Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnátt hoyrdist róp: ”Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!” Matt.25.5-6.

Klokkan gongur, seinastu sandkornini í tímaglasinum renna niður, og skjótt er tíðin inni fyri Jesu afturkomu. Guds klokka og timing fylgir ikki Greenwich tíðarsonu. Fylgir ikki eftir, nær tað er nátt – fyri sova. Ei heldur degnum – fyri at vekja. Og somuleiðis er við brúður Kristusar. Hon fylgir ei heldur tíðarandanum, men hevur innbygdan «Maran´ta», at dagurin er nær fyri Jesusar parusia.

Vit lesa í Matt.25 frá 1-6 um tríggjar ymiskar bólkar. Tveir av teimum sovnaðu. Annar við olju og hin uttan olju. Men tær sovnaðu. Og so var ein bólkur, sum ikki svav, og tær róptu. Tað er ikki soleiðis, at øll sova í endatíðini, men tey flestu gera.

Hvørjar eru so hesar eitt úrslit av? Jú, svarið kemur í kapittilinum frammandun, har vit lesa um tveir tænarar. Annar var trúgvur og skilagóður at «geva teimum at eta í rættari tíð. Hin, var óndur tænari(gav teimum ikki at eta, ikki skil fyri hvat kostur skuldi til fyri endatíðina)

Tær, sum róptu: ”Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!” vóru eitt úrslit av tí trúgva og skilagóða tænaranum, ímeðan tær sum sovnaðu, vóru eitt úrslit av tí ónda tænaranum. Hvønn tænara ert tú undirlagd/ur? Hetta er ein sera álvarsamur spurningur at seta sær innfyri Jesu afturkomu. Hvar hevur tín tænari fingið sítt mandat og embæti frá? Sær sjálvum, demokrati, Theologi skúla, Bíbilskúla, GLS ráðstevnu ella gjøgnum Vision Norge? Ella «Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið eg havi kallað teir til!»Ápostl.13.2. Eg veit at hetta seinna nevnda er púra ókent fyri flest allar føroyingar, men tað er ikki ókent fyri Bíbliuna. Tú trýrt væl uppá Guds orð!?

Gud eigur trúgvan og skilagóðan tænara innfyri endatíðina, sum hevur kent húsbóndans gjøgnum grípandi talu og boð: Gev fólkið Mínum mat frá 1.Mósebók til Opinberingina.

Iktus plattformurin, TV Visjon Norge plattformurin, Lindin plattformurin, Sjey plattformurin, kirkju og samkomur plattformarnir deila út sovimedisin og sløvandi medikamentir.

Ert tú ein brúðarsál, so vilt kenna eina dragandi makt at søkja nærri og nærri felagsskap við tey, sum ikki sova í endatíðini, og tú fert at umskifta tína snorkan út við róp. Tín sovandi tilstand út við at vekja. Tína sovandi samkomu út við hana, sum er árvakin. Og mest av øllum, so skiftir tú út tína religiøsu pyjamas við brúðarklæðir, tí tú skalt til brúdleyp Lambsins, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.

Tann dag, táið hetta verður veruleiki, kann eingin rópa: ”Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!” tí skriftin sigur: «vit skulu øll umbroytast, og tað í einum nú, í einum eygnabragdi…»Men tey, sum róptu, vóru vitandi um at tað eru nøkur, sum eru sovandi við olju, og til teirra var tað rópið var ætlað til. Eg rópi eisini til tín, sum svevur og tó hevur olju. Hoyrir tú?

Hallur Sørensen