Vit lesa: Sisera flýddi – til gongu – til tjald Jaelar, konu Heber Kenit; tí friður var millum var Jabin, kongin í Hazor, og hús Hebers Kenits…Men Jael, kona Heber, tók tjaldhæl og tók hamara í hondina, sníkti seg inn til hansara og sló hælin gjøgnum tynning hansara, so hann fór niður í jørðina, tí hann var sovnaður so fast, við tað at hann var so móður. Soleiðis doyði hann. Dóm.4.17,21. Signað millum kvinnur veri Jael, kona Heber Kenit, signað millum kvinnur í tjøldum! Dóm.5.24.

Ein sterkur og dramatiskur beratningur. Ikki lesnaður fyri veikar og fíntfølandi sálir. Ikki ætlaður monnum og kvinnum við nervabanum sum trillutráður. Ikki skrivaður til snobbutar religiøsar prædikumenn. Hesin tekstur er einans skrivaður teimum, ið við Anda Guds høvdu tolt at verið førd aftur til henda orrustu-dag, og verið við í bardaganum og vart boðskapin hjá Deboru og Barak og sæð, táið Harrin førdi Sisera til avrættingar-tjaldið hjá Jael.

Hesin Sisera var eins og Óðin og Tór, táið teir fara við sínum vagnum og hestum eftir himmalhválvinum og leggja ræðslu á hvørt eitt menniskja. Bara navnið “Sisera” varð nevnt, so skulvu Ísraelsmenn í buksubrókunum. Sisera var høvdingin hjá Jabin kongi, og Jabin hevði 900 jarnvagnar og hann kúgaði Ísraelsmenn í 20 ár, og tað hart. Dóm.4.3. Og hesar vagnar stýrdi Sisera.v.12-13.

20 ár er long tíð. Tað er einki minni 7.300 dagar. Hesir dagarnir vóru totalt stýrdir av Satans makt. Alt var kontrollerað av Satan. Hvør morgun, dagur og nátt í einum myrkun tilstandi. Alt, ið minti um Ísraelskan identitet, um at vera høvd og ikki hæli, at vera omaná og ikki undir, at vera vælsignaður og ikki bannaður, var blást burtur av Jabin og Sisera. Alt, ið minti um at vera sonur Ábrahams, Ísaks og Jákups og tey lyftir, ið har hoyrdu til, áttu tey als ikki lut í. Útferðin úr Egyptalandið, um hvussu Harrin druknaði Farao og allan hansara her og prógvaði við sterkum armi, at Hann elskaði tey, var nú bert eina søga, sum allar aðrar. Orð um Josva og Kaleb vóru bert Fatamorgana. Øll vón úti. Í Dóm.5.6 stendur:á døgum Jaelar, lógu vegirnir í oyði, ferðafólkini sníkti seg eftir avsíðis gøtum. Fyri ein tragiskt lýsing.

Men so kemur dagurin, ið Harrin hevði time in, táið Sisera má lúta fyri Ísraelsmonnum, og hann flýggjar og kemur inn til Jael. Tað stóð, at friður var millum Jabin og hús Hebers Kenits. Friður? Hvar, hví og hvussu hetta uppstóð er ikki gott at siga, men tað sær út til, at hetta hevur Jael ikki verið við uppá, men kanska av eini ella aðrari orsøk verið kroyst til at góðtaka. Hon hevur sikkurt ikki havt nakað væl. Men innast inni, so longdist hon eftir forlysingar degnum og bað Gud um at hesin Gordons knútur, sum hon var vavd inní, mátti loysast og henda “friðar” støðan mátti fáa enda. Og Gud hoyrdi og sá hetta. Hann sá hesa einu kvinnu. Henda, sum kanska vegna familju intrigir og skeldaríð av forfedrum hjá manninum, so máttu tey flyta til annað stað, 4.Mós.10.29. Og uttan at hava ávirkan á hesa støðu, so varð hon gift inní hetta. Tí kom hesin sokallaði “fríður” í lag. Men hon vitsti, at hesin friður var bert eitt annað orð fyri kompromi. Friðurin vardi bert so leingi, sum tey dansaðu eftir fløytuni hjá Sisera.

Nú kemur Sisera inn. Og Jael kemur í ein bardaga við seg sjálva. Hvat skal eg gera? Eg veit, hvat sum er rætt, men tori eg at gera tað, sum er rætt? Í mínum heimi havi eg ein mann, men har er lítil dugur í. Hann er for kompromi fyltur. Vil ikki sára nakran, og for ræddur at standa upp sum maður í okkara heimi. Eg má taka sakina í egnar hendur. Tað hevur mangan verið soleiðis, at kvinnurnar eru meiri ondsfyltar enn menninir og hava verið drívkraftin heima við hús. Kvinnan við Sunem er eitt dømi.

Hon far Sisera at sovna. Heintar tjaldhælin og hamaran og setir tjaldhælin fyri tynningin og buldrar til. Og píkurin sorar tynningin.

Hon tekur lívið av tí, sum hevur stýrt hennara heim. Tekur lívið av Siseras vilja, tankum og hatri móti fólkið Guds. Í tekstinum kemur tað týðiligt fram, at hetta heim var ikki ókent fyri Sisera. Hvørja ferð, hann hevði verið á vitjan, so eftirlæt hann eina atmosferu frá helviti eftir sær. Men nú er liðugt. Hon tekur uppgerðið heima við hús, vinnur á tí og ber so líkið út. Soleiðis skal ein bíbilsk samkoma eisini vera. Táið sisera kemur á gátt, skal kraftin í boðskapinum taka lívið av honum, síðani skal hann berast út.

Eftir hetta kemur kraftin og salvilsi inn yvir Deboru og Barak, samkomuna og Kristus og tey syngja. Í hesum sangi, so ljóða orðini: Signað millum kvinnur veri Jael, kona Heber Kenit, signað millum kvinnur í tjøldum! Tak tú í Guds kraft eitt uppgerð og tú fer at sanna, at signingin streymar inn yvir teg og inn yvir títt tjald. Signað millum kvinnur veri tú!

Hallur Sørensen