Vinur mín er hvítur og reyður, hann ber av tíggju túsund…og hann er yndisligur, allur sum hann er. Hás.5.10,16.

Sulamit/Shulamit! Kvennkynsorðið av Sálomo/Shalomo! Hon er úttikin av honum og ber hansara navn. Líkaleiðis er við Jesus og hansara brúður. Hon ber hansara navn og er úttikin av honum, áðrenn heimurin varð grundaður. Hvussu praktiserar hon við at fáa navnið á seg, so at tað samsvarar við tað himmalsku støðu, sum Harrin nevnir hana? Íklæðir seg hansara navn við dópinum í Jesu Kristi navni! Gal.3.27. sigur: Tí tit, (ikki fleiri og ikki færri) so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.

Táið Harrin skapti Evu úr eitt av rivunum av Ádami, so segði Ádam: Hesaferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin. 1.Mós.2.23. Soleiðis er eisini við seinna Ádam, hann sigur um tað fólk, sum er úttikin av honum: Hesaferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon eitur mannina/kvinna, tí av manninum Jesus er hon tikin. Og hennara bein og hennara hold, samkoman, eitur Jesus. Tí alt likamið ber sama navn sum høvdið! Bert tú sama navn sum høvdið? Lat meg siga tær ein sannleika: um tú ikki ert doyptur í Jesu Kristi navni, so ert tú ikki doyptur í navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans!

Hvítur: Mangt er hvítt eina tíð, men so fánar liturin so við og við. Hvítt eina stund, men so kemur liturin at merkjast av slit, veður og vind, okkurt skitið rørir við, og so er tað ikki hvítt meir. Menniskju eru “hvít” eina tíð, men so skifta tey “lit” og eru ikki eins og tey vóru. Men vinurin Jesus er og verður til ævigar tíðir hvítur. Hann broytist ikki, tað er ikki skiftandi skuggi hjá honum. Hann hevur ikki eina meining og ætlan ídag og í næstu løtu, so broytist hetta. Hann er tvørtur ígjøgnum hvítur og reinur og heilagur. Eingin er sum hann. Tað má hava verið ein fantastisk opinbering fyri Sulamit at kenna! Tað er nakað trygt og fast og solid við Jesus. Tín frelsa er hvít og er og verður til ævigar tíðir føst!

Reyður: blóði. Øll skriftin frá 1.Mós til Opinberingina talar um blóðið! Blóð Ábels sum tann fyrsti sum reisti eitt altar, líka til Kristus, sum fór inn í tað allar heilagasta við sínum egna blóði! Harrin talar við Móses og sigur: táið Eg síggi blóðið, skal eg leypa tykkum um,… 2.Mós.12.13. Er vinarins blóð yvir títt lív? Ein altavgerandi spurningur!

Øll menniskju í ein meiri ella minni mun kunnu siga um Jesus, at hann er hvítur, heilagur og majestetiskur. Hesi orð finnur tú mangan aftur í tí einkis sigandi lovsonginum, sum verður borin fram ídag á møtunum kring landið. Men hoyr nú her. Tað er bert brúðurin, tann útvalda frú, sum kann tala og vitna um blóðið. Hon hevur upplivað guds reinsandi kraft yvir sítt lív og kennir, at hon hevur fingið lut í hansara rættvísis blóð. Tey religiøsu siga: Vinur mín er hvítur. Men brúðurin sigur: Vinur mín er hvítur og reyður. Brúðurin hevur fingið lut í báðum og fullførir setningin! Blóðið er bert yvir Kristi likam, tí tað var tað, ið hann doyði fyri. Blóðið vitnar eisini um fyrigevingina. Hon kennir hitan og kærleikan frá sínum vini, táið hon kemur út í óføri. Einki fordømandi og eingin krøv av boð og lógarverk. Hon kennir: Hann elskar meg, ja, Hann elskar meg. Guds blóð meg reinsaði!

Ber av tíggju túsund. Man skuldi trú, at tað vóru grensir fyri, hvat málistokk man kann nýta um Jesus. Men so er ikki fyri brúðrina. Tað er eingin annar enn Jesus fyri hana. Hann yvirgongur alt í øllum. Jóhannes á Patmos kundi síggja 7 tíðarhúshald uttan at detta. Hann kundi síggja 24 elstar sita á 24 hásætum uttan at detta. Hann kundi síggja ælabogan, hásætið, glashavið sum krystall, 4 verur, sum sóu út sum djór, bókrulluna, lúðraljóð, einglar sum blástu, templið og Mikael. Alt hetta og mangt afturat uttan at detta. Men táið hann sá Jesus, fall hann fram eftir rommum. Tað sterkasta tú kanst síggja er Jesus. Hann ber av tíggju tusund. Einki kann samanlíknast við Jesus!

Táið so Sulamit hevur belýst Shalom í detaljir gjøgnum 6 vers, so klárar hon ikki meir. Hon hevur ikki vokabular og sterk nokk úttrykk til at siga meir. Tí endar hon við hesum og brýtur út í kærleikstøkk yvir sín vin: hann er yndisligur allur sum hann er.

Hallur Sørensen