Greinir

4150 of 161 items

Forum Appii og Tres Taberne

by Arnleyg

Brøðurnir har – sum høvdu frætt um okkum – komu ímóti okkum til Forum Appii og Tres Taberne. Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum. Ápostl. 28.15 Eg varð av einum ámintur um hesa talu frá míni heimasíðu. Talan eitur: So komu tey til Róm. Tak tær tíð […]

Guds verja!

by Arnleyg

Við endan av árinum 2020, fer allarhelst at verða ein spurningur frá kvf.fo, sum tað hevur verið undanfarin ár: hvat var kendasta orðið í ár? Og vit kunnu nú í mars mánað staðfesta, at tað verður: Corona! Eingin fer at minnast á hetta orðið við gleði ella at seta tað ísamband við nakað, ið fær […]

Enn sterkari appel

by Arnleyg

Í august mánað 2016 skrivaði eg eina grein á vp.fo har yvirskriftin var: sterk appel og boð til Guds fólk í Føroyum. Eg lýsti tá tað stóra fráfallið, ið ger seg galdandi millum tey kristnu í Føroyum. Men nú, gott og væl 3 ½ ár seinni, má eg bara staðfesta, at fráfallið frá Bíbliunnar ektaða […]

Tríeinigheitin

by Arnleyg

Tríeinigheitslæran, læran um teir tríggju atskiltu persónarnar í guddóminum; Gud Faðir, Gud Sonur og Gud Heilagi Andin, sum allir tríggir eru líka ævigir, líka óskaptir og líka mektigir, roknast ídag av mongum at vera sjálvur hornasteinurin í tí kristnu trúnni og játtanini. Men spurningurin er: Hvar hava tey hesa læru frá? Tey søguligu fakta er […]

Men meðan fólkið svav!

by Arnleyg

Vit lesa í Matteus 13.25: ”Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur.” Jesus undirvísir teimum her um endatíðina – heystið er endi tíðarinnar;…v.39.  og vísir teimum tólv, allarhelst við Pæturi á odda(Sí kap.15.15) í flokkinum um støðuna í endatíðini. Samkoman, ið tú gongur í, og talarin, […]

Ørvitissligur prestur

by Arnleyg

Er presturin Ann Dahl Hansen heilt skørp í skriftini? Spurningurin er sera einfaldur at svara: Nei! Tór Arni Samuelsen og Preben Hansen gjørdi mong interview á Lindini, táið Lindin seinasta leygardag hevði 20 – ára jubeleum. Veitslan var hildin niðri á Østrøm. So hoyrdi eg av tilvild, at Preben Hansen, ið heldur ikki er skarpur […]

Nei mektigasti biskupur, tú talar ikki sonn orð við góðum skili! Ápostl.26.25.

by Arnleyg

Vísandi til tína grein ”moralurin møtti náðini” siterar tú : ” Havi alt frá barnaárum átt trúnna á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Tað var játtað og staðfest við fermingina í Glyvra kirkju í apríl 1971. Vit vórðu lærd um halgubók og styrkt í trúnni.” Við tað, at tú ert hægsti religiøsi leiðarin í […]

Deyða til lív

by Arnleyg

Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! – og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi […]

Jól

by Arnleyg

Nú jólini eru farin afturum, so havi eg hugt eitt sindur gjølla at ymisku religiøsu heimasíðunum og teirra facebook vanga. Tað er faktiskt ræðandi at síggja, hvussu jólaheiðinskapurin, sum tað jú í sínum uppruna er, hevur fingið eitt kristi virði, og sjálvur Gud opinberaður í holdi er kroystur av menniskja hondum og teirra religiøsa vilja […]

Guds eyga

by Arnleyg

Eg las í eini grein á vp.fo við yvirskriftini ”Í hesum eftiransingartíðum: Soleiðis fylgir bankin við í øllum tú gert.” Greinin lýsir bankans ”eyga” við at vera vakin allan sólarringin og hyggja at øllum møguligum og ómøguligum álopum av øllum sløgum. So kann hvør einstakur gera sær sjálvum meiningar um hetta. Men allur heimurin liggur […]