”Pilatus segði…Eg finni onga skyld hjá Honum!” Jóh.18.38. Hebr.7.26: ”Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt – upp um Himlarnar,…” Jesus var 100% reinur á allan hátt. Har fanst eingin synd, skyld. Eingin eftirgevan til synd. Hann kundi ikki freistast á nakran hátt. Tað fanst eingin arvasynd í Honum ella genir frá sínum ”foreldrum”. Hann var Guds Sonur. Guds blóð rann í likaminum. Tað var eitt liðugt befrugtað inngrep frá Gudi, sum varð lagt í Mariu. Eingin samanblandingur, har sindur var frá Gudi, og eitt sindur var frá menniskjum, sum eru órein. Job sigur: ”Ja, hevði reinur kunnað komið av óreinum! Nei, ikki so mikið sum ein!” kap.14.4. Og Hebr. Sigur: ”Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí,…” Hetta orð: ”sama hátt” er ikki rætt yvirsett. Tað skal vera ”nærliggjandi hátt”. Hann fekk nemmliga ikki á sama hátt. Tað var eingin defekt við Jesu likam, einki niðurbrótandi eins og við okkum.

Táið so Pilatus rópti hesi orð, so galt hetta róp ikki bara Jesus, sum Pilatus sá tann dagin. Men tað galt tað likam, sum er samkoman, ta brúður, sum lá í Honum. Eisini hon er uttan skyld, rein, sakleys, sett høgt. Í henni er eingin synd. Hon er tváað í lambsins blóði. Og hendan orð-brúður hevur ikki sín upprunað í tíð og ”foreldrum”, men ”í upphavi var orðið.” Hon lá í Kristusi í Gudi. Jesu brúður er fødd fram av orðinum og ikki menniskjum og hennara vilja. Jesu brúður er nærliggjandi at hava lut í blóði og holdi sum onnur, men atlíkavæl ein himmalvígur munur. Og hetta síggja bert tey salvaðu eyguni í okkara tíð. Mong á Jesu døgum sóu ikki, at Jesus var Kristus, hin salvaði, kongurin yvir húsi Jákups. Jesus sigur um sína brúður eins og Ádam gjørdi við sína: ”bein av mínum beinum og hold av mínum holdi!” Og bæði Ádam og Eva vóru uttan foreldur, eins og Kristus og hansara brúður.

Jesus syndaði ikki, tí um so var, so kundi Hann ikki latið Sítt lív fyri syndarar. Og við hesum í tanka vil vísa á, at táið hann revsaði, rópti vei orð og drakk vín o.s.fr., so er tað ikki synd, ei heldur um brúður Hansara ger tað.

Vit lesa: ”Menniskjasonurin kom – Hann etur og drekkur – og tey siga: ”Hygg – átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!” Matt.11.19. Jesus drakk so mikið, at Hann fekk eyknevni ”vínsvølgur”. Hetta kom út millum fólk. Tey vigaðu Jesus við apoteksvekt og mátaðu Hann við tummastokki og funnu alt møguligt, sum tey kundi klaga Hann fyri. Men Hann doyði uttan synd – ”Eg finni onga skyld hjá Honum!” Bíblian sigur hvussu nógv ein kann njóta av víni. Ikki lata teg fanga av bláakrossi, Frelsunarherinum og religiøsu maktunum. Blív ikki teirra trælur! Jesus hevði ikki fingið limaskap í bláa krossi ella Frelsunarherinum. Hann drakk ov nógv! Men uttan synd!

Jesus revsaði teir religiøsu. Í Matt.23 lesa vit, hvussu Jesus húðfleingir teir, ið sita á stóli Mósesar. 8 ferðir rópar Jesus eitt “Vei” róp eftir teimum. 7 ferðir rópar Hann “hyklarar” eftir teimum, og 1 ferð “blindi” eftir teimum. Og í vers.33 sigur Hann: ”Høggormar! Ormaavkom!” Men Hann doyði uttan synd, ergo er tað ikki synd at revsa religiøs menniskju.

Í Luk.6 lesa vit, hvussu Jesus útfordraði teir religiøsu og østi teir upp í reyða felti. Teir vóru ovursintir. Men Hann doyði uttan synd. Útfordra tú eisini slík menniskju – tað er ikki synd!

Ikki lat familju, vinir og allarminst religiøsa traditión siga tær, hvat er synd og ikki. Tað kann einans skriftin siga. Ikki lat sunnudag og heilidagar fortelja tær, hvat tú kanst og ikki kanst. Tað er fult av nútímans sabbatsboðum, um hvat er loyviligt og ikki. Binda, hekla, brodera, hanga klæðir út á snór og baka pannukøkur eru eitt av mongum boðum, sum er synd. Lat teg ikki forheksa av slíkum nonsens. Alt mannaboð og verk av óendurføddum menniskjum.

Lat teg fylla av guds orði og Andans lívi, tað einans kann siga hvat ein kann og ikki!

 

Hallur Sørensen