Vit lesa í Matteus 13.25: ”Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur.”

Jesus undirvísir teimum her um endatíðina – heystið er endi tíðarinnar;…v.39.  og vísir teimum tólv, allarhelst við Pæturi á odda(Sí kap.15.15) í flokkinum um støðuna í endatíðini. Samkoman, ið tú gongur í, og talarin, ið er á odda í tínum flokki og stendur á talarastólinum, er hann líka eldáhugaður og føddur av sama anda, at hann sigur sum Pætur: ”Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!” Hatta var so týdningarmikið fyri Jesu lærisveinar at fáa innlit í. Teir prædikumenn, ið eg hoyri og til deils kenni í Føroya landi hava eitt tokuprát og famla seg fram viðvíkjandi endatíðini. Teir hava ikki hendan gnistin og íðinskapin fyri tað, ið er størsta og mest groteska álopið móti teimum heiløgu útvaldu, nemmliga villeiðingina í endatíðini! Teir tólv lærisveinarnir spyrja ikki Jesus um ”tekini” í fleirtalsformi viðvíkjandi endatíðina, men ”Og hvat er tekinið (eintal, bestemt) fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini? Jesus svaraði teimum: ”Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!”

Jesus leverar ikki eina landbrúksundirvísing, men vil vísa á tað skaðiliga illgrasið, sum verður sátt í endatíðini, tí endatíðin er ein svøvntíð. Prædikumenninir serverað sovitablettir og doyvandi medicamentir á talarastólunum og tí sovnar fólkið. Hesir prædikumenn eru ongantíð ætlaðir at standa á talarastólinum og prædika! Teir burdu skammað seg og innrømmað, at teir vóru ongantíð útsendir av ovara Sali í Jerusalem. Teir fóru av egnum eintingum avstað og upplivdu ikki tað ektaða ”Men tit skulu fáa kraft,…”. Teir burdu fingið sær eitt erligt arbeiðið frá 8-16 og ikki givið seg út fyri at hava fingið eitt genuint guddómmiligt kall! Í Matt.7.23 stendur: ”Og tá skal Eg vitna fyri teimum: Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!” Gud kennir øll. Hann er alt vitandi. Hetta orðið: Eg havi aldri kent tykkum; merkir: Eg havi aldri viðurkent tykkum; Og tað gevur meining og bara staðfestir, at allar hesar sokallaðu tænastur, ið bert er við at doyva fólkið til tað endaliga sovnar, eru tænastur, ið ongantíð vórðu givnar av Jesusi! Jesu brúður svevur ikki. Hon er árvakin og rópar í endatíðini: ”Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!” Sangurin sigur tað so vakurt: Hold deg våken Sions datter, fyll ditt tomme kar. Snart løftes vi og møter kongen. Glemt er det kors du bar.

Tað er ræðandi at síggja samkomurnar í Føroyum við sínum evangelii. Tú hevur ikki tørv á at vera profetur fyri at síggja, at illgrasið er ráðandi. Óendurføddir ungdómar hava tikið yvirhond við sínum nýmótans óendurfødda sang og musik stíli. Mega kvinnur, womens aglow og kvinner i nettverk eins og Eva, standa og tala og hava tikið yvir positiónina hjá Adam. Menninir eru totalt ósalvaðir av Heilaga Andans salvilsi. Illgrasið er í dópinum. Illgrasið er í guddóminum. Illgrasið er í tænastunum. Illgrasið er í sangunum. Illgrasið er í leiðsluni. Alt vegna, at fólkið svevur.

Paulus sigur hesi rámandi orðini, ið absolutt er galdandi ídag: ”Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum. Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær. Vakið tí,…Ápsotl.20.29-30. Paulus visti, at táið hann legði árarnar inn, so var eingin, ið hevði hvassan brodd í evangeliinum til at halda fólkið árvakið. Tey komu at blíva lullaði í svøvn av prædikustólinum, og tí kom ein hópur av monnum eftir Paulus, sum ikki komu at eira fylginum. So leingi hann var á talarastólinum, so vágaði eingin sær at sáa illgras. Paulus var ein gartnari av dimensjónum sum rykti, skrykti og dró við kopar-arm styrki alt illgras burtur. Hann var ikki ræddur at tala soleiðis: ”Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara við at siga tykkum sannleikan?” Gal.4.16.

Um samkoman, ið tú gongur í, aldrin nevnir ein illgras forkynnara við navni, sum endatíðin sigur frá skulu verða mangir í tali, so gongur tú absolutt í skeivari samkomu! Tað vrimlar av slíkum prædikumonnum og prestum í Føroyum. Kanna eftir, um tann, ið serverar mat fyri tær, er ein forkynnari, sum Paulus, Pætur og sjálvur Jesus vildi havt við sær at staðið við sína lið og boðað evangelii. Vita eftir, um Elias, Elisa, Móses, Josva ella Samson vildi havt teir við. Um ikki, so slepp tær frá hesum matarborðið. Vaknað av álvara! Tíðin er stutt!

Gud vælsigni teg at vera vakin í endatíðini og ikki lata illgras gera skaða á teg til anda, sál ella likam.

Hallur Sørensen