Eftir at hava lisið um lívið hjá Victor Danielsen, og alt tað hann virkaði her á fold fyri Jesus og Hansara fólk, so kann ein ikki annað, enn at gerast gripin av tí!
Eg kom fram á hesa yrking, sum Pól F.yrkti, Victori til minnis,. Og væl er yrkt!

Kvøða til Victor Danielsen

Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var, sum alt gav fyri hugsjónir tínar,
eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var millum hugmyndir tínar og mínar.

Tí ymiskt var mið, vit vegaðu sló
og ei víktu for ørvaroddum,
tú bar gudmerki – eg andmentans kyndil – óræddur mót heljarbroddum.

Vit lærdu báðir til sama starv, men báðir slitu vit tjóðrið,
tó atvoldin tín var mótvegis mín, og við hvør sínum fari vit fóru.

Tú setti mót stjørnum og himni kós, heim farm av gudsboðum tú hevði; við barlast av iva og fedranna mentan eg ytst út í oyðuna legði.

Tú akker læt falla á bíbilsku grund, sum ikki í stormi dró,
ivaleysur og sálartryggur,
sum stríðsmaður Harrans tú stó.

Av botnleysum djúpum einsamallur meg mátti um streingin rógva,
tá lýsti til landa meg andans viti um ivans brotasjógvar.

Tú hevði eydnu og sálarbót sum Harra tíns tænara vunnið, meg eg havi funnið sálarfrið, tó eg ongan Gud havi funnið.

Tú livdi eftir lyndi og læru,
tí sælur tú fór í mold.
Var mið títt eitt lognbrá, so vann tú tó títt dýrdarríkið á fold.

Hin fremsti í víngarði Harrans tú var og bjargaði sálum úr vanda;
eingin er maður í mansins stað,
so djúpt tíni fótaspor standa.

Eitt stórmenni, apostul og skald
við tær av fold er farið,
tú Bíbil og sálmabók føroyingum gav, tær verða tín minnisvarði.