Ein heilsan til samkomurnar, ið luttóku á felagsmøtinum í Evangeliihúsinum 3.páskadag.

”Tann dagin gjørdust Heródes og Pilatus vinmenn; men frammanundan høvdu teir ligið í fíggindskapi hvør við annan.” Lukas.23.12.

Hesir báðir høgt standandi menn høvdu frammanundan ligið í fíggindaskapi hvør við annan. Hvør orsøkin var, kemur ikki fram. Men báðir vóru teir høgt í metum í politikki. Og sjálvsagt vildu teir undirleggja seg enn meiri vald, og eina ella aðrastaðnis møtast so hesir báðir bardagahanar. Men nú tímin er komin, at Jesus verður avhoyrdur og mong lygivitnir standa fram og bera rangan vitnisburð móti honum, kann ein fylgja, tí slíkt profeteraði G.T. Men tað ein kann undrast á, er at hesir, ið ikki orkaðu hvønn annan, nú knappliga gerast vinmenn. Tað at teir gerast vinmenn, kemur ikki fram á ein nátúrligan hátt, men teir gerast vinmenn.Táið sannleikin skal krossfestast uppstendur vinarskapur millum teirra, ið fyrr vóru fíggindar.
Táið eg hoyrdi um hetta møtið, so má eg bert siga, at tað er eitt suverent hyklarí av grovasta slag. Tað sum ger, at tit samlast, er ein dominerandi felagstanki: forakt fyri sannleikanum!!! Allir trúarrætningar brutu einaferð út frá tí katólsku kirkju og hennara læru. Og hvussu hendi hetta? Við stórari forfylging av katolikkum, hatri, ið kom til sjóndar, at túsundavís blivu koyrd á bál, saga sundur í pettir, løgd inn í mariukrossin og forfylgd til tað mest groteska. Øll uttan undantak blivu stemplað sum ”kættarir.” Og eg vil spyrja katólska prestin: ”Nær eru tit hildin uppat at døma hinar lærurnar sum falskar og villleiðandi?!” Tú kennir væl tína søgu og tína læru, og tað geri eg eisini, at Vaticainus – Káins hús – liggur enn eftir Ábels altari og vil taka hann av døgum!
At adventista kirkjan eisini er við í hyklaríinum er ein gáta. Hon dømir, við “profetinnu” Ellen Gold White í frontinum, bæði tað katólsku læruna og protestantisku læruna sum falska. Nær tóku tit frástøðu frá tí?
Tann trationella pinsarørslan, tá meini eg ikki tann karismatiska, hevði einaferð ein ápostil og eldvitni, hvørs navn var Thomas Ball Barrat. Hann talaði og gav til sjóndar í skrift, at tann katólska kirkjan var einki minni enn ”Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“ Spurningurin er so: nær er tann tankin broyttur? Nær hevur nakar staðið fram og sagt, at Thomas Ball Barrat tók feil, nær varð Barrat forlátin? Ongantíð! Enntá internationali redaktørurin innanfyri pinsarørsluna, Thoralf Gilbrant, tók undir við útsøgn og læruni hjá Barrat viðvíkjandi katólsku læruni. Nær skifti hann meining? Ongantíð! Hvat helt Thoralf Gilbrant um fólkakirkjuna? Hann segði hana at vera ein klump runt fótin

á teimum, ið elskaðu hetta fríska og inspirerandi lívið í Kristusi. Nær tók pinsarørslan frástøðu frá tí?
At fólkakirkjan eisini tók lut, við dómpróstinum á odda er tragikomiskt. Tað man valla verða nøkur rørsla í Føroyum, ið hevur forfylgt brøðrasamkomuni og síðani hvítusunnusamkomuni meir við útspillan, hatri og forfylging.

At Immanuel eisini er við, hevði ein ikki trú fyri nøkrum fáum árum síðani. Henda rørsla, ið ikki kundi samlast við tað trationellu pinsarørsluna, tí tey m.a. praktiseraðu dópin í Jesu navn kontra dópin í trimum titlum, samlast nú við øll, óansæð hvat viðvíkur læru. Nær hava tit fingið nýtt sýn, um ikki at blanda seg við verk myrkursins?

Hetta er einki minni enn hyklarí, tí innast inni eru tit dundrani ósamd eins og Heródes og Pilatus. Men táið Jesus, sum er sannleikin skal gevast upp og krossfestast, so gerast tit øll vinfólk.

Hallur Sørensen