“Flóðin kom og tók tey øll”

Omanfyri nevnda skriftstað úr Matteus 24.39, er eitt brot úr Jesusar endatíðarinnar talu – eisini nevnt Eskatologi (av gr. eschatos, “læran um tey síðstu ting”. Og til at samanlíkna tær komandi hendingar og teirra ræðuleikar á síðstu døgum, beint áðrenn rópið ljóðar „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“(25.6), so tekur Jesus Nóa við sum dømi.
Nóa fór undir at byggja og gjørdi ” í einum og øllum…sum Gud hevði sagt við hann”. 1.Mós.6.22.
Clarens Larkin meinar, at longu tá vóru milliónavís av menniskjum til á jørðini. Og menniskju hava altíð havt trongd til at søkja eitt ella annað. So tú kanst ætla, at tað restaði ikki í kirkjum og samkomun.
Nóa fer so undir at byggja. Kanst tú hugsa tær tað mótstøðu hann og familjan hava fingið? Ikki søkti hann kommunina um byggiloyvi, ikki spurdi hann um fund við bygdaráðið. Ikki søkti hann sær ráð á nakrari skipasmiðju og spurdi um konstruktiónina til slíkt far og vitan um tann fortrongda veskumassan. Við at vera ein slíkur originalur og gera sum Móses gjørdi seinni ”eftir myndini, ið Eg vísi tær ”2.Mós.25.9., so hava rópini ljóðað, spottanin og háðorðini verið rúgvismikil og hatrið hevur bert økt. Nóa var ein pestilens í síni samtíð. Eg trúgvi ikki, at hann fekk nakra innbjóðing til samfelagsmøtir og bønarvikur. Táið hann talaði, so var boðskapurin ”ørkin”, táið hann bað, so var tað ”ørkin”, táið hann profeteraði, so var tað ”ørkin”. Alt hansara vesin var eittans: Ørkin!
Táið hann bygdi hesa 42.000 tons ørk, so hevur hon kostað. Spurningurin varð so reistur: “Nóa, hvør fíggjar hetta?” Svarið var krystallklárt: Harrin! Vita tit ikki, at tað sum Harrin stendur aftanfyri, fíggjar hann eisini. Hann ornar fyri økonomiinum og tilrættileggur alt! ”Men Nóa, tit eru bert átta tandur, sum standa um hesa ørk.” Talið hevur einki at siga. Tað ræður um at hetta er eitt guddómligt embætið, sum Harranum líkar og tað er Hann, ið byggiharrin. ”Men Nóa, er tað ikki vert at royna statin um økonomiskan stuðul til hetta risa byggistig?” Fyri tað fyrsta, hvør vildi latið stuðul til slíkt? Fyri tað næsta, so byggja vit hetta við Harrans hjálp og siga sum Ábraham segði við Bera, kongin í Sodoma: ” Tú skalt ikki siga: „Eg havi gjørt Ábram ríkan!“
Hugsið um konu Nóa. Hon var heilhjartað við í arbeiðinum. Hon sá, at maður sín hevði fingið eitt kall og tænastu, ið hann ikki hevði átikið sær sjálvum, men var givið av hond Harrans. Men hon var gift, ikki bert við Nóa, men eisini við hansara kalli og tænastu. Tað hann tók sær fyri, var hon íroknað. Ikki kann tað altíð hava verið lætt fyri hana. Tey spott og útspillunarorð Nóa møtti, rakti eisini hana sera meint. Alt tað, ið gekk fyri seg í krókunum, føðingardøgunum, bindiklubbunum o.s.fr. um Nóa og hansara konu, má mangan havt skapt eitt tár í eyguni á konu Nóa. Ikki

hevði hon stundir saman við manni sínum at fara á ferð á Caribiska havið ella keypa sær teir fínastu pelskáparnar. Alt fór til ørkina. Hvør dagur handlaði um at byggja Guds ørk. Men fyri ein kraft og varðveitandi makt, sum Harrin umgyrdi tey 8 við, so at tey ikki mistu mótið og arbeiðið stó í stað. Men tey arbeiddu uppá frelsuna við ótta og bivan! Hugsið um børnini. Allir ungdómarnir hava baktala pápa Sem, Kam og Jafet sum ein, ið ”tekur Guds orð alt ov bókstaviliga”. Hinir hava rópt og spilt teirra pápa út. Sangurin ljóðar: Du Noah, hvorfor bygger du en båt her inne på land? Det er jo rene galskapen slikt går da ikke an. Men Noah svarer stille dog så tydelig og så klart: en dom vil ramme jorden og den kommer meget snart..

Men ein dag komu fyrstu regndroparnir. Hetta hevur viðført mangar alternativar religiøsar redningsaksjónir – sum tað eisini er ídag. Síggi fyri mær menniskju, sum í skundi bygdu ein flaka, tí tíðin loyvdi ikki nakað stórt hóvasták. Onnur menniskju leitaðu fram tómar tunnir og bundu tær tætt í hvørja aðra, so tær kundu flóta. Menn funnu fram øksirnar og feldu stórar bular, sum kundu flóta, ”men flóðin kom og tók tey øll”. Stórar kirkjur tilkallaðu í skundi sítt statsinnsett prestaskap, um hvat kundi gerast fyri at sleppa undan. Leitað varð hjá kirkjufedrunum um barnadóp. Konfirmasjónsteologi-bøkur tiknar fram. Ritualir um altargongd gjøgnumgingið ”men flóðin kom og tók tey øll”. Samkomur við sínum elstaráðið og pastori á odda róptu til sín gud, ”men flóðin kom og tók tey øll”. Ófrelstir ungdómar á plattforminum, ið sungu og róptu at gud mátti steðga regninum, ”men flóðin kom og tók tey øll”. Vertslig menniskju, ið runnu niðan á fjallatopparnar, ”men flóðin kom og tók tey øll”. Lasaronurin, ið hugdur var niður á í mong ár av oljisjeikinum, og bordellkvinnan, ið ikki vigaði nógv í drotningavektini ”flóðin kom og tók tey øll”. Amatørurin og elitimaðurin, ríki og fátæki. Hann, ið átti alt, og hann, ið einki átti ”flóðin kom og tók tey øll”. Eingin slapp undan. Bert tey, ið høvdu trú á ørkina, ið er Jesus, sum einasta bjarging, sluppu undan. Tað er bert ein frelsa, og tað er frelsan í Jesu blóð. Pætur sigur eftir hvítusunnudag: ” Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“ Boðskapurin er einfaldur: Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur. Einasti vegurin til náði guds er gjøgnum Jesus Kristus. Kalla á hann meðan náðitíðin er. Tað er ikki altíð at náðitíðin er líka long sum livitíðin. Søk tí Gud ídag, og Hann skal lata seg finna. Sangurin sigur víðari: Og som det var på Noahs tid, så er det også i dag. Ugudeligheten råder i blant alle folkeslag. O, arme jord snart er den siste nådedagen forbi. Men frelsesarken holder, bare den kan håpet gi.

Hallur Sørensen