Greinir

5160 of 161 items

Hvør er sannur?

by Arnleyg

Nú segði Elias við fólkið: ”Eg eri tann einasti av profetum HARRANS, sum eftir er, og profetar Ba’als eru 450 mans.” 1.Kong.18.22. Hetta rópar Elias út. Fólk vildu sagt: Tú ert eitt stórt ego…Tú heldur teg vera…Hvat ert tú framum aðrar o.s.fr. Men hann rópar og tekur als ikki hensyn til, hvat onnur meina um […]

Kvinnan í samkomuni

by Arnleyg

Eg havi eitt generelt ynski, og tað er at føra tey útvaldu í endatíðini aftur til frumkristindómin. Í samband við 50 ára vekingarsøguna hjá pinsarørsluni, varð eitt bókverk á 3 bind givið út í 1956 undir heitinum: ”Fram til Urkristendommen”. Skrivað av Martin Ski, eisini av Egil Strand og Erling Strøm í redaksjónini. Bøkurnar viðgera […]

Oyðið stað

by Arnleyg

Tá segði Hann við teir: ”Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!” Tí har vóru so mong, ið komu og fóru, at teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta. So fóru teir avstað við bátinum til oyðið stað fyri seg sjálvar. Mark.6.31-32. […]

Upphavi!

by Arnleyg

Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum. 1.Jóh.2.24. Kærleiksápostulin minnir okkum á hetta týdningarmikla: at verða verandi í tí, sum var frá upphavi. Tekini um, at man er ein kærleiksápostul, profetur, […]

Fíggindin rætti út hondina

by Arnleyg

Fíggindin rætti út hondina eftir øllum dýrabørum, ið hon átti, ja, inn í halgidóm sín sá hon heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína. Sorg.1.10. Ein kann veruliga spyrja: Hallur, hví skrivar tú um hetta? Hvat rakar tað teg? Og eitt annað orðaljóð sigur soleiðis: ” man må velge sine […]

Sæl eru tey fátæku

by Arnleyg

” Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.” Hesi orðini eru frá fjallaprædikuni í Matteus evangelii kap.5.3. Hetta orð ella útsagn frá munni Jesusar kann skjótt misskiljast og tulkast skeivan vegin, um ein bert hyggur at versinum aleina, og ikki letur skrift forklára skrift. Um eitt vers í Bíbliuni er torskilt […]

Løgtingsval 2019

by Arnleyg

Løgmaður Aksel V. Johannesen meldaði út á løgtingssetanini á Ólavsøku, at val bleiv tann 31.aug. Síðani tá eru í túsundatali av valplakatum uppsettar kring alt landið. Fólk í smáum og stórum bilum hava koyrt nógvar kilometrar, nýtt seym, skrúvir, hamarar, skúvimaskinur, uppstandarar, klistur, stigar, rundkoyringar, húsaveggir o.a. til at reklamera fyri seg og síni. Artiklar, […]

Fólk fyri Sítt navn!

by Arnleyg

Tað kemur meiri og meiri fram í endatíðini, sum vit liva í, hvørji, ið eru eitt fólk fyri Hansara navn. Gud eigur Sítt fólk, og hesi bera Hansara navn! Navn Harrans Jesusar er Guds navn! Bert tú Guds navn? Ert tú íklæddur Guds navn? Ert tú tilhoyrandi hetta fólk? Er samkoma tín í læru og […]

Nýggi kirkjugarðurin í Havn vígdur

by Arnleyg

Omanfyri standandi yvirskriftin er eitt sitat tikið úr Portal.fo. Kirkjugarðurin úti við Velbastaðvegin er útbygdur og sostatt eru 250 gravir afturat klárar til høvuðsstaðarborgarar. Og alt gott um tað, tí tørvur er á slíkum. Fólkatalið í Havnini og generelt yvir allar Føroyar veksur. Men… Á Portal.fo eru myndir lagdar út yvir henda dag og hetta […]

Guðs orð

by Arnleyg

Vit lesa í 2.Mós.25.16:” Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin (báðar lógtalvurnar), sum Eg skal geva tær. So skalt tú gera náðistól (Lok arkarinnar) av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan. Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar […]