”Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi – so at tann, sum setur seg upp móti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín. Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum… Hver sjel være lydig mot de foresatte øvrigheter! for det er ikke øvrighet uten av Gud, men de som er, de er innsatt av Gud, så at den som setter sig imot øvrigheten, står Guds ordning imot; men de som står imot, skal få sin dom. For de styrende er ikke til redsel for den gode gjerning, men for den onde.” Róm.13.1-3.

Eg, eins og tú, hava allarhelst mangan hoyrt hetta skriftstað lisið og eisini útlagt. Og eg eri 100% sikkur í, at tað, ið vit hava hoyrt um hetta skriftstað er, at tað handlar um tað vertsligu yvirvøldina, lóggevandi og útinnandi valdi. Men hugsað einaferð um hetta vers: her stendur ikki eitt orð um tað politisku, vertsligu yvirvøldina, men her stendur bert: yvirvøldum lýðið… Tí eingin yvirvøld er… upp móti yvirvøldini…

Eg trúgvi uppá, at hetta viðvíkur eisini tað vertsligu yvirvøldina, politikarar, stýrismenn av øllum slagi, politii o.s.fr.

Men Bíblian er ein andalig bók og handlar um Guds stýrisform, ordning og Hansara ævigu ætlan við samkomuni. Hvussu hon er sett av Gudi og hvussu rangsordanin er – tann, sum setur seg upp móti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað/ står Guds ordning imot. Hetta er ótrúliga álvarsamt. Hvussu er so yvirvøldin sett? Jú, ímun til tað himmalsku innsetanina, so er tann religiøsa og vertsliga yvirvøldin sett via demokrati. Eg veit um nógvar samkomur her í Føroyum, sum hava elstar, sum eru demokratiskt innsettir,  fólkavaldir. Hevur tú nógv fólk aftanfyri tín rygg og er væl dámdur, so ert tú næstan garanteraður ein elstasess. Og hvussu leingi ert tú so elstur? So leingi, sum tú talar fyri og ikki móti teimum fólkunum, sum innsettu teg. Tú má tá allatíð vera á vakt og balansera, fyri ikki at fella í ónáðir hjá teimum, ið innsettu teg. Men hoyr her: Tú ert ikki settur av Gudi, og tú stendur tí móti Guds fyriskipan/ordan. Tú skeiklar Guds originalitet og Hansara rangeringsordan. Tú villeiðir menniskju við verki tínum um fólkainnsetan av elstum, at Gud er í hesum. Tað sama viðvíkur ápostlar, profetar, evangelistar lærarar og hirðar. Tú veit, sum lesur hetta, eins væl sum eg, at her í Føroyum eru fult av prædikumonnum, sum hava átikið sær hesa rollu at vera evangelistar. Teir eru komnir fram at prædikustólinum, tí talukynstrið er ílagi, tí familjan og baklandið eru sterkir fíggjarligu stuðlar í samkomuni, tí viðkomandi hevur verið á onkrum uttanlanda bíbliuskúla. Fingið handaálegging frá Rodney Howard Brown ella Bill Johnson. Men tú ert ikki innsettur av Gudi – tú står Guds ordning imot!

Í Guds yvirvøld, fyriskipan, ordan, er ein kongur. Og hesin kongurin eitur Jesus. Og hann hevur eitt fólk, sannleikans fólk. Tey, ið elska sannleikan og fylgja sannleikanum, er Jesus Kongur fyri. So hevur tú kirkjur her í Føroyum, bæði protestantiskar og katólskar, og hesar kirkjur arbeiða fleiri samkomur við. Tær læra barnadóp og innlima børnini í Guds ríki gjøgnum barnadópin. Tann læran gongur móti Guds yvirvøld og kong Jesus, móti Guds ordan, men hesi “skulu fáa dóm sín”. Og tey, sum eisini fáa dóm sín, eru tey, sum geva hond og viðurlag til hesa falsku læru. Ansa tær og spyr teg sjálva/n: standi eg guds ordan ímóti?

Satans original synd er ikki nikotin, alkohol, lúgva, stjala, siðloysi, baktalilsi o.s.fr. Men hon var uppreistur móti Guds ordan, Hansara fyriskipan. Vit lesa í Es.14.12: “Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: “Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norði; eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan.”” Og sum beløning fyri hesa synd og hendan uppreistur móti Guds ordan, so lesa vit næsta vers: “Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina.”

Vit lesa eisini í Ez.28.14: ”Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd…” óansæð, hvussu salvaður ein er. Hvussu oljan so einaferð flýtur, so missir tú hana, táið tú setir teg móti Guds ordan og hevjar teg upp um Hansara orð og ordan og fyriskipan. Tú hevur ikki rættindir til hetta – tú verður dømdur. Satan varð kastaður út. Gud respekterar ongan, ið vil gera seg Gudan líkan og taka Hann av Gudasætinum og broyta Guds ordan – ei heldur í samkomu Guds.

Í Faðirvár bønini kemur nakað álvarsamt fram. Har stendur: “Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.” Matt.6.13. Tann norska Bíblian sigur: “men fri oss fra det onde.” Tann óndi ella tað illa er Satan og kemur frá honum. Og her biðjur Jesus um, at vit ikki mugu fella í freistingar fyri tí, at ríkið og valdið og heiðurin ikki tilhoyrir Harranum. Men vera so krystallklár í anda og sál, at ríkið og ordanin er einans “Títt”. Milliónir aftaná milliónir hava follið fyri hesa freisting og hesi viðurstyggiligu original synd hjá Satan, at broyta Guds ordan. Broyta frelsuna frá hvat Guds orð lærir, broyta dópin, broyta samkomuna, broyta bygnaðin, broyta tænasturnar og skifta bíbilsku tittlarnar út við menniskjaligar gjørdar tittlar. Bønin sigur at hetta tilhoyrir Harranum í allar ævir. Amen. Og “Amen” merkir: Tað er satt, tað stendur fast!

Hvussu álvarsamt er tað at taka ordanina í egnar hendur og miksa við hesi tingini. Jú tú finnur dømir sum Kora, Datan og Abiram og 250 aðrar sum hildu, at Móses og Áron kundu ikki vera teir einastu, sum Harrin talaði við. Teir gingu móti Guds ordan og settu seg sjálvar á eitt gudating. Les avleiðingarnar aftaná 4.Mós.16.1-2 har tað stendur: “…fingu ein flokk við sær og reistu seg móti Mósesi, og saman við teimum 250 mans…”Les  frá v.1.35

Vit finna eisini dømi um kong Saul. Frá teirri stund hann setti seg móti Guds ordan og Hansara fyriskipan, so kom dómurin. Einki, ónsæð olju, salvilsi og kongatittil fær loyvi at seta seg móti Gudi. Hoyr dómin: “Men Sámuel segði: “Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti! Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur!” Tá segði Saul við Sámuel: “Eg havi syndað, tí eg havi brotið boð HARRANS og orð tíni – men eg óttaðist fólkið og eftirlíkaði teimum.”” Sera, sera álvarsamt. Latið okkum ikki blíva tikin av fótum fyri hesi freisting og ikki akta boð Harrans!

So hevur Harrin eisini yvirvøld í síni samkomu. Hann er kongur. Latið okkum vera eyðmjúk yvirfyri Harranum og teimum, sum Gud hevur innsett. Tá gongst tær og mær væl og vit hava einki at óttast. Vit eru tryggjaði sterka verju og vælsignilsi frá hinum Hægsta. Amen!

Hallur Sørensen