Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara. Mal.3.16

Hesi orð eru sera álvarsom, tí tey lýsa tvey ting í endatíðini, og sjálvan slutt spurtin á G.T: ein tíð, merkt av sterkum og aggresivum fráfalli frá trúnni á Gud Ísraels og hansara pakt, og so eitt fólk, ið samlast saman, tí tey síggja hvussu fráfalli grípur um seg við sterkum armum. Og hesin flokkur vil ikki vera við í hesum fráfalli. Í Ezekiel kap. 9, vísur Harrin í eini sjón ein mann, ið var í línklæðum. Hesin skuldi ganga gjøgnum býin og seta eitt merki á pannu teirra, ið venaðu seg yvir alt tað viðurstyggiliga, ið HARRIN sá. So er tað also ein ávísur flokkur í endatíðini, ið hevur eitt merki av manninum í línklæðunum, og sami flokkur slær ring um, at halda fast saman og demra upp fyri fráfallið í endatíðini, og tey tala saman, tí tey óttast HARRAN og hugsa um Hansara navn.

Er so hetta fráfallið galdandi Føroyum ídag? Eru Jesu orð viðvíkjandi endatíðini galdandi, at kærleikin kølnar hjá hinum flestu? Og at táið menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini? Eru orð Paulusar sonn, táið hann sigur, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda? Ja! Hesi orð eru sonn, og tey eru við sterkum kreftum við til at stjala sanna evangelium Guds.

Mong av tykkum, ið lesa hetta bræv, mugu bara acceptera tað faktum, at mangt er broytt seinastu árini – til tað ókenniliga. Ert tú sum ein kristin, og er títt endurfødda hjarta góðtakandi hetta? Møti stílurin er broyttur. Teir inspirerandi sangirnir og tey lifligu kórini eru skift út við nýmoderna og óendurføddum melodium og tekstum. Kraftin í forkynnilsinum um satt nýtestamentligt samkomulív, er horvið. Andaligu náðigávurnar eru útskiftar við menniskjaligar dygdir og prestatiónir. Náðigávurnar staðfesta forkynnilsi hjá prædikumonnum, sum tala um veking. Teir tónangivnu prædikumenninir verða staðfestir við tungum og týdningini, via T.V. Men nær hoyrdi tú seinast eitt So Sigur HARRIN, har orðið frá Bíbliuni um fráfall varð staðfest? Nei, náðigávurnar man upplivir ídag, eru reduseraðar til at staðfesta okkara tíðarinnar prædikumenns egnu visjónir og dreymar. Millum annað um eina mega endatíðarinnar veking og herligheits teologi, sjálvsagt fremmandgjørd fyri Bíbliuna. Opinbárilsi í skriftini, er at líkna við ein blindan, sum ongantíð hevur sæð ljós.

Nýtestamentliga samkoman hevði gleði av, at hava tey benevnilsini, sum andin setti orð á og valdi. Tað var ápostlar, profetar, evangelistar, lærarar og hirðar. Ein fýrfaldað tænasta givin av Jesusi. Hetta er alt óaktuelt ídag og skift út við aðrar menniskjaliga skaptar titlar. Hesar fýrfaldaðu tænasturnar vóru givnar eftir útveljing HARRANS og ikki menniskjum. Ídag er menniskja komið í fokus og HARRIN hevur mist tað sentrala plássið í samkomuni.

Hvar vilt tú standa í hesum? Um tað er nakar harúti, ið ikki vil burturkasta meira av síni dýrabaru tíð uppá eina læru og Gudstrúgv, ið ikki harmonerar við tað andaligu føðing tú einaferð upplivdi, so vil eg heita á teg um at koma saman til eitt “Tá talaðu tey saman” møti. Tað er ein útvaldur flokkur í hesi endatíð, ið má koma saman, tí tey klára ikki at vera saman við teimum, ið eru við í hesum stóra fráfallið frá tí trúnni, sum einaferð fyri allar er hinum heilagu givin í hendur. Ert tú fremmandur, táið viðvíkur hendan nýggja óbíbilska andan, so er tíðin inni, at tú reisist og gevur teg til kennar.

Kennir tú teg drignan og gleðan um hetta innbjóðilsis og ávaringarbræv, so fara vit at hava eitt “Tá talaðu tey saman” møti, og til hetta møtið verður givin tær møguleika fyri, at tú kann koma við tí, sum Gud hevur lagt á títt hjarta. Sig hetta við tínar vinir og lat hetta kall ljóða fyri mongum!

Intiativið til hetta møtið í Mal.3.16. má ein fyrst hava tikið stig til. Ein fekk hendan tankan og hetta varð so realisera til eitt fastsatt møtið. Vilt tú vera við til eitt møtið, har HARRIN er tilstaðar og lurtar eftir? Tað er álvarsamt!

Hetta “Tá talaðu tey saman” møtið verður tann.25 sept. 2016 kl.19 á Suðurrás 12, tórshavn.

Vegna tey, ið óttast HARRAN!

Hallur Sørensen