Í Dániels bók lesa vit um Sadrak, Mesak og Abed Nego, og hvussu andaliga støðufastir teir vóru. Ikki nakrir vingliskøltar, men sum klettar, ið ikki lótu seg førka av tíðarinnar kravi frá antikrist gjøgnum Nebokadnesar kong og hansara einræðisstýri.

Í Matteus evangeliiunum sigur Jesus: «Táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur!” Matt.24.15. Nú er hetta, sum Jesus peikar á til trongdartíðina, har antikrist skal fáa fult vald og leggja heimin inn undir seg. Men verð tú ganska forvissaður um, at heimurin ger reyða løparan kláran til tann endaliga antikrist, við at fyrireika ymisk krøv, sum verða áløgd menniskjum, sum stríðir ímóti lóg Guds – eins og tað varð gjørt móti Sadrak, Mesak og Abed Nego. Gev Dániels profet bók gætur og lær av henni, um tað krav, sum verður áløgd teimum heilagu, men sum Gud skal varðveita og halda fast um, so at eingin, ei heldur Satan, er mentur at ríva úr Guds hond!

Vit lesa: «Nebokadnesar kongur læt gera mynd av gulli, 60 alin høga og 6 alin breiða, og hann læt reisa hana í Duradali í landspartinum Bábel. So sendi Nebokadnesar kongur út menn, ið skuldu stevna saman….og geva teimum boð um at koma til vígslu…tá komu teir saman til vígslu myndarinnar, ið Nebokadnesar kongur hevði latið reisa. Teir stigu fram fyri myndina, ið Nebokadnesar kongur hevði latið reisa. Nú rópti róparin við harðari rødd: Hetta verður tykkum sagt, tit av øllum tjóðum, ættum og tungumálum: táið tit hoyra ljóðið…skulu tit falla niður og tilbiðja gullmyndina, ið Nebokadnesar kongur hevur latið reisa. Tann, ið ikki fellur niður og tilbiður, skal í somu stund verða kastaður í hin brennandi eldsovnin.»

Nú kann eg ikki seta meg heilt inn í, hvussu tað skal meinast við, táið kongurin gevur «boð um at koma til vígslu». Men tað, sum eg havi kannað, so merkir tað: at koma, geva samtykki at koma. Og kongurin forvæntar uttan iva, at tú kemur. Men í hesum boðunum er einki, sum vísir, hvat tann loyndarfulla agendaðin er. Tað ljóðar so innbjóðandi og spennandi at hava fingið kongaboð. Tonk, at eg kann vera ein so týdningarmikil maður, at eg skal til vígslu og audiens hjá kongi. Jú, Satan veit hvussu brøvini og innbjóðingin skal ljóða, fyri at tú ikki skal klára at standa ímóti freistingartilboðunum. Hann veit hvørjar knappar hann skal trýsta á, fyri at fanga teg í sítt eiturkoppanet.

So koma teir saman, allir í fínasta stási. Lagið er allarhelst sera gott, men teir vita ikki kongsins loyndarfullu ráð. Teir vita ikki, at teir eru snýttir og førdir inn í eina deyðsfellu, har einki annað alternativ er: antin at akta ella missa lívið. Minnir sindur um 2.veraldarbardaga og Hitlersa agenda. Hann hevði slíkt salvilsi, hesin Der Fuhrer, sum fortaldi um arbeiðslegurnar, men sum egentliga vóru avrættingarlegurnar.

Tað kemur eisini sterkt fram í øllum tekstinum, at ovnurin var longu upphitaður. Hann stendur klárur at taka ímóti teimum, sum skuldu gjørt uppreistur. So kongurin við øllum hermonnunum høvdu upphugsað hetta frammanundan, men tað stóð ikki á menukortinum og innbjóðingarkortinum.

«Róparin rópti við harðari rødd: Hetta verður tykkum sagt» KJV sigur: «To you it is commanded» kanst tú fyristilla tær hesa satanisku, avgrundarinnar rødd, sum kemur við so sterkum boðum! Hon hevur avvápnað teir allar samlar. Gjørt teir fultstendiga maktarleysar. Tikið frá teimum alt mansmót og paralyserað teir. Hetta minnir meg um demonrøddina, sum Jesus møtti við Gergasena: «Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins hægsta Guds!»

Hesin teksturin í Dániels bók minnir meg eisini um Opinb.6 kap. Har sæst Satan ríða á hesti. Hendan myndin er sera talandi, hvussu Satan er vemmiligur og gyklandi í síni atferð. Fyrst á hvítum hesti, charmerandi, innbjóðandi, hevur krúnu og sigrar. So reyðan hest, tekur burt friðin, dráp. So svartan hest, tekur ræði á økonomiinum og stýrir allan heimsbúskap. So bleikgulan hest, navn hansara var deyðin og deyðaríkið var í fylgi við honum. Men øll hesi nøvn og allir hesir óhugnaligu identitetir vóru, meðan hann sat á tí hvíta hestinum. Men hevði hann fyrst opinberað tann svarta hestin, so hevði hansara ætlan mislukkað. Táið freistingin kemur, so opinberar Satan ikki endaúrslitið, tí so fekk hann ongan á húkin. Fiskurin sær ikki seg sjálvan avkruvdan og liggja ísakaldan í frystiboks. Hann sær bara agnið. Tað er tað, sum er so ræðandi. Og tað sama var við Nebokadnesar. Hann bjóðar inn við sínum hvíta andlitið, men baksíðan á andlitinum var «hørð rødd, tvang, deyði, brennandi eldsovnur, antikrist tilbiðjan, etablering av antikrist ríki.

Men Sadrak, Mesak og Abed Nego. Halleluja fyri nakrir andaligir klettar. Teir boygdu seg ikki. Teir løgdu einki í boð kongsins, sum vóru at tilbiðja gullmyndina, táið ljóðið kom frá ljóðførunum. Tað eru nógv ljóð, sum vit verða «tvungin» at skula fylgja ídag og acceptera. Hetta verður kroyst inn yvir okkum og okkara børn. Lógir Guds verða avskaffaðar so við og við. Og mong leggja ikki hetta til merkis, tí tað kemur so charmerandi á tí hvíta hestinum. Fólk verða rundlúraði og hava ikki mótstandskraft at halda upp ímóti. Kanska eisini tí, at fólk lesa ikki í Bíbliuni og nýta ikki stundir til bøn og innvígilsi. Fáa tí ei heldur lut í Guds tankagongd og anda, sum upplýsir eyguni. Men statt ímóti, ver trúgvur. Tann fjórði sæst ikki beinanvegin, men Hann hevur eitt vaki eygað og fylgir við tær!

Nebokadnesar er ein mynd uppá tað religiøsa og politiska veldi. Teir tríggir vinmenn Dániels vildu ikki undirleggja seg slíkt og sóu rotinskapin í tí, sum Nebokadnesar borgaði fyri. Ger tú tað sama. Ikki boygg teg fyri tónunum sum ljóða frá nú av og fram til 8.des. ikki blanda teg við vertsliga stýrishátt. Lat tað, sum er deytt eftirfylgjast av teimum, sum eru deyð.

Søk Jesus, halt teg til menn í okkara tíð, sum eru sum Dániel, Sadrak, Mesak og Abed Nego. Kom til møtir og Bíbiltímar, sum gera teg árvaknan í endatíðini. Fylg teimum, sum hava andaliga ryggrad. Tað verður tín bjarging. Gud vælsigni teg í Jesu navni.

Hallur Sørensen