Tríeinigheitslæran, læran um teir tríggju atskiltu persónarnar í guddóminum; Gud Faðir, Gud Sonur og Gud Heilagi Andin, sum allir tríggir eru líka ævigir, líka óskaptir og líka mektigir, roknast ídag av mongum at vera sjálvur hornasteinurin í tí kristnu trúnni og játtanini. Men spurningurin er: Hvar hava tey hesa læru frá? Tey søguligu fakta er ónoktandi. Tann fyrsta kristna samkoman og fram til ár tríhundrað, hevði eingin slíka læru. Tríeinigheitslæran kemur ikki frá Bíbliunnar Gudsopinberilsi og er einki produkt av Heilaga Andans undirvísing, men ein vranglæra sum hevur sín uppruna í Babylon, og sum síðani er til passað tær allar flestu religiónirnar í heiminum, og til seinast introduserað í kristindóminum og stigvíst trúarásett gjøgnum fýra kirkjukonsil. Tað fyrsta av hesum var leitt av tí serstaka ógudiliga keisaranum Konstantin í Nikea í ár 325 e.Krist. Síðani varð læran víðari ment gjøgnum kirkjumøtini í Konstantinopel ár 381, Efesus ár 431, og Kalkedon ár 451. Ein og hvør, sum vil lata seg læra og seta seg inní evnið og studera søguna vil vátta, at hesi orð eru sonn!
Hvør var so keisari Konstantin? ”A history of the Christian Church” 2.utg 1985 av Williston Walker sigur: “Han (Konstantin) godtok tittelen Pontifex Maximus (den babylonske ypperstepresttittel), og hans mynter viser fremdeles Solgudens emblemer”.

”Babylon Mystery Religion” 1981, sigur Ralph Woodrow: “…hans (Konstantins) omvendelse kan man virkelig sette spørsmålstegn ved. Selv om han hadde mye å gjøre med etableringen av spesielle setninger og skikker i kirken, viser fakta klart at han i virkeligheten ikke var omvendt – ikke i den bibelske betydning av ordet. Kanskje det klareste tegnet på at han ikke var i sannhet omvendt kan sees ut fra det faktum at etter hans omvendelse begikk han flere mord – inkludert mordet på sin egen hustru og sønn. I år 326, like etter å ha ledet det Nikeanske kirkemøtet, tok han livet av sin sønn. Konen drepte han ved å koke henne i sitt eget baderom.” Hetta skuldi væl sagt okkurt!

Sambært Paul Johnson í ”A History of Christianity” 1976, var Konstantin “…en soltilbeder…selv om Konstantin selv hevdet seg å være den 13.apostel, hadde han ingen øyeblikkelig Damaskus-omvendelse. Det hersker rimelig tvil om han noen gang avsto fra soltilbedelse… etter sin omvendelse bygde han en triumfbue for Sol-gud med sine egne ansiktstrekk. Etter sin død ble han erklært guddommelig, som mange romerske keisere.”

Hesin maðurin var hann, sum stóð sum ábyrgdari av innførsluni av tríeinigheitslæruni, og sum nakrar dagar seinni drap síni nærmastu. Han førdi bæði andaligan og likamligan deyða við sær!
Hvat so við sjálvari tríeinigheitslæruni?

”The Church of the First Three Centuries” 1865, av Alvan Lamson sigur: “…den moderne treenighetslære er ikke å finne i noe dokument fra de tre første århundrers kirker…så langt som noe dokument er bevart fra de første tider, er de abolutt fri for denne lære. Der er intet i dette om en sameksisterende treenighet…det er en unnfangelse som tiden ikke hadde kommet for. Det har en senere opprinnelse.”
”New Bible Dictionary” 1982: Ordet treenighet er ikke funnet i Bibelen…det fant ingen formell plass i kirkenes teologi før det 4.århundre…det er ikke en bibelsk lære på den måte at ingen antydning til det kan finnes i Bibelen.

Um tríeinigheitslæran er hornasteinurin í kristnari gudsfatan, hví er hon tá ikki nevnd eina einastu ferð í skriftini?
”The HarperCollins Encyclopedia of Catholicism” 1985 sigur: ”…de lærde er alle enige i at der er ingen treenighetslære som sådan, verken i det gamle Testamentet eller det Nye Testamentetæ.”
”The Encyclopedia Americana” 1956 sigur: ”Kristendommen hadde sitt utspring fra Judaismen og Judaismen var strength Unitarisk (tro på én Gud). Veien som ledet fra Jerusalem til Nikea var ikke rettlinjet. Det fjerde århundres treenigheteslære reflekterte ikke akkurat den første kristne lære angående Guds natur; den var, tvert om, et avvik fra denne lære.”
The New Encyclopedia Britannica” 1976 sigur: “Verken ordet treenighet, ei heller læren om dette, forekommer i det Nye Testamentet, ei heller var det Jesus eller hans etterfølgeres tanker å motsi det Shema vi finner i det Gamle Testamentet: ”Hør O Israel! Herren vår Gud, Herren er én” (5.Mos.6.4.) Læren utviklet seg gradvis gjennom flere århundrer og gjennom mange debatter.”
”Shema” kallast orðini í 5.Mós.6.4-9 / 11.13-21 og 4.Mós.15.37-41. Orðið ”Shema” er tað hebraiska orðið ”Hoyr”.

Fyri ein Jøda, var hetta tað týdningarmiklasta orðið í Gamla Testamenti, og tað skuldi berast fram tvær ferðir um dagin, morgun og kvøld. Táið tú vaknaði á morgni, og táið tú legði teg á kvøldi. Jesus sigur í Matt.22.36-38 at nettupp hetta orð var tað størsta og týdningarmiklasta orðið. Hvar enn Guds fólk gevur seg at dýrka meir enn ein Gud, so førir tað til fall og bann. Soleiðis var tað í G.T. táið tey dýrkaðu fleiri gudar, og soleiðis hevur tað verið líka til okkara dag í tríeinigheitskirkjum og samkomum eftir ár 325 í Nikea. Eisini pinsasamkomur, sum hava givið seg til hesa villunarlæru hava upplivað massivt fráfall!
Tann kendi tríeinigheitsteologurin Robert M. Bowman Jr. Viðurkennir fylgjandi í bók síni ”Why You Should Believe In Trinity” 1989 “Det Nye Testamentet inneholder ingen formulerte uttrykk og ord for treenigheten som: tre personer, en substans og liknende.”

”Exploring The Christian Faith” 1992 sigur: ”Læren om treenighet finnes ikke i Bibelen…læren utviklet seg hovedsakelig langs greske linjer.”
John L. Mckenszie skrivar í ”Dictionary of the Bible” 1995: ”Treenigheten av personer innen same natur er forklart i slike termer som ”person” og ”natur” som begge er ord fra gresk filosofi, i virkeligheten finnes disse termer ikke i Bibelen.”

Tríeinigheitslæran heintar sítt stoff frá hellenistiskari filosofi, nyPlatonismu, Plotinus og Porphyry og miksar tað saman við leysrivnum Bíbliu-orðum. Teologarnir eru vælvitandi um hetta faktum, men tiga tað burtur.
Thomas Jefferson sigur: ”Treenigheten er en tydelig framlegging av platonisk mystesisme at tre er en og en er tre.”
Í ”The Two Babylons” 1916, sigur Rev.Alexander Hislop: “Egypt og Grekenland utviklet sin religion fra Babylon.”
”Microsoft Encarta Funk&Wagnalls” 1994 sigur: “Teologene Clement av Alexandria, Origen og St.Augustin var tidlige kristne eksponenter for Platonisk syn. Platoniske ideer har hatt en avgjørende rolle i utviklingen av kristen teologi.”

Og soleiðis kundi eg hildið áfram at víst hvat teir kønu komu fram til av úrslitum av sínum granskingum av tríeinigheitslæruni. Læran er ein samanblandingur av vertsligum filofii og vísdómi, babyloniskum heiðinskapi, hellenistiskari mytologi og teirra egna tulking av Bíbliuni. Og tær samkomur og kirkjur, sum hava hesa tríeinigheitslæru blanda seg eisini við heimin í alskyns variantum. Henda tríeinigheitslæran bindur saman pinsar, protestantar, fríar evangeliskar samkomur, adventistar, frelsunarherin við pávakirkjuna og hennara skøkjulevna. Hetta er ikki nakað at vera stolt/ur av!
Komið út frá teimum!

Torkild Terkelsen
Umsett: Hallur Sørensen