Vit eru mitt í veitsluni hjá Belsazar. Lagið er gott, og rómurin hoyrist av teimum, ið nú kenna til av víninum. Og hetta førir við sær, at nú er ikki nok bert at drekka av teimum vanligu íløtunum, sum ikki hevði ført við sær, at fingur Guds skrivaði á veggin.

At vertslig menniskju drekka sær eina kenning, er ikki ónormalt. Men lat tað verða ein skilnaður, at tað heilaga verður einans nýtt av heiløgum menniskjum.

Og ídag, sum tað var á døgum Belsazars so verða tær guddómmligu grensurnar fluttar, so at heiløg íløt fella í hendur óumskorna og teimum, ið eru drukkin av skøkjuvíninum frá Babylon. Tí sást fingur Guds við innskriftini: Mené , mené, tekél, ufarsin.

Harrin kom við sokallari tungutalu, og bróður Dániel týddi boðskapin og orðini vóru: Vigaður ert tú á vektini og funnin ov lættur. Tíbetur var hetta ikki nakar pinsaforstandari ella pinsaelstubróður ella hóskvøld sending “Online” í Lindini við Annfinn og hansara meiningsleysu kunnskaparorðum ella “Vón fyri teg” við Sólbjørg og hennara profetium. Tí fyrst, so høvdu tey broytt týðingina til: Vigaður ert tú á vektini og funnin tungur.

Eyðkennismerki hjá Karismatikarum er, at teir eru ótrúgvir móti orðinum og sannleikanum, og tí høvdu broytt hann, og smílt til Belsazar og klappa honum á herðarnar og sagt, at Gud skuldi brúka hann.

Somu karismatikarir eru alt ov ræddir og feikir til at bera sannleikan fram til Belsazar. Teir hava ikki ryggrad og nervar til at boða sannleikan, men undirgrava hann við feiltolkaðu útsøgn Jesusar, at tey øll skulu verða eitt,… Tí heldur man fram í somu sporðum, og enn meiri vín verður skonkt, sum náttin líður.

Harnæst, so er í teimum karismatisku kredsunum ongar andaligar grensur og markaskjøl fyri, hvat Guds orð talar og lærir um brúk av íløtum Guds. Hetta “ílat”, ið eitur: profetera, sigur skriftin um: Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi kemur inn, verður hann revsaður av øllum, loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum. 1.Kor.14.24-25. Hvussu ber tað til, at grensan er viskað út, so at tey profetiir ein hoyrir ídag, bara eru vælsignilsir, framgongd, veking, úthelling av H.A. o.s.fr. Hví hoyrist ikki ein revsan og eitt dómsorð yvir tað ógudiliga fráfall, ið tekur seg fram ídag? Hví er eingin Sámuel, ið revsar fráfalna religiøsa Eli, og synir hansara Hofni og Pinehas? Er tað nakar, ið trýr, at Gud ídag vildi brúkt ein tungutalandi karismatikara, ið ikki skilir brúki av íløtunum, at farið og verið hansara talurør í hesi endatíð? Sjálvsagt ikki!

Eg skjóti ikki langt við síðunar av, um eg sigi, at Belsazar hevði verið í uppskoti til kandidat sum høvuðstalari á flest øllum samkomum ídag. Tí hann hevði nokk av víni, ið førdi við sær, at fólkið varð drukkið. Men tíbetur var ein edrúur Dániel tilstaðar, sum kendi Harran og hansara skrivimáta og hansara hond. Hann var sterkur í andanum og sterkur í skriftini. Hann var ikki til salgs fyri pengar, gávur og popularitet. Hann lat seg ikki smigra, forføra og imponera av Belsazars møtum og talukynstri. Lat seg ikki imponera av øllum teimum túsund, ið vóru Belsazars samkomulimir. Dániel kendi, at tað var bert ein hensigt, hví hann var innkomin í hesa kongshøll og tað var: skriftina skal eg lesa fyri konginum og týða honum hana. So lesur Dániel og útleggur boðskapin. Eingin mutar ímóti. Eingin hevar sína rødd. Kongurin og hansara tænarir lyfta ikki ein fingur móti Dániel. Guds salvilsi og beskyttilsi er yvir Dániel. Og orð hansara vóru sonn: Somu nátt varð Belsazar kaldearakongur dripin. Belsazar doyði, meðan hann enn var drukkin. Hann náddi ikki at blíva edrúur, áðrenn hann lat eyguni aftur fyri seinastu ferð. Táið tú lesur hesa greinina, so kanst tú skifta lit í andlitinum sum kongurin gjørdi. Dán.kap.5.6. Antin gerðast hvítur og bleikur av ótta fyri sannleikanum í skriftini ella reyður av illsinni móti mær, tí at eg havi týdd skriftina. Men tað ger teg ikki edrúan. Bert eittans ger teg edrúan, áðrenn Jesus kemur aftur í skýnum: halt uppat at drekka og eta við borð Belsazars!

Hallur Sørensen