“Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.” Judas.1.3.

Nógvar yvirsetingar siga: “Taking all care”, “Using all diligence”, “I was very eager”, sum merkir, at hann hevði í sinni at skriva til tey útvaldu – tí tað eru bert tey útvaldu í Kristusi, sum eru tey heiløgu – um teirra felags frelsu. Judas hevði ikki nakað annað í sínum tonkum, enn frelsuna. Judas hevði allarhelst tikið ta avgerð og var ikki í iva um, at tað var tann boðskapurin, sum hann skuldi bera fólkinum. Hesin boðskapur hevði arbeitt í hansara innara menniskja í langa tíð.
Men knappliga so “rívur hann brævið í tvey” og far nýggja Andans inspiratión og sessast fyri at skriva um bardagan fyri trúnna.
Eg veit ikki um nakran annan beratning í Bíbliuni, hvar tað kemur so drastisk til sjóndar í skriftararbeiði, at ímeðan ein Jesu Kristi ápostil er í fer við at gera eina góða tænastu fyri sín Harra og er fastur í trúnni um, at áminningin um frelsuna skal koma út í skrivi, at hann so broytur alla ætlanina og skrivar um trúarrinnar bardaga. Tú kann t.d. lesa um, táið Paulus er á veg til Asia, at hann verður forðaður av H.A. og at Andi Jesusar ikki loyvdi teimum at fara til Bitýnia. Men eitt dømi sum í Judasar brævið finnur tú ikki.
Hví hendir hetta? Er evnið um frelsu ikki sera týdningarmikið? Jú, víst er tað tað. Tað er grundarsteinurin undir øllum lívið og virkið framyvir. Øll skriftin er eitt samlað dokument um Guds vreiði yvir syndina. Henda synd sum eingin, uttan undantak er føddur uttan og sum eingin í sær sjálvum kann fríða seg frá, men bert Jesu blóð á Golgata. Hann tók dómin. Straffin varð løgd á Hann. Hann doyði fyri meg, so at mítt lív varð frítikið. Hann sum lamb Guds tók mína synd og bar deyðan.
Men spurningurin er ikki, um tað er týdningarmikið ella ei, men til hvørja tíð og samanhang. Judasar bræv er nemmliga beint áðrenn Jóh.Opinb. Tað síðsta brævið. Og vit eru í tíð profetisku klokkuni komin til tað síðsta vegastrekki, áðrenn Jesus kemur, vit eru síðsta generatión í náðitíðarhúshaldinum. Sandkornini í tímaglasinum eru í fer við at renna út. Táið tú so veit hvat tíð vit liva í , so ert tú eitt í Andanum við Judas, at trúgvin er sera umráðandi, og at tú verður vardur í tí trúgv ”sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.” Jesus sigur: “Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“

“Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta” Tað var nógv, ið lá á hansara hjarta viðvíkjandi frelsuni. Hjarta hansara var fult av lívsælum orðum, ið skuldi lýsa frelsuna, men samstundis kom hernaðarinstinkti í hann og ámminingarboðskapurin bergtók hann, at vit í endatíðinni mugu vápna

okkum fyri øllum djevulsins sníkjandi og lokkandi álopum. Eg skal ikki døma samkomurnar í Føroyum, men eg kann væl og virðiliga bedøma tær og taka ein andaligan temperatur: tær tóku ikki ímóti endatíðarinnar boðskapi um at stríðast fyri sannleikanum. Pilatus spurdi Jesus: “Hvat er sannleiki!“ Og áðrenn Jesus fekk svarað, hevði Pilatus vent sær á og farin út til fólkið. Áðrenn Jesus fekk talað til endatíðarrinnar samkomu um sannleikan, hevði fólkið vent sær á og fór út at lurta eftir fólkinum. Men skriftin sigur: “Orð Títt er sannleiki”

Orð sum: bardagi, stríð, halda út og halda fast, eru fyri langari tíð síðan gingin út “på dato”. Tær allar flestu søgdu, at vit máttu niðurleggja stríðsøksina, og ikki døma nakran, sum smb. Guds orðið er væl loyviligt. Man mátti acceptera tær ymisku meiningarnar og trúnna viðvíkjandi Bíbliuni. Hetta viðførdi síðani felagsmøtir uppá tvørs av sannleikanum, tí har má ein ikki tala um dóp, Guddóm v.m. Felagsbønamøtir komu eisini í kjølvatninum av hesari hugsjón, har enntá katolikkarnir luttaka, og teir biðja ikki til Jesus fyrst, sum er einasti Gud og Frelsari, men til Jesu móðir, Mariu, har hon skal pendla millum Jesus og menniskja. Henda læran er ein spott móti Gudi. Samkomurnar halda hond í hond í hesum religiøsa regiinum við prestum (barnadoyparar) og dómpróstinum og sjálvasta bispinum sum teirra yvirhirða. Hugsa tær, einaferð vóru hesi menniskju åndsfylt, ídag eru tey åndsfátøk. Jesus er ikki har. Hann stendur uttanfyri dyrnar.

Men eg takki Gudi fyri tann frelsis boðskap, ið verður hildin frammi á Nardus møtunum. Blóðið er at kenna á hvørjum møti, men samstundis, so hevur andaligi útrustningurin og stríðið ikki verið reduserað, tvørturímóti. Áminningin um at halda allar glúpskar úlvar í seyðaklæðum burtur verður staðfest við einum “So sigur Harrin!”

Judas var bevegeligur fyri Andanum, v.3. vísur hetta. Og vit mugu eisini vera tað. Tað sum kann vera, at Andin áminti Judas um at skifta evnið, var at tað vóru menniskju, ið trongdu til at verða rist til viðvíkjandi trúarrinnar lívi og berjast fyri hana. Allarhelst vóru tey vorðin sløv og lunkaði og líkagyldig, at einki í læruni var týdningarmikið. Tá er tað sjálvsagt gott at hoyra um frelsu og at náðin fjalir yvir alt óansæð. Men hygg at tí inspirerandi Judasi, ið skrivar niður 25 vers, drivin av Heilaga Andanum. Og eg eri ikki í iva um, at mong vaknaðu upp av svøvni og bóðu til Harran: Lat meg ikki sova, táið kemur í skýnum, men liva í trúnni!

Hallur Sørensen