Í Opinberingini, í tí næstseinasta versinum í Bíbliuni lesa vit soleiðis: ”Hann, sum vitnar hetta, sigur: ”Ja, Eg komi skjótt!” Amen! Kom, Harri Jesus! Opinb.22.20.

Frammanundan hesum versum lesa vit um Jesus, sum sigur: “Eg vitni fyri einum og hvørjum…” og so vitnar Hann, Harrin Jesus, um tað at taka frá skriftini og at leggja afturat skriftini og tær álvarsligu konsekvensurnar av tí. Og tær eru ikki smávegis. So innfyri hesa álvarsomu test, so er tað ein flokkur av monnum og kvinnum, brúður Hansara, likam Kristusar, samkoma Hansara, sum hvørki hava lagt afturat skriftini ella tikið frá henni. Og svarið frá Jesusi til sína brúður, har Hann sigur ”Ja, Eg komi skjótt!” má vera tí at brúðurin hevur rópt innfyri hesa test: ”Harri, vit eru fá eftir, sum ikki svíkja, og tað er tungt at halda út. Nær kemur tú?”

Hann er ikki komin enn, men á hesi trúarinnar leið so kemur Hann til okkara og uppmuntrar okkum gjøgnum orðið og vit kenna Hansara nærveru, og Hann heilsar okkum við hesum orðum frá v.7: ”Eg komi skjótt! Sælur er tann, ið heldur fast við profetorðini í hesi bók!”

”Ja Jesus, vit halda fast. Men tað er torført at síggja og uppliva á nær hold at ”Tann, ið ger órætt, – fær boð frá tær at – haldi áfram at gera órætt, og hin óreini dálki seg enn sum áður, hin rættvísi haldi áfram at gera rættvísi, og hin heilagi verði halgaður enn sum áður!” V.11. Jamen Hallur, tað er fyri tann skuld, at beint áðrenn at løða Mín skal fyllast við hveiti, so skal tað koma til sjóndar, hvør sum er heilagur og hvør sum er vanheilagur. Halt út Hallur! Og V.12: ”Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa eftir sum verk hansara er.” Harri, eg vil halda út og halda fast við profetorðini, ikki leggja afturat ella taka frá skriftini, ikki liva við órætti ella dálka meg. Men eg vil liva og gera meg kláran til títt Parusia og at lív mítt stemmar yvireins við lýsingina av brúðrini: ”Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins!” Opinb.21.9.

Matteus sigur í kap.24.11: ”Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong. Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu. Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.” Tann, sum heldur út. Hetta indikerar nakað sum ikki er lætt. At tú má halda út og ímóti ikki at verða rivin við av sløvheitini og niðursetanina av andaliga temperaturinum. Longri úti í kapitlinum stendur so: ”Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd. Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.” Harri, tað er tín náði, at vit eru útvald og tí halda vit eisini út!

So vitnar Harrin hetta: ”Ja, Eg komi skjótt!” Og hesin vitnisburður Jesusar hevur verið so kraftmikil, at hann hevur livað og rungað í hvørji brúðarsál í øll hesi mongu ár. Hetta hevur verið vónin hjá hvørjum gudsbarni. Einki hevur klárað at sløkt, køvað og tikið hesa vón. Eingin eldur, eingin forfylging, ongar religiøsar maktir. Eingin pávi, kardinalur ella prestur. Eingin katólsk pínslutól. Ongar villleiðandi maktir.

Táið so Jóhannes ápostul hoyrir hesa heilsanina frá Jesusi, so er tað líkasum, at Jóhannes brýtur Jesus av og rópar “Amen! Kom, Harri Jesus! Jesus fær ikki gjørt setningin lidnan, tí Jóhannes er so fullur av gleði. Andi hansara og sálin responderar í einum nú og hann rópar: kom! Og eg ivist ikki í, at tann dagin, táið Jóhannes rópti, so vart tú eisini í tí rópinum, Kom, Harri Jesus!

Hallur Sørensen