“Tá ið Saul og alt Ísrael hoyrdi hesi orð filistarans, ræddust teir og óttaðust stórliga… meðan hann (Dávid) tosaði við teir, kom hólmgongumaðurin, Goliat filistari úr Gat út úr filistara herðinum og rópti somu orð, sum hann var vanur; og Dávid hoyrdi tað”. 1. Sám.17.11,23.

Vit eru mitt í tí harðasta stríðnum. Ísrael á tí einu síðuni og filistarnir á hinari. Men Ísrael, við Saul í oddinum hevur mist mótið. Tey hava lagt oyra til tey ógvusligu háorð og spottanini móti Gudi og hansara fylking. Tíanverri, so hevði eingin evnir og kraft til at venda støðuni, so at Goliat fekk munnkurv. Saul hevði jú mist salvilsið og tá í salvilsið varð burtur, var hann ikki longur mentur til at standa ímóti fíggindans álopum. So tí blivu oyrini ein innfaldsvinkul til at sálin og andin blivu handlings lammaði. Forakta ikki salvilsið, tað varðveitir tíni oyru!

Men Dávid hoyrdi eisini hesi somu orð. Men hann misti ikki mótið, tvørturímótið. Hetta tí at hann hevði salvilsið inn yvir seg, og hendan salvan varðveitti hansara oyru, so at hann hoyrdi á ein annan hátt. Hugsa tær, at í sama kríggi, somu fylking, sama dag, so hoyrir Dávid heilt annarleiðis enn øll hini, sum hoyrdu til hús Ísraels. Trúgvi at hetta viðvíkur eisini í dag, og at støðan er eins og tá. Tú skalt leita leingi eftir einum, sum hoyrir evangeliið á rættan hátt, og ikki letur seg villleiða eins og tann stóri skarin. At Dávid ikki misti mótið má týða, at hann ignoreraði ella yvirhoyrdi taluna, sum Goliat helt. Tú finnur ein annan beratning í Bíbliuni sum hevur sama karakter. Í Markus 5.35 stendur: “meðan Hann enn talaði, komu nøkur frá sýnagogu stjóranum og søgdu: “Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!” Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogu stjóran: “Óttast ikki, trúgv bert!”” Táið tað stendur, at Jesus hoyrdi tað, sigur grundteksturin at Jesus ignoreraði tað, sum bleiv sagt. Um Jesus skuldi lagt oyra sítt til tað sum bleiv sagt og loyvt deyðans ótta lagt haft á seg, vildi eingin genta reist upp frá teimum deyðu. Legg ikki oyra til teirra, sum koma prædikandi út frá einari turrari sýnagogu, sum Gud fyri langari tíð síðani hevur forlátið!

Tað at tú enn hoyrir andan tala til tín – og tað skalt tú í øllum eyðmjúkleika takk Honum fyri, tí tú ert ein millum mong túsund – líka áðrenn Jesus kemur aftur, er tí at tú hevur fingið salvilsi í oyruni gjøgnum Bíbilska trúarinnar prædiku, og tí eisini fingið evni og andaligan karakter til at ignorera alt tað, sum niðurbrýtur sannleikan í skriftini. Tú ert preveligeraður at sita undir hesa læru og prædiku, sum ger teg í stand til at møta tann ektaða Jesus, og ignorera tann falska Jesus við sínum følskum tænarum, følsku profetum, og følskum messiasum. Jesus sigur, at “Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær. Men fremmandum fylgir hann ikki, nei, hann flýggjar frá honum; tí hann kennir ikki rødd hina fremmandu.” Jóh.10.27,7.

Fólk Ísraels og sýnagogu stjórin óttaðust. Báðir við hvør sínum útgangspunkti, men Dávid segði: “eingin má missa mótið;” V.32. Og Jesus segði: “Óttast ikki!” Mong óttast í dag, og tí mist mótið. Hetta er djevulsins vápn. Og við hesum útgangspunkti skal tann falski skjótt koma ríðandi á tí hvíta hestinum við øllum svarum og øllum loysnum uppá heimsins trupulleikum, á ein og anna hátt, og hetta skulu tey, sum ikki hava salvaði oyru, leggja oyru til. Tey skulu favna hann við báðum ørmum sum tað vælsignaða Guds lamb, og mong hava longu gjørt hetta. Men vit hava fingið salvaði oyru, og tí hava vit fingið evni til at hoyra, at tala hansara er sum á einum dreka, sjálvt sum hann sær út sum eitt lamb. Heidninga ápostulin Paulus sigur um hesar, sum skulu eftir hansara burturferð, koma til flokkin í seyðaklæðum, men innvendiga eru teir úlvar. Tað er bert við andans hjálp, at tú klárar at

hoyra teirra ræðandi evangelii. Men óttast ikki, ert tú millum teirra, sum hevur fingið ektaða anda Guds, so kemur tú eisini at hoyra, hvat andin sigur við teg gjøgnum sítt livandi orð.

Hallur Sørensen