“Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina….so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum…” Es.55.10-11.

Harrin hevur eina klokku og eina timing, sum ikki fylgir okkara dato og tíðarfesting. Mong hava roynt at fingið Harrans klokku at fylgja sínari klokku og broytt Hansara timing eftir sínum fantasii og avgerðarstøðið. Pinsa-karismatikarir standa í fremstu røð og fortelja, nær regnið av himli skal koma, og nær ávøksturin og útslagið skal koma til sjóndar. Eisini í Føroyum eru pinsa-karismatikarar fultstendigani loysnaðir av hongslunum og profetera í tíð og ótíð um regnið, ið skal væta føroyingar, og øll skulu uppliva vøkstur – serliga kvantetivan vøkstur.

Men Harrin hevur ikki lagt sítt program eftir, hvat menniskju halda og meina. Tíbetur! Tað vildi verið ein skandala, tí so skuldi Hann ofta havt skift sína ætlan, og tað æviga ráð, vildi farið í vaskið. Men Gud er støðufastur og Hansara ráð stendur fast og Hansara vilji er ikki til at broyta. Gud er suverenur.

Profetorðini í skriftini hava eina tíðarlinju. Og tey eru sum regnið og kavin. Hetta verður samanlíkna við orð Harrans. Men fyrst verður sáðið sátt út av sáðmanninum. Eftir hetta má sáðmaðurin bíða eftir, at Harrin kemur sum regn og vætar jørðina. Tá gongur ikki long tíð, fyrrenn resultatið sæst. Mær rennur í hug, at táið Pætur vitjaði hús Korneliusar. Hann talaði og sáddi út, men í einum smelli, so lat Harrin sítt regn falla á hesar turru spírar og tað kom til sjóndar alt fyri eitt, at hesi hoyrdu til tann útvalda skarðan. Táið Paulus kom til Filippi, so møtti hann einum skarða av kvinnum, men ein við navninum Lýdia kendi vælsignilsis regn yvir sítt lív. Gud opnaði hennara hjarta og í einum nú varð hon doypt og hon opnaði sítt heim fyri evangeliið.

Men so er orð Harrans eisini sum kavi. Undir kavanum liggur sáðið. Tað liggur og liggur og liggur og einki hendir. Sáðið fer ikki niður í jørðina, tí eingin væta er til at fáa tað process ígongd. Soleiðis er við profetorðinum. Tað liggur har og einki hendir. Orðið liggur har og einki hendir. Bønin liggur har og einki hendir. Innvígilsi liggur har og einki hendir. Man væntaði, men vónin liggur bara har. Man trúi, men trúgvin liggur bara har. Og her er tað, at vit mugu læra guds timing. Tí knappliga so slær Guds klokka inn. Nú er tíðin inni. So kemur sólin fram og kavin bráðnar og gerst til vætu, og vætan fær sáðið í jørðina og so kemur tað fram, sum tú við trúgv og álit á Gud sáddi. Tú mamma og pápi, systir og bróðir, tú samkoma, tú einkja, tú faðirleysi, tú veiki. Guds klokka slær inn fyri teg og Gud hevur ikki gloymt tað, ið tú sáddi! Hann fylgir væl við og hevur sæð alt!

Gud talaði við Ábraham í 1.Mós.15.13 og profetorðið fekk sítt startskot eftir at Jósef var deyður í 1.Mós.50. Tíðin tey trælaðu var 400 ár, men tey fóru út júst táið 430 ár vóru gingin. Hetta tíð, at tey fyrstu 30 árini vóru tey ikki trælir. Men táið tey 400 trælaárini vóru at enda, so varð “kavin” til vætu og vætaði profetorðið og tað gekk út.

Harrin hevði talað við profetinum Jeramias og sagt, at tað skuldi ganga 70 ár, áðrenn fólkið kundi venda heimaftur. Men Hananja, falski profeturin segði 2 ár. Og ídag, eins og tá, so eru teir følsku so frekir, og halda, at teir kunnu broyta Guds timing viðvíkjandi “kava profetorðum” til at skula blíva regn aftaná 2 ár. Men Gud var við Jeramiasi og hansara orð vóru sonn. Og táið tey 70 árini vóru gingin, so kom sólin á profetorðið hjá Jeramiasi og kavin gjørdist til vætu fyri sáðið, og orð Harrans gekk út.

Um vit skulu verða eitt profetiskt fólk í endatíðini, so gera vit væl í, at akta, hvat profetarnir søgdu í Bíbliuni, og lurta eftir, nær Jesus sigur við klárari rødd: Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara. Luk.4.21

Hallur Sørensen