalt manna. Tú kanst ikki ganga hesa leið uppá traditións mannagongd. Tú ert 100% avhengigur av Harrans leiðslu og einum «So Sigur HARRIN»! Halga teg í hesi totalt forvirringstíð. Lat ongan forstýra teg. Hesa endatíðarinnar leið, mást tú hoyra Josva og síggja sáttmálaørkina ganga hond í hond.

Hallur Sørensen