27.nov.2018
Fyri gott og væl seks árum síðani, vendu vit, pápi mín, Petur Sørensen, og eg, Hallur Sørensen okkum til tykkara. Vit tosaðu í tlf við ábyrgdara Anju Hansen. Vit spurdu, um møguleiki var hjá Nardus samkomuni at fáa senditíð av okkara møtum. Hetta varð okkum noktað, tí at vit ikki trúgva á knútapunktið fyri tykkara trúarjáttan, sum er: ”IKTUS er tvørkirkjulig, tað vil siga, at allar evangeliskar kirkjur og samkomur kunnu luttaka við møtum og sendingum. Tað viðførir, at ymiskar meiningar og sjónarmið kunnu koma fram í sendingunum, men sendingarnar byggja á sama evangeliska høvuðsgrundarlag:
Vit boða trúgv á Gud Faðirin, Gud Sonin og Gud Heilaga Andan. Teir eru æviga tríggir persónar og eru eins í mátti og dýrd og eru ein Gud.”
Altso, so kundu heldur ikki Ábraham, Ísak og Jákup luttikið. Teir trúu ikki á tríeinigheitina, men á ein Gud! Móses hevði heldur ikki fingið senditíð, tí hann fekk at hoyra frá Gudi Ísraels:”Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein. Ein ”Erhad” sum er ein numeriskt! Pætur, Paulus og allir hinir høvdu heldur ikki fingið senditíð. Og við hesari trúarjáttan hjá Iktus, siga tit við øðrum orðum um okkum í Nardus, sum umboða hesa sonnu Bíbilsku læru, um at Gud er ein, at vit eru ikki evangelisk. Lat meg bara siga, at eg eri tilreiðar at møta einum og hvørjum tykkara til ein Bíbilskan orð-prøva útfrá skriftini, so skal síggjast, hvør sum umboðar evangeliið og ikki!
Men hinvegin eri eg ómetaliga glaður um, at vit fingu noktilsi frá Anju. Tí eg síggi bara, at reina evangeliið, sum profetarnir og Ápostlarnir bóru fram, og sum vit halda høgt í sæti, hevði verið samanblandað við allari tí følsku gudstænastuni, ið tit loyva tykkum at senda út til føroyingar. Og her hugsi eg um tað, ið tit sendu fríggjakvøldið tann 26.okt.2018.
Har var gudstænasta frá Vestur-kirkjuni. Og Derhard prestur stóð har í sínari fjolluttari klovnadrakt. Og eftir tykkara egnu trúarjáttan, so boðaði hann evangeliið. Eg spyrji: Hvat fyri evangelium? Barnadópin – hvar er hann nevndur í skriftini? Neyðdóp av børnum sum sveva millum lív og deyð – hvar er hann nevndur í skriftini? Um frelsan liggur í barnadópinum, hvat skal so trúgvin til? Presturin skvettir tríggjar vatndropar á barnið á dópsdegnum. Hvør dropið er tað, sum frelsir? Tann fyrsti ella næsti ella triðji? Um tað er tann fyrsti, hvat skulu so hinir báðir til? Um tað er tann næsti, hvat skal so tann síðsti til? Hvar er gumman nevnd í Bíbliuni?
Er tað evangeliskt, at um barnið doyr, áðrenn tað verður bjargað av prestsins hond, at tað fer í helviti? Tað lærir hendan sokallaða ”evangeliska kirkjan”. Hvar stendur slíkt í skriftini? Hvat var evangeliskt? Vita tit hvat Paulus sigur um slík, sum rangsnúgva evangeliið? ”Men um so vit ella eingil frá Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!” Gal.1.8 Guds forbannilsi hvílir yvir slíkt. Men tit karakterisera hetta sum evangeliskt. Skammið tykkum!
So boðaði Derhard fyrigeving og náði í tríeindini. Er tað evangeliskt? Kann nakað menniskja ella Derhard boða nøkrum menniskja náði og fyrigeving? Nei! Har og sum við øllum tí, sum kirkjan lærir er fultstendiga blasfemiskt. Tænarar hins livandi Guds kunnu bert tala trúarinnar orð, men tað er bert Jesus, sum kann fyrigeva og vísa náði. Eingin tríeinigheit, sum er ein háðan og eitt spýtt í andlit Jesusar, kann bjóða náði. Tað er blóð Jesusar sum tekur burt syndina!
Er tað evangeliskt at tit senda slíkar villeiðandi gudstænastur út til føroya fólk? Hetta systemið er ein skøkjudóttir av Babylons móðir. Og hetta systemið skal Harrin Jesus blása umkoll við anda muns Síns!
So bjóðaði Derhard náði og fyrigeving gjøgnum altargongd. Jamen fingu tey ikki tað í barnadópinum? Altso slær presturin beinið undan sær sjálvum og høggur greinina av, sum hann heldur seg hvíla so trygt á! Er tað evangeliskt, at skapa slíkan totalan forvirring? Er guddómmiig genuin bíbilsk frelsa ikki nakað trygt? Júvist!
Er tað evangeliskt ella bedragandi at kunna menniskju um eina frelsu í barnadópinum og leggja afturat við at siga at teirra navn varð skrivað í himli, um Harrin Jesus ongantíð hevur skrivað teirra navn inní Lívsbók Lambsins? Er kirkjunnar navna protokoll tað sama sum Guds protokoll? Tað er ikki evangeliskt, men villeiðandi ósatt! Nær hevur kirkjan fingið mandat at bestemma dato og klokkuslett fyri frelsu barnanna. At hin triðja sunnudag í trinitatis klokkan 11 er frelsudagurin. Er tað evangeliskt?
So endaði presturin hesa ”evangelisku” gudstænastu við at lýsa tað Áronitisku signingina frá 4.Mós.6.24. í tríeindini. Fyri tað fyrsta, so talar signingin bert um HARRAN í eintal. Nummar tvey er, at gjørdi Áron eins og Derhard við at tala um Harran Gud Ísraels sum tríggjar persónar og krossa í luftina, so hevði Harrin dripið Áron á staðnum. Derhard og tit, ið eru felagar hansara í andanum skulu prísa tykkum lukkulig fyri, at tit ikki eru undir leiðslu Mósesar. Vit vita hvat lagna tykkara hevði verið.
Matteus 23.13.” Men vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum; sjálvir fara tit ikki inn í tað, og teimum, sum vilja fara inn, geva tit ikki loyvi at fara.” Tit koma at verða stillaði til ansvar fyri at hindra Guds verk við at senda út falskt evangeliið, og mær, sum vildi koma og boða veruliga evangeliið um ein Gud, opinberaðan í Jesus Kristus, sannan bíbilskan dóp í Jesu Kristi navni, umvendilsi og eina sjálvstendiga fríða livandi samkomu Guds noktaðu tit. Men tit skulu hava takk. Tí so var vilji Guds!
Eg vil vísa til mína heimasíðu www.roddinaveinum.com har er mangt, sum tit fara at irreterast inná, men eru tit sum tey í Berøa, so fara tit at taka ímóti tí sum Guds orð.
Hallur Sørensen