Omanfyri standandi yvirskriftin er eitt sitat tikið úr Portal.fo.

Kirkjugarðurin úti við Velbastaðvegin er útbygdur og sostatt eru 250 gravir afturat klárar til høvuðsstaðarborgarar. Og alt gott um tað, tí tørvur er á slíkum. Fólkatalið í Havnini og generelt yvir allar Føroyar veksur. Men…

Á Portal.fo eru myndir lagdar út yvir henda dag og hetta religiøsa sirkus. Eg má bara gleðast um, at religiøsitetur er nakað, sum eg eri púra fríur frá. Og at eg hati religiøsitet meiri enn nakað annað. Tað hevur verið tann drepandi forfylgjarin av øllum sonnum og ektaðum Guds lívi. Eg fái bæði kvalma og uppstoyt, og tað boltrar seg inni í mær táið eg hoyri og síggi slíkt, sum sjálvandi absolutt einki hevur við Guds orð og læru at gera. Á myndunum síggjast bispurin, prestar, borgarstjórin, kommunal-politikkarar, o.o. Og mín sann, so síggjast eisini Tummas Jacobsen úr Filadelfia, Dánjal Petersen úr City Church og Bernhard H. Petersen úr Frelsunarherinum. Tað er til at undrast yvir og tó ikki. Til religiøsar samkomir, so kemur religiøsi identiteturin fram, og somu fuglar samlast á sama træi.

Til slíkar religiøsar dagar og hendingar eru altíð journalistar við fínum myndatólum. Og tey sum eru tilstaðar eru vitandi um, at møguleikin fyri at koma á netið og síðani verða sædd av mongum er stórur. At Tummas, Dánjal og Bernhard vilja lata seg avmynda til slíkt, og saman við Bispi, prestum og øðrum villleiðarum av Guds orði sigur meiri um tann andan teir eru føddir av. Samkomur ídag eru veikar og fultstendiga læru-neutralar. Og tað finst ikki andans kraft í tænastu, sum tær vit finna í skriftini. Alt er eitt religiøst rót og gedemarked.

Í Matteus.8.22 stendur: Men Jesus segði við hann: ”Fylg mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!” Vit kunnu konkludera beinanvegin, at hesi deyðu Jesus talar um, er ein andaligur deyði. Eingin deyður kann jarða onnur. Einki lík kann jarða eitt annað lík. So tað Jesus sigur er: lat tey andaligu deyðu takast við andalig deyð ting. Og tað er akkurát tað, sum hesin vígdi kirkjugarðurin er dømi um. Aldrin hevði tú sæð ein livandi ápostul, evangelist, profet luttikið í slíkum humbuk. Um so varð, so hevði skriftin givið dømi um slíkt frá skriftini.

Kirkjugarður er ein mentanarligur ide og lógarfestur sum tað staðið, har øll mugu jarðast. Einki meiri enn tað. Vit finna bara ein kirkjugarð í Bíbliuni og tað er Mak-Pela. Ábraham mátti keypa hetta stað, tí hann var fremmandur og átti onga jørð at jarða Sáru. Har var eingin vígsla av kirkjugarði. Um hetta hevði Guds áhuga og vilja, so burdi hetta verið besta høvi at gjørt og víst at eftirkomarar Ábrahams skuldi fylgt honum í hesum seromonii. Men so var ikki! Vit jarða fólk á kirkjugørðum fyri at verða lýðin móti myndugleikunum. Einki annað. At vígsla er at halga, og Bíblian sigur, at ” tað verður halgað við orði Guds og bøn.”1.Tim.4.4. Tey høvdu einki Guds orð, orð frá skriftini sum dekning fyri vígslan av jørð. Og bøn, sum ikki er knýtt at skriftini er tóm bøn!

Í Noreg, eins og her, er vígslan av kirkjum og grundstykkjum til kirkjunar endamál. Í Noreg eitt stað, seldu Metodistarnir eina gamla Metodistkirkju, tí henda kirkja skuldi umbyggjast til eina Restaurant. Og tá máttu Metodist og Lutherskir prestar og bispar avvígsla ta gomlu kirkjuna og grundina, sum hon stóð á og yvirføra vígslina til tað nýggju kirkjuna. Bíblian talar nógv um dáran, og hesi høvdu staðið frammaligani í røðini at móttikið sigursprísin!

Tann vígslaða jørðin hevur verið tilskilað teimum, sum kirkjan ikki lýsti í bann. Øll, sum talaðu Roma beint ímóti vórðu lýst sum trúarvillingar/kættarar. Børn, sum doyðu uttan at vera doypt eftir barnadóparinnar følsku læru, sum arvað varð – sjálvsagt ikki frá Bíbliuni -, men kirkjufedrunum blivu noktað at jarða síni kæru í vígda jørð. Ja frekheitin hevur altíð verið náðigávunnar størsti fylgisveinur hjá teimum religiøsu heysunum. Og hetta dragast sokallaðir hvítusunnu og William Booth’s eftirkomarar at. Fyri ein patetiskur andans holningur og ryggrad!

Hvat við teimum mongu ektaðu brennandi kristnu menniskjum, sum doyðu á havinum? Har var eingin prestur í vígdi sjógvin! Hvat við teimum, sum gingu fram við evangeliunum eftir fjøllunum og lótu lív? Hvat við tí jørðini? Hvat við holunum, bergskorðunum, áunum, katakombunum o.s.fr.? Religiøsiteturin møtir sær sjálvum í hurðini. Sum Jesus sigur: ” Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina.” Hetta fólkaslagið er blint og teir gera sær sjálvum vígda grøv, sum bara er eitt av fleiri tingum teir takast við, áðrenn alt samalt dettur í grøvina og doyr!

Tann vígda jørðin við Velbastaðvegin er ikki meiri vígd og halgað enn lítla bedi og blomsturrúgvan á mínum grundstykkið á Suðurrás 12.

Tit í Nardus, eg vóni at tit eru hjartans glað og takksom til Harran, at vit eru frí og totalt leysrivin frá øllum religiøsum sirkusi. Tað sum er orsøkin, er prædikan og opinberilsi og salvilsi sum er sum ein andaligur Caterpillar, ið grevur alt upp og tyrvir tað á andans bál. Paulus sigur: ” Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft,…” Táið Andin og kraftin er vekk, so sníkir religiøsiteturin seg inn og forplantar seg við allari óhumsku frá avgrundini. Paulus sigur eisini: ” Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum.” So leingi Paulus stóð sum ein múrur við sínum evangelii, fekk avgrundarinnar tsunami ikki troka seg inn. Gud, varðveit okkum í Jesu Navn til Tú kemur og rópið ljóðar: ” Hygg, brúðgómurin kemur, Marana, ta!

Hallur Sørensen