Vit lesa í Ápostl.9.3-6.  «Men meðan hann var áveg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann, og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: «Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?» Tá segði hann: «Hvør ert tú Harri?» Hann svaraði: «Eg eri Jesus, Hann sum tú søkir at. Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!»

Endurføðing: Tað, sum ein má viðganga í okkara tíð, er at Bíbilskar endurføðingar eru sera, sera sjáldsamar. Eg tími ikki at spæla komediu og ei heldur syngja við nøkrum religiøsum kóri, at: mong blíva frelst ídag og taka ímóti Jesusi. Fyri at siga tað sindur fýrakantað, so stemmar tað als ikki við dagsins veruleika.

Men mong menniskju gerast religiøs! Tey byrja at ganga á møti ella kirkju. Men tað er ikki tað sama, sum at uppliva Guds kraft í tí innara og umbroytast til «gudsmenniskjað»2.Tim.3.17.

So eru tað mong, sum ikki klára at sláa ígjøgnum á tí vertsliga tónleikarapallinum. Tey hava roynt og roynt, men alt hevur miseydnast. Men so fáa tey eina nýggja idé: Lat meg prøva tann religiøsa tónleikarapallin. Her sleppa allir ungdómar framat og her eru kreteriini heldur ikki høg, og gáttin er gudsspottandi lág. Og so koma tey innum samkomugátt og verða fagnaði av leiðslu og vanliga møtigangaranum. Uppá stutta tíð standa tey á pallinum við mikrofon og syngja religiøsar sangir við einum óumskornum hjarta. Bíblian kallar hesu menniskju soleiðis: «Hetta eru tey, sum skilja seg frá, náttúrlig/sálarlig menniskju, sum ikki hava anda.» Sum ikki hava Anda Guds. Eisini skrivar sami Judas soleiðis: «Hesi eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara; uttan at skammast halda tey veitslur við tykkum og fóðra seg sjálv. Tey eru vatnleys skýggj – fúkandi fyri vindinum, trø, ber sum um heystið, ófruktbør, tvær ferðir deyð, rykt upp við rót.» Vinur, hetta er ein kraftig analysa, sum «Judas, tænari Jesu Krist og bróðir Jákups»  talar um endatíðina.

So eru tað fleiri ungdómar, sum heldur ikki sláa til í dansi ella drama. Tey hava barasta ikki evnini. Men samkomurnar hava slík programmir til óendurføddar sálir, og so tað eitt vinn vinn system, ið slær til. Samkomurnar økjast í antal menniskju, og ungdómarnir fáa sín trongd nøktaðan. Men minnir hetta um Guds kraft til frelsu? Er tað soleiðis samkoman vann sálir av fyrstani tíð? Hvussu var á ápostlanna døgum? Vit lesa: «inntil tann dag Hann varð tikin upp, eftir at Hann við Heilaga Andanum hevði givið ápostlunum, sum Hann hevði útvalt, boð.»Ápostl.1.2. Fyrst er tað ein útveljing til tænastu. Hetta embætið kann eingin taka sær, men sum skriftin sigur: «Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; (Eingin: tí at viðkomandi absolutt ikki kann taka sær henda heiður. Tað er uttanfyri hansara umráðið og evnir. Her er ikki talan um man vil ella tímur.) nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron.»Hebr.5.4.

So er boðið krystallklárt og er eitt skapandi boð. Eftir hetta lesa vit, at «ikki fara úr Jerusalem…men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum…Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni,…»Ápost.1.4,5,8. Útvald Harrans vitnir við kraft og myndugleika. Og mítt boð til tín er sum Harrans boð: Far ikki út og ver eitt vitni, um tú ikki ert kallaður til tað eins og Áron og hinir. Men «bíða eftir tí»v.4. Far ikki úr Jerusalem. Tú ger stóran skaða á menniskju og evangeliið! Og kemur so ongantíð kallið til tín, sum kom til teir í forum, so tig! Lat ikki upp tínar óumskornar varrar og oys ikki út úr einum óumskornum hjarta. Hav so mikið av respekt fyri orði Harrans.

So eru tað mong vertslig, sum finna sær ein maka, sum gongur á møti. Og eftir eina tíð, so hevur møtigangarin klára at hála makan hjá sær við á møti. Alt gott um at fáa fólk á møti. Men spurningurin er samstundis: Er tað makin sum dregur viðkomandi á møti ella er tað Jesus sum dregur? Eg veit um mong, sum blivu drigin við á møti og gingu á møti í áravís, men innast inni ongantíð trivist. Lívið var ongantíð Jesus, men eftirgevan til makan fyri ikki at sára viðkomandi. Minnir hetta um lív í Andanum? Haldi ikki! Skriftin sigur: «Eingin(og tá meinar skriftin við eingin) kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann;»Jóh.6.44. Tú kann koma á møti, til samkomuna, til felagsskapin. Til pastorparið, til forstandaran, til elstubróðirin. Men tað er langt frá tað sama, sum at koma til Jesus. Tú kann kenna eitt dragilsi í følilsunum, í tára drippandi eygunum, í menniskjarelatiónunum. Men tað er als ikki tað sama, sum at kenna eitt andans, æviga faðirsins, útveljingar dragilsi.

Vinur, tú sum lesur hesar linjir, ert tú Bíbilskt umvendur frá deyða til lív, frá Satans maktgrep inn í himmalska ríkið. Frá svartasta myrkri og inn í tað guddómmiliga ljósi? Set tær sjálvum hesar týdningarmiklu spurningar!

Jesus sigur í Matt.15.13: «Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót.» Bíbliu forkláringarnar til henda tekst siga: Kultiverað planta. Planta, sum er sett í eitt dyrkað umráðið.

Hvør planta, sum ikki er sett niður av teimum ævigu hondum Guds skal verða rykt upp við rót. Hvussu ert tú plantaður? Ert tú plantaður og vætaður av foreldrum tínum? Dagurin kemur, táið hetta skal standa sín prøva. Ella ert tú plantaður av evangelistinum og síðani vætaður av forstandaranum? Tú verður rykt/ur upp við rót. Ert tú plantaður av Visjon Norge og vætaður av følskum profetum frá somu kloakk kanal rennu? Tú verður rykt/ur upp við rót. Ert tú plantaður inní ríkið Guds gjøgnum barnadóp og síðani vætaður 14 ár seinni av prestinum? Eg kann lova tær eitt: tú verður ryktur upp við rót.

Fá sak tína íordan við Gud og bið Hann um at rista alla planting og alla vætu av tær frá menniskja hondum. Bið Hann um at umplanta teg. Tí so stendur tú royndina!

Paulus kendi til hetta omanfyri standandi skriv. Ein radikal umbroytan frá Satans makt til Gud. Eitt ljós sum skein, og hann refererar til hetta ljós í Ápostl. Hoyrið hvat hann sigur: «lýsti knappliga um middagin sterkt ljós av himli rundan um meg.»22.6. Og so sigur Paulus í kap.26.13: «mitt um dagin ljós av himli, sterkari enn skinið av sólini;» Hetta ljós var so gjøgnum treingjandi sterkt. At Paulus misti sjónina. Ljósið setti Paulus frían og loysti av honum tey allar sterkastu bond, sum ein kann bindast av: Religiøs sjálvbedrag bond! Tað eru ongar leinkir, sum eru so tjúkkar og rótfestar í eitt menniskja, sum tey religiøsu bondini frá Satan. Paulus var fyltur av hatri og hóttur av morð móti teimum, sum hoyrdu til vegin. Eitt religiøst hatur. Og hetta hatri var móti teimum, sum vóru fødd av nýggjum á ein Bíbilskan hátt á hvítusunnudegi og sum vóru doypt í einasta dópi, sum Gud sigur «Amen» til. Í Jesu Kristi navni. Og Satan gjørdi alt fyri, at Paulus skuldi varðveitast í hesum óumskorna tilstandi og hatri.

Paulus sigur sjálvur, hvat hann loystis frá eftir hetta upplivilsi: «Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikia, men uppvaksin í hesum staði, upplærdur við føtur Gamaliels eftir fedralóg okkara í strangleika hennara. Eg var íðin fyri Gudi, sum tit allir eru í dag. Eg søkti at hesum vegi líka til deyðan,(Gamaliel, lóg fedranna, strangleikin, ídni fyri Gudi, gjørdi at Paulus vildi drepa tað, sum Jesus blóð varð úthelt fyri)bant og setti í fangahús bæði menn og kvinnur. Sum eisini høvuðspresturin og alt elstaráðið kann vitna um meg; frá teimum fekk eg enntá brøv til brøðurnar í Damaskus og fór hagar til eisini at føra tey, ið har vóru, bundin til Jerusalem, so tey kundu verða revsað.»kap.22.3-5. Gal.1.13-14 sigur soleiðis: «Tit hava jú hoyrt, hvussu eg bar meg at fyrr, táið eg livdi sum Jødi, at eg ómetaliga hart søkti at samkomu Guds og oyddi hana. Eg fór longur í jødadóminum enn mangir javnaldrar í fólki mínum; eg var enn ídnari fyri lærdómum fedra mína.» Og Filipppi sigur: «Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariserari. So íðin var eg, at eg lá eftir samkomuni, og í rættvísi eftir lógini var eg ólastandi. Men tað sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap.»3.5-7. Paulus ramsar upp alt hetta religiøsa, sum hann var bundin av og sum var hansara lív, sum óendurføddur skapningur. Men ljósið av himli risti av alla planting og vætu frá Gamaliel og Jødiskari læru og lóg, sum munnaði út í hatur og fnýsing móti Guddómmiligari náttúrðu. Gud umplantaði hann á vegnum til Damaskus. Einki er sum eitt møti við hin æviga Gud. Tá víkja allar maktir fyri kraftini frá blóði Lambsins á Golgata.

Frá somu stund, so skilti Paulus, at Jesus er Jehova. Í Ísrael er bert ein Gud, hann sum er Jehova. Og Paulus rópar á Hebraiskum málið og sigur: Hvør ert tú Jehova og svarið kom: Eg eri Jesus.

Tríggjar dagar seinni, so varð Paulus fyltur av Heilaga Andanum og hann varð doyptur, sum øll tey fyrstu Kristnu blivu, og sum øll Ápostlasøgan greiðir frá um dóp: í Jesu kristi navni. Yvir Paulusar lív rungaði eitt «Amen» táið Ánanias doypti hann í Jesu navni.

Ert tú bíbilskt umvendur og bíbilskt doyptur?

Hallur Sørensen